hósdagur 13. september 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 177 - 13. september 2007
Leiðslurnar á studenta
skúlunum mangla
í dag ræðisrúm at
skapa dynamiskar
útbúgvingar og
spennandi arbeiðs
pláss, men rektararnir
á studentaskúlunum
øvunda ikki hinum
miðnámsskúlunum
teirra skúlastýri.
Kravið er profession
ell stýri, ársnorm og
veruligt sjálvræði.
Hetta leggur álitið
um nýggjar miðnáms
deplar eisini upp til
MIÐNÁM
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Í dag eru studentaskúlarnir
almennir stovnar, meðan
teknisku skúlarnir og hand
ilsskúlarnir eru sjálvsognar
stovnar. Rektarnir á studenta
skúlunum halda báðir, at
depilsstýri kunnu skapa eina
meira dynamiska leiðslu,
men teir hava ongan hug
bara at kopiera tey stýri,
sum hinir skúlarnir hava.
Tað skulu vera ítøkilig,
professionel krøv til stýris
limirnar. Tí um stýrini ikki
verða kompetent, verður tað
eitt afturstig í mun til í dag,
sigur Sámal í Skorini. Hann
heldur, at krav skal setast til
bæði teirra menniskjafatan
og samfelagshugsan.
Her hugsi eg ikki um
politiskan lit, men limirnir í
stýrinum mugu hava eina
visión fyri, hvussu føroyska
samfelagið skal klára seg í
kapping við onnur lond, sam
stundis sum vit ikki missa
einstaka menniskja burtur.
Mikkjal Helmsdal leggur
eisini dent á, at fólkini í
stýrunum mugu hava fing
urin á pulsinum. Tey kunnu
koma frá universitetum ella
arbeiðsgevarum, men neyð
ugt er, at tey hava førleikar
nir, sum gera stýrini til
góðan kjakbróður og kelda
til íblástur. Her heldur Sám
al í Skorini, at tað kanska
hevði verið eitt gott hugskot
eisini at fingið fólk uttan
landa uppí
Tað hevði verið gott við
fólki, sum tora at provokera
og bróta tað innetna, tí før
oyska skúlaskipanin hevur
tørv á fólki sum tora at siga
tingini, sum tey eru og tora at
ganga undan, sigur hann.
Endurskoðanin av mið
námsskúlaskipanini leggur
upp til, at deplarnir skulu
vera sjálvsognarstovnar við
professionellum stýrum. Í
dag hava trý fólk í Menta
málaráðnum ábyrgd av at
taka sær av øllum miðnáms
útbúgvingum. Við einari so
avmarkaðari
miðfyrisiting
metir arbeiðsbólkurin hand
an álitið, at tað er skilabest at
flyta umsitingarligu stýring
ina frá myndugleikanum út á
teir tríggjar deplarnar, sum
skulu koma í staðin fyri allar
núverandi miðnámsskúlar
nar.
Størri ræðisrúm
Dagliga leiðslan í deplunum
verður sett saman av dep
ilsstjóranum og leiðslunum
fyri hvørt økið. Námsfrøði
liga ábyrgdin skal liggja hjá
økisleiðslunum, og depils
stjórin skal tryggja, at tær
hava neyðugu karmarnar at
virka undir.
Bæði Mikkjal Helmsdal
og Sámal í Skorini vænta,
at samanspælið millum dep
ilsleiðslu og økisleiðslur fer
at skapa ein nýggjan dyna
mikk. Men hetta er treytað
av, at leiðslurnar veruliga
fáa møguleika at seta dags
skránna.
Tað er neyðugt, at leiðsl
urnar fáa eitt ræðisrúm,
sum ikki er ov avmarkað,
sigur Mikkjal Helmsdal. Í
Danmark eru miðnámsskúl
arnir eisini gjørdir til sjálvs
ognarstovnar, men sjálvræði
hevur víst seg at vera sera
avmarkað, tí teir verða
deteljustýrdir omanifrá.
Rektarin á Føroya Stud
entaskúla kundi hugsa sær,
at
depilsstjórarnir
fingu
møguleika at samráðast um í
øllum førum ein part av
lønini hjá lærarunum. Í dag
arbeiða lærarnir eftir einum
vikunormi, men Mikkjal
Helmsdal staðfestir, at ein
ársnormur er ein fyritreyt
fyri, at depilsleiðslurnar fáa
rúm at arbeiða bæði við
strategiskari og námsfrøði
ligari menning.
Tað er frustrerandi sum
leiðari at vera so bundin, at
tú ongan møguleika hevur
at seta tíð av til førleika
menning, ráðlegging og
skeiðir, sigur hann.
Studentaskúlarnir eru í
dag í størri mun enn hinir
miðnámsskúlarnir merktir
av siðbundnari undirvísing,
og hetta heldur Mikkjal
Helmsdal kann hava sínar
røtur í vikunorminum, tí
toymisarbeiðið og verkætl
anararbeiðið
krevur
eitt
annað arbeiðsstev.
Komandi árini fer eitt
heilt ættarlið av lærarum
frá vegna aldur, og tí hevur
tað alstóran týdning, at vit
verða før fyri at draga tey
góðu fólkini til okkara,
sigur Mikkjal Helmsdal.
Endurskoðanin, sum var
handað landsstýrismannin
um í mentamálum hesa vik
una er ein strategisk gjøgn
umgongd av, hvussu ein
nýggj, dagførd skúlaskipan í
Føroyum kann síggja út.
Arbeiðsbólkurin var mannað
ur av rektarum og skúlastjór
um, og teir hava ikki viðgjørt
broytingarnar niður í smá
lutir. Hetta skulu arbeiðsbólk
ar seinni í holt við, og spenn
andi verður, hvussu hetta
arbeiðið fer at ganga, tí sum
Mikkjal Helmsdal sigur, the
devil is in the detail.
Niður at spæla
Sámal og Ronnie spæla nógv fyri tíðina og teir fara nú til
Keypmannahavnar at vitja føroyingar har. Fríggjakvøldið
og Leygarkvøldið fer vælroynda føroyska duoin Sámal
Rávnsfjall og Ronnie Nielsen at syngja og spæla á Skarv
í Keypmannahavn. Teir hava áður roynt seg á staðnum,
har hýrurin var góður. Sámal syngur, blæsur í munnhørpu
og spælir guitar, meðan Ronnie syngur og spælir guitar.
Teir spæla egnan tónleik og ymiskt annað blandað.
Vænta onga fólkapensjón
Nógvir danir vænta ikki, at tað almenna fer at rinda teimum
fólkapensjón, tá tey eina ferð røkka tí aldrinum. Ein spurnar
kanning vísir, at av teimum, sum nú eru millum 18 og 34 ár, eru
tað bara fimm prosent, sum vænta at fáa fólkapensjón. Tey, sum
eru komin eitt sindur longri upp í árini, vænta harafturímóti at
fáa gagn av verandi skipan. 75 prosent av teimum, sum eru farin
um tey 56, vænta sær fólkapensjón, tá tey koma í tann aldurin.
Studentaskúlarnir mangla dynamikk
Depilsstjórarnir
skulu setast fyri fimm
ár í senn, og hetta
heldur deildarstjórin
á miðnámsdeildini á
Mentamálaráðnum,
Eyðbjørn Poulsen, vera
eitt passandi tíðarskeið
MIÐNÁM
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Eyðbjørn Poulsen hevur
sjálvur sagt seg úr starvi
fyri stuttum eftir góð fýra
ár
í
Mentamálaráðnum.
Hann sigur, at uppsøgnin
ikki skal síggjast sum
ónøgd við arbeiðslagið í
ráðnum, tí sjálvt um arbeið
ið hevur verið strævið, so
hevur honum dámt væl.
Tá eg fekk bjóðað starv
ið, segði eg, at eg setti fimm
ár av til tað, og at tá fýra ár
vóru farin, ætlaði eg at byrja
at leita eftir onkrum nýggjum.
Nú eru góð fýra ár farin, og
eg havi fingið ein møguleika
í privata arbeiðslívinum, sum
eg ikki kann siga nei til. Tí
fari eg nú, greiðir Eyðbjørn
Poulsen frá.
Hann heldur tað hevur
týdning, at stjórar seta sær
evstamørk, soleiðis at teir
fáa tað frá hondini, sum teir
ætla. Tí heldur hann tað
eisini vera eitt framstig, at
stjórarnir á nýggju skúla
deplunum, skulu verða ára
málssettir.
Í løtuni eru rektarnir og
skúlastjórarnir ikki áramáls
settir. Sámal í Skorini hevur
sitið 25 ár sum stjóri á Stud
entaskúlanum og HFskeiðn
um í Eysturoy, og spurdur
um hann heldur, at hann
hevði verið ein øðrvísi stjóri,
um hann hevði sitið fyri
fimm ár í senn, svarar hann,
at tað heldur hann fyri so vítt
ikki.
Kanska hevði eg uppført
meg meira taktiskt fyri at
selja meg til næsta tíðar
skeið. Men eg haldi, at tann
góði stjórin altíð dugir at
seta sær sjálvum tíðarfreistir
og at fáa tingini at henda.
Annars ber slett ikki til at
vera í einum slíkum starvi,
staðfestir hann.
Men hann hevur einki
ímóti at skúlastjórar verða
áramálsettir, tí hetta fer at
geva stýrunum møguleika
at sleppa av við ódugnalig
fólk, og uttan iva eisini føra
meira
dynamikk
inn
í
skipanina.
Rektarnir í studentaskúlunum standa eitt sindur einsamallir við leiðsluni í dag, samstundis sum teir eru bundnir at Mentamálaráðnum
og fíggjarlógini. Endurskoðanin av miðnámsskúlaskipanini leggur upp til sjálvstýrandi skúladeplar við stýrum, stjórum og økisleiðslum.
Hetta halda rektarnir vera eitt framstig, men tað fer at krevja professionalismu og veruligt sjálvræði, leggja teir herslu á
Stjórar skulu hava deadlines
Eyðbjørn Poulsen heldur tað
vera eitt framstig, at stjórarnir
á nýggju skúladeplunum, skulu
verða áramálssettir