Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. september 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 177 - 13. september 2007 Í nøkur ár hevur verið tosað um at skipa havfisking sum frítíðarvinnu, og í 2006 fekk táverandi Ferðaráð Føroya, sum nú eitur SamVit, eina hálva miljón krónur játtaða frá Vinnuframagrunn­ inum til eina 2­ára verkætlan. Síðan hevur stovnurin arbeitt við at menna og marknaðarføra »sports fishing« kring Føroyar Ferðavinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Verkætlanin, sum botnur varð lagdur undir við teirri hálvu miljónini til menning av frítíðarfiskiskapi í Føroy­ um, hevur nú hálvt annað ár á baki. Arbeiðið við at menna eitt dygdargott ferða­ vinnutilboð og fyrireiking­ arnar at skipa eina málrætt­ aða marknaðarføring á hes­ um øki, eru komnar væl áleiðis. SamVit hevur nú skrivað eina frágreiðing um arbeiði, sum higartil er gjørt, og stovnurin hevur eisini gjørt kanningar um frítíðarfiski­ skap. ­ Seinastu 18 mánaðirnir eru brúktir til nógv kann­ ingararbeiði. Serstaka um­ hvørvið hjá málbólkinum er kannað, og bygt er eitt netverk við lyklapersónum, lyklamiðlum og øðrum, sum kann verða eini fram­ tíðarmenning og marknað­ arføring til gagns, sigur stovnurin. Skipað hevur verið fyri evnisdøgum, og fundir hava verið, kunningartilfar er framleitt og er í framleiðslu, samband er fingið við serkøn innan havfisking, og ein strategibólkur við um­ boðum úr vinnuni, Vinnu­ málaráðnum og Fiskimála­ ráðnum er settur til at viðgera evnið og gera eina miðvísa æltan fyri framtíðar menning og marknaðar­ føring av havfisking í Føroyum. Á byrjunarstigi SamVit ásannar í síni frá­ greiðing, at frítíðarhavfiski­ skapur í Føroyum er á byrj­ unarstigi, men við skila­ góðum samstarvi og arbeiði á fleiri økjum, kann hav­ fiskiskapur sum frítíðar­ vinna gerast ein vinna við stórum fíggjarligum møgu­ leikum. ­ Høvuðsmarknaðurin tel­ ir fleiri enn 50 miljónir fólk, og serliga tríggir bólk­ ar av ferðandi hava føroysk­ an áhuga. »Yes! Her býtur á! Nú er at geva tol, berjast við fisk­ in, draga dýrið inn og síggja, hvussu stórur fong­ urin er…« Soleiðis byrjar SamVit ein samandrátt, sum stovn­ urin hevur gjørt í sambandi við kanningin av havfisking sum frítíðarvinnu í Før­ oyum. ­ Spenningurin við stutt­ leikafiskiskapi er grund­ leggjandi menniskjaligur og heimsfevnandi, og áhug­ in fyri at gera frítíðarhav­ fiskiskap til eina týðandi vinnugrein í Føroyum er veksandi. Stovnurin sigur, at fyrstu stigini móti eini veruligari »professionalisering« av frí­ tíðarhavfiskiskapi eru tikin – men enn er langt á mál. ­ Vit eru á byrjunarstøði. Í stuttum er neyðugt, at skip­ arar/bátaeigarar fáa fleiri royndir og førleikar. Tæn­ astan og vitanin um stutt­ leikafiskiskap við tøkni, útgerð og annað á sjónum er ikki á nøktandi støði enn, sigur SamVit. Tað er Birita Nolsøe, ráð­ gevi hjá SamVit, sum hevur staðið fyri kanningini, og kanningarúrslitið skal nú brúkast til víðari menningini av frítíðarhavfiskiskapi í Føroyum. Ein »nisja« Stuttleikafiskiskapur er sum heild ein sermarknaður innan ferðavinnu, ein sonevnd »nisja«. ­ Kortini vísir okkara kanning, at her er ein stórur marknaður. SamVit vísir á, at før­ oyska ferðavinnan hevur avmarknaðar fíggjarligar karmar, og tí er neyðugt við ávísum marknaðarfokus, sum tikið verður til. ­ Teir marknaðir, sum eru serliga áhugaverdir innan stuttleikafiskiskap, eru Ong­ land, Danmark, Noreg, Svø­ ríki, Niðurlond, Belgia, Frakland, Týskland, USA, Avstralia og Kanada. Ferðavinnustovnurin hel­ Havfisking kann gerast løna Elin Heinesen, stjóri í SamVit, á ferðavinnustevnuni Vestnorden Travel Mart, sum endaði í gjár Mynd: Vilmund Jacobsen Broyttar uppsagnarfreistir Tryggingarfelagið Føroyar hevur broytt uppsagnarfreistirnar á privatum tyggingum og staðfestir angringarrættin. Framm­ anundan hava uppsagnarfreistir fyri privatar tryggingar verið ymiskar, men nú kunnu allar brúkaratryggingar sigast upp til mánaðarlok við 30 daga freist, sigur Gunnar í Liða, forstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum. Saxo Bank til Føroya Danski íløgubankin, Saxo Bank fer 18. og 20. september at skipa fyri íløguskeiðum í Tórshavn og í Klaksvík. Bankin er tann skjótast vaksandi av sínum slagi innan on­line handil yvir alnótina. Saxo Bank hevur í løtuni viðskiftafólk í 115 londum. Hetta er er ein íløgubanki og er tí ikki í kapping við føroyskar bankar um lánivirksemi. Í staðin hevur Saxo Bank tikið stig til samstarv við bankar kring allan heim um tillaging av handilspallum, so at teir kunnu bjóða on­line handils til síni viðskiftafólk.