Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. september 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 177 - 13. september 2007 11 tíðindi ndi vinna Mussisjúk Eivør á alnetinum Í sambandi við íslendska jassfestivalin, vitjaði Eivør hóskvøldið 30. august í sjónvarpssendingini Kastljós á ríkisútvarps sjónvarpinu við nýggjum lagi um at mussast Í sendingini spældi Eivør eitt nýtt lag saman við føroyska bólki sínum, mannaðum við Benjamini Petersen á gittari, Rógva á Rógvu á slagverki, Edvardi Nyholm Debess á bassi og kórsongkvinnuni Ásu Wraae, Lagið Mussisjúk vísti eina sera føroyska síðu av Eivør, ið á ein nærum Anniku Hoydal kendan hátt, lokkandi og argandi sang um at kyssa. Fund við andstøðuna Grønlendska landsstýrið skal finna 100 mió. krónur afturat til fíggjarlógaruppskotið fyri 2008, og í einari roynd at loysa trupulleikan hevði Aleqa Hammond, landsstýrismaður í fíggjarmálum, fund við umboð fyri andstøðuna í gjár. Ráðharrin sigur við KNR, at IA og Demokratarnir eru samdir við landsstýrinum um, at pengarnir skulu ikki finnast við at hækka skattin. Aleqa Hammond sigur, at hon fekk nøkur hugskot frá andstøðuni at hugsa um. dur, at marknaðarfokus hjá føroysku ferðavinnuni í fyrsta lagi eigur at liggja í trímum høvuðsbólkum av ferðandi; stuttleikahavfisk­ arum, familjusegmentinum og sonevnda adventure light­slagnum. ­ Við at leggja serligan dent á hesar bólkar, ber til at fara undir miðvísa markn­ aðarførslu og sølu á júst hes­ um økjum, sigur SamVit. Tað eru serliga fýra virði, ið stovnurin heldur eiga at vera tað berandi í eini føroyskari vinnu á hesum øki; tað er dygd, reinleiki, avbjóðing og burðardygd. ­ Vit eiga at stremba eftir at menna eina dygdarvøru frá byrjan til enda – eina heildaruppliving, har eisini gisting, flutningur og annað eru fyrireikað í mun til júst einstaka stuttleikafiskaran, sigur SamVit. Samstarv neyðugt Skulu føroyingar byggja upp eina lønandi vinnu á hesum øki, sum klárar seg í hørðu altjóða kappingini, er alneyðugt við samstarvi. Hetta er galdandi bæði fyri tey, sum arbeiða við at skipa ferðirnar, bátaeigarar og almennar/ politiskar myndugleikar. ­ Fyri at birta upp undir samstarv og samskipan, hava vit sum nevnt tikið stig til at seta strategibólkin við umboðum fyri allar við­ komandi partar – og báta­ eigarar eru væl umboðaðir júst tí, at teir eru kjarnuvøran og hava eyka tørv á menning og samskipan, sigur SamVit. - Spenningurin við stuttleika- fiskiskapi er grundleggjandi menniskjaligur og heims- fevnandi, og áhugin fyri at gera frítíðarhavfiskiskap til eina týðandi vinnugrein í Føroyum er veksandi. Men enn eru vit á byrjunarstøði, sigur SamVit Mynd: Vilmund Jacobsen Zeljka Krístín Klobu­car, su­m var á básinu­m hjá Hotel Ørkini á Vestnorden Travel Mart, er flóttafólk úr Kroatia FlóttaFólk Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Millum mongu framsýn­ ararnar úr Íslandi á ferða­ vinnustevnuni, sum júst hevur verið í Føroyum, var Hotel Ørkin í Reykjavík – ella føroyska sjómansheim­ ið í Reykjavík, sum tað van­ liga verður rópt. Tey, ið umboðaðu Hotel Ørkina, vóru Símun Han­ sen, stjóri og Zeljka Krístín Klobucar, ið tekur sær av bíleggingum og øðrum. Undir vitjanini á básinum fall prátið skjótt yvir á ann­ að álvarsmál enn ferða­ vinnumál, ið Vestnorden Travel Mart snýr seg um. Tann 26 ára gamla, fryntliga og sjarmerandi Zeljka Krístín, er flóttafólk úr gamla Jugoslavia. Hon hevði sína søgu at siga um, hvussu hon saman við fam­ - Vit føldu royk og hita frá bumbum Hon er upprunaliga flóttafólk úr Kroatia: - Undir flýggjanini úr Kroatia, helt særdi pápi mín fyri, at um vit sluppu við lívinum, skuldu vit flyta til eitt land, sum hevur kross í sínum flaggi, sigur hon Mynd: Jens Kr. Vang framhald á síðu 40