hósdagur 13. september 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 177 - 13. september 2007
Fiskivinnan ótrygg vinna
Í einum tilmæli til landsstýrið í Nuuk skrivar grønlendska
vinnumenningarráðið, at grønlendska fiskivinnan er ov illa
skipað og ikki nóg trygg sum vinnugrein. Tí kemur ráðið við
uppskoti um, at í framtíðini skulu grønlendingar arbeiða í
byggivinnuni, ráevnisvinnuni, ferðavinnuni og øðrum tryggum
vinnugreinum heldur enn fiskivinnuni. Ráðið sigur, at eitt
arbeiðspláss á landi gevur meiri løn og er støðugari enn eitt
arbeiðspláss í fiskivinnuni.
Ísland og Írland
samvinna
Íslendingar og írar kunnu økja samvinnuna á fleiri økjum,
og nú verða stig tikin til at økja samstarvið. Íslendski
forsætisráðharrin, Geir H. Haarde, er í hesum døgum á
almennari vitjan í Írlandi, og har eru hann og írski
forsætisráðharrin, Bertie Ahern, vorðnir samdir um at
økja samvinnuna landanna millum. Teir báðir umrøddu
eisini eitt mál, sum londini eru ósamd um. Tað er málið
um Rock All, sum Føroyar eisini eru partur í.
Magni Laksáfoss,
landsstýrismaður í
fíggjarmálum, hevur
aftur nú blakað
eina bumbu mitt
inn í samgonguna.
Nú er hann ímóti
at halda avtaluna í
samgonguni um at
lata skattalætta næsta
ár
Skattalætti
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Føroyingar skulu ikki hava
meiri skattalættar, enn teir
longu hava fingið.
Tað heldur Magni Laksá
foss, landsstýrismaður í
fíggjarmálum.
Hann hevur aftur nú slept
eini bumbu mitt inn í sam
gonguni.
Samgongan hevur avtalað
at lata skattalætta næsta ár.
Men nýggi landsstýrismað
urin í fíggjarmálum mælir
nú ítøkiliga frá at lata nakr
an skattalættan næsta ár.
Eg mæli ikki til at
hækka skattin á nakran hátt.
Men eg mæli til skattastopp,
so at skatturin heldur ikki
lækkar meiri, segði hann
mikudagin, tá ið løgtingið
viðgjørdi
uppskotið
hjá
Tjóðveldisflokkinum um,
at strika skattalættan næsta
ár.
Hann vísti á, at skattalætt
in í samgonguni varð avtal
aður í eini tíð, tá ið aftur
gongd var í búskapinum og
tað sostatt var neyðugt at
seta arbeiðsskapandi tiltøk
í verk og at seta ferð á
búskapin.
Samgongan trýsti á
speedaran tí tað var neyðugt.
Men nú er so nógv ferð á
búskapinum, at vit mugu
taka fótin av speedaranum
ístaðin fyri at trýsta enn
meiri á.
Lata 383 milliónir
ov nógv
Magni Laksáfoss staðfesti,
at samgongan hevði avtalað
at lata 60 milliónir í skatta
lætta um árið, ella tilsamans
240 milliónir í øllum val
skeiðnum.
Útrokningar í fíggjar
málaráðnum vísa, at vit
hava longu latið meiri enn
240 milliónir í skattalætta.
Lata vit skattalætta aftur
næsta ár, hevur hendan sam
gongan latið tilsamans 383
milliónir í skattalætta, leys
liga mett.
Sostatt hava vit longu
nú hildið lyftið í samgongu
skjalinum um at lata 240
milliónir í skattalætta og tí
er ikki neyðugt at lækka
skattin aftur næsta ár.
Taka fótin av
speedaranum
Hann segði, at í løtuni er
búskapurin
undir
trýsti.
Arbeiðsloysið er søguliga
lágt, øll arbeiðsmegi verður
gagnnýtt og tað merkir, at
íløgurnar eru dýrkaðar, at
lønirnar hækka, og vit hava
hall á handilsjavnanum og
helst eisini á gjaldsjavna
num.
Vit hava rokkið marki
num fyri, hvat vit megna at
framleiða og tað merkir, at
serliga útflutningsvinnurnar
verða trýstar av landinum,
tí vit klára ikki at útvega
arbeiðsfólk til framleiða
tað, vit annars kunnu.
Magni Laksáfoss sigur,
at tí er tað neyðugt at forða
fyri at búskapurin hitnar
enn meiri.
Hann leggur afturat, at
um 30 ár hava vit nógv
fleiri eldri fólk, enn vit hava
í dag, samstundis sum um
arbeiðsstyrkin ikki veksur
tilsvarandi.
Tað merkir, at hvørt fólk
í arbeiðsførum aldri kemur
at betala størri part av inn
tøkuni til eldraøkið.
Í hesum sambandi arbeið
ir samgongan við at broyta
eftirlønarskipanina.
Men tað er ikki nóg mikið
at fólk hvør sær spara til
eldri ár. Tað er eisini neyð
ugt at hava avlop á fíggj
arlógini nú, fyri at hava at
brúka seinni til eldrarøkt,
samferðslu, skúlaverk o.
s.fr.
Tí er neyðugt at hava
avlop á fíggjarlógini upp á
500600 milliónir um árið,
sum vit skulu hava at til at
taka í seinni árum.
Í løtuni er avlopið minni
enn 150 milliónir, so enn er
langt eftir á mál, sigur
Landsstýrismaðurin í fíggj
armálum.
Tí haldi eg, at tað er
neyðugt at tálma gongdini
og tí haldi eg eisini, at tað
er skeivt at geva fleiri skatta
lættar, tí vit mugu hava
størri avlop, sigur Magni
Laksáfoss.
Summir tinglimir
í samgonguni eru
sinnaðir at viðgera
møguleikan fyri
strika avtalaða
skattalættan næsta
ár. Aðrir siga
kortanei
Skattalætti
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú hevur Magni Laksá
foss enn einaferð elvt til
ósemju í samgonguni.
Sum tað sæst í aðrari
grein her á síðuni, mælir
hann frá at lækka skattin
aftur næsta ár, soleiðis
sum samgongan hevur
avtalað.
Men hann fær blandaða
móttøku í samgonguni, tí
summir tinglimir eru sinn
aður at viðgera spurning
in, men aðrir siga korta
nei.
Marjus Dam, sum er
partamaður hjá landsstýris
manninum
sigur,
at
skattatrýstið ger, at tað er
ógjørligt at fáa fólk at
arbeiða yvir og tí er nógv
arbeiðsmegi, sum ikki
verður gagnnýtt.
John Johannessen,
tingmaður fyri Javnaðar
flokkin, sigur, at hevur
samgongan longu hildið
lyftið um at lata 240 milli
ónir í skattalætta tilsam
ans, hevur hon hildið
avtaluna.
So lata vit ongan lætta
næsta ár, er tað ikki at
bróta
samgonguskjalið,
segði
Ein annar partamaður
hjá landsstýrismanninum,
Johan Dahl, tekur undir
við, at samgongan fer at
umhugsa
skattalættan
næsta ár.
Vit eiga at gera tað
dagføringar,
sum
eru
neyðugar og tí ljóðar tað
skilagott at seta skatta
stopp í verk, tí hava longu
hildið lyftið um at lata
240 milliónir í skattalætta,
heldur Johan Dahl.
Óli Breckmann, ting
limur fólkafloksins, var í
øðini inn á Magna Laksá
foss og segði, at eru tað
fløskuhálsar, sum darva
búskapinum, er at lata
teir upp ístaðin fyri at
hækka skattin.
Hann staðfesti eisini, at
tað verður ikki talan um
annað hjá hesi samgong
uni enn at halda lyftið um
at lækka skattin aftur
næsta ár.
Jørgen Niclasen, for
maður fólkafloksins, kall
aði Magna Laksáfoss fyri
umboðsmann Tjóðveldis
floksins í landsstýrinum.
Hann sigur, at skattapoli
tikkurin hevur skapt ein
so stóran vøkstur í sam
felagnum, sum ger, at vit
í dag hava tann luksus
trupulleika, at vit hava
trot á arbeiðsmegi.
Magni Laksáfoss er eis
ini søtur musikkur í oyru
num á tjóðveldisfólki.
Annita á Fríðriksmørk,
løgtingskvinna fegnaðist
um at hann vildi avtaka
skattalættan fyri at taka
ábyrgd
fyri
komandi
ættarliðum.
Høgni Hoydal helt, at
tað var áhugavert at hoyra
ein fíggjarmálaráðharra,
sum tosaði fakliga og ikki
hugsjónarliga.
Rúkandi ósamd
um skatta-
lættan
Tað skerst ikki burtur, at Magni Laksáfoss hevur sett síni fingramerki á føroyskan politikk, síðani hann varð tilnevndur
landsstýrismaður í fíggjarmálum og nú elvir hann einaferð enn til rok í samgonguni
Lata 383 milliónir ov
nógv í skattalætta