hósdagur 13. september 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 177 - 13. september 2007
tíðindi
Stutt Sagt
Mugu telja
umaftur
Eitt brek við maskinuni,
sum taldi atkvøðurnar á
kommunuvalinum í Sta
vanger, Sandvik og Sola
fyrr í vikuni ger, at
atkvøðurnar mugu teljast
umaftur. Valnevndin vænt
ar ikki, at umteljingin fer
at broyta úrslitið hjá teim
um einstøku listunum stór
vegis, men hinvegin fer
umteljingin uttan iva at
broyta manningina í teim
um trimum kommunustýr
unum, sigur valnevndin.
Maskinan,
sum
bleiv
brúkt til at telja atkvøð
urnar, er brúkt fyrr, men
nú vil valnevndin hava
vissu fyri, at maskinan
virkar, sum hon skal, áðr
enn val verður aftur,
skrivar Aftenposten.
Fáa frí til at
gera børn
Í russiska landspartinum
Ulyanovsk koma so fá
børn í verðina, at tað er
vorðið ein stórur trupul
leiki fyri lokalsamfelagið.
Men nú hava myndugleik
arnir valt at ganga heilt
nýggjar leiðir fyri at loysa
trupulleikan. So í gjár
fingu fólk frí frá arbeiði,
so tey kundu hugna sær í
songini heima við hús,
skrivar BBC. Eydnast tað
hjá onkrum, og er tað so
heppið, at úrslitið sær
dagsins
ljós
um
júst
níggju mánaðir, kunnu
foreldrini vænta at fáa
samsýning. Tí 12. juni er
tjóðardagur í Russlandi,
og tey hepnu foreldrini
kunnu tá fáa bil, kuldaskáp
ella pengar í virðisløn, sig
ur BBC.
Skotar
fagna Íslandi
Í Skotlandi eru politikar
arnir fegnir um, at ísl
endska stjórnin hevur sýtt
fyri at lata hvalabátarnar
sleppa at skjóta fleiri stór
hvalir til vinnuligt enda
mál. Stjórnin tók avgerð
ina við teirri grundgeving,
at áhugin fyri stórhvala
tvøsti er so lítil. Hetta
hóvar skotsku politikar
unum væl, nú teir viðgera
eitt uppskot til samtyktar
um at heita á Ísland, Japan
og Noreg um at virða
altjóða bannið ímóti vinnu
ligari stórhvalaveiði.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Tað er gleðiligt, at færri doyggja sum børn,
men vit kunnu ikki góðtaka at missa 9,7 mió.
børn um árið
(UNICEF)
útlond
Talið á teimum, sum
doyggja, áðrenn tey
hava fylt fimm ár,
minkar støðugt. Men
talið er framvegis
óhugnaliga stórt
Framvegis eru tað óhugna
liga
nógv
børn,
sum
doyggja, áðrenn tey røkka
fimm ára aldri. Sambært
STstovninum
UNICEF
doyðu 9,7 mió. børn ymsa
staðni kring heimin í fjør,
og hóast talið er óhugnaliga
stórt, var tað væl minni enn
í 1990, tá 13 mió. børn
doyðu, áðrenn tey fyltu
fimm.
UNICEF fegnast um, at
færri børn doyggja, men
stovnurin ásannar samstun
dis, at altjóða samfelagið er
langt frá tí máli, sum tað
hevur sett sær. Eftir mál
setninginum skuldi talið á
børnum, sum doyggja innan
fimm ára aldur, minka nið
ur í ein triðing frá 1990 til
2015, men við verandi
gongd ber ikki til at røkka
hesum máli fyrr enn í 2045,
sigur UNICEF.
Vit kunnu ikki góðtaka
at missa 9,7 mió. børn á
hvørjum ári, og tey flestu
børnini doyggja av ávum,
sum vit kundu fyribyrgt,
um foreldrini høvdu at
gongd til heilsuhjálp og
vaksinasjón, sigur aðalskriv
arin hjá UNICEF í Dan
mark, Steen M. Andersen,
við danska útvarpið.
Tølini hjá STstovninum
vísa, at 4,8 mió. børn í
Afrika doyðu í fjør, og at
ringast stendur til í lond
unum í Vestur og Mið
afrika. Støðan er eisini ring
í Suðurasia, har 3,1 mió.
børn doyðu í fjør, áðrenn
tey
fyltu
fimm,
sigur
UNICEF.
Fred Thompson
er best umtókta
forsetavalevnið hjá
republikanarunum
Í síðstu viku kunngjørdi
fyrrverandi sjónvarpsstjørn
an Fred Thompson, at hann
ætlaði sær at royna at gerast
forsetavalevni hjá republik
anska flokkinum, og longu
nú er hann fremstur av teim
um republikonsku avbjóðar
unum.
Í einari kanning, sum
sjónvarpið
CNN
hevur
gjørt, siga 27 prosent av
teimum republikonsku velj
arunum, at tey vilja hava
flokkin at stilla Fred Thomp
son upp á forsetavalinum
næsta heyst. Beint í hølun
um á honum kemur fyrr
verandi borgarstjórin í New
York, Rudolph Giuliani, við
26 prosentum, men hetta er
fyrstu ferð, at Giuliani ikki
er fremstur í kanningunum.
Kanningin hjá CNN vísir,
at tað eru serliga menn,
sum eru farnir um tey
fimmti, sum styðja Fred
Thompson.
Portugisiska
løgreglan heldur,
at dagbókin hjá
Kate McCann kann
avdúka, hvat hendi
ta náttina, Madeleine
hvarv
Løgreglan vil hava dag
bókina útflýggjaða fyri at
vita, um nakað er har, sum
kann avdúka tað, sum veru
liga hendi ta náttina, siga
vælvitandi
keldur
við
bretska
blaðið
Evening
Standard.
Fyrradagin vistu bretskir
fjølmiðlar at siga, at løgregl
an hevði biðið um at fáa ein
persónligan
lut
hjá
McCannhjúnunum
út
flýggjaðan, men tað var
ikki greitt, hvat fyri lut
talan var um. Men í
gjárkvøldið skrivaðu Daily
Mail og Evening Standard,
at løgreglan hevur biðið ein
dómara
áleggja
Kate
McCann at útflýggja sína
dagbók.
Ákæruvaldið í Portugal
kannar í løtuni eina frágreið
ing frá løgregluni, og niður
støðan hjá ákæruvaldinum
verður avgerandi fyri, um
McCannhjúnini verða sett
í varðhald. Roknað verður
við, at avgerðin kemur í hes
ari vikuni, skrivar Reuters.
Færri doyggja sum børn
Vilja hava
dagbókina
hjá Kate
McCann
Kate Mc Cann. Løgreglan heldur, at dagbók hennara kann avdúka sannleikan
Fyrrverandi sjónvarpsstjørna
á odda í USA