hósdagur 13. september 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 177 - 13. september 2007
13
Brúkaramyndugleikin
skal verða veruleiki.
Marknaðarføringslógin
skal leggjast fyri tingið í
tí líki, sum Brúkara
samtakið, Arbeiðara
feløgini og Vinnuhúsið
vóru samd um. Fólka
flokkurin skal syrgja fyri
at halda seg til kravið um
veruliga brúkaraverju, ið
Javnaðarflokkurin
strongdi á at fáa í
samgonguskjalið.
Dupultspælið og órógvið
skal steðga. Ein greiður og
sjálvstøðugur brúkara
myndugleiki, antin skip
aður sum brúkaraumboðs
maður ella brúkaranevnd,
skal vera partur av nýggju
marknaðarføringslógini.
Her verður ongin millum
loysn góðtikin.
Heldur Bjarni Djurholm
seg ikki til málið, sum tað
fyriliggur frá pørtunum á
arbeiðsmarknaðinum og
frá Brúkarasamtakinum,
leggi eg sjálvur uppruna
liga uppskotið fyri tingið.
So kann landsstýrismað
urin standa einsamallur
eftir við skommini og
sínum útholaða uppskoti.
Vónandi er hetta greitt
svar til skilagóða formann
in í Brúkarasamtakinum,
sum í bløðunum um dag
arnar eftirlýsir støðu
Javnaðarfloksins til dupult
spæl Fólkafloksins í hesum
máli.
Sum javnaðarmaður
síggi eg stóran týdning í at
skipa ein sjálvstøðugan
myndugleika við verulig
um formati at verja støð
una hjá brúkarunum. Tí
haldi eg tað beinleiðis vera
eina dáragerð at leggja
brúkaraverjuna til Kapp
ingarráðið at umsita. Ikki
tí, at mær vantar álit á
Kappingarráðnum. Men tí,
at hetta er ein stovnur, ið
hevur til endamáls at taka
vinnulig atlit og tryggja
javnbjóðis kappingartreytir
ímillum vinnuvirki, meðan
brúkaramyndugleikin
einans eigur at taka atlit til
kundan.
Mótstríðandi endamál
Tað kann í ávísum førum
vera rætt, tá ført verður
fram, at í nøkrum førum
tæna Kappingarlóg og
Marknaðarføringslóg sama
endamáli. Men tað er
samstundis púra rætt, tá
formaðurin í Brúkarasam
takinum vísir á, at í øðrum
førum eru áhugamálini hjá
einum kappingarmyndug
leika og einum brúkara
myndugleika beinleiðis
mótstríðandi.
Brúkaramyndugleikin
skal vera ein myndugleiki
fyri kundan, fyri brúkaran.
Tískil ber, hóast góðan
vilja, ikki til at saman
tvinna funktiónirnar hjá
Kappingarráðnum við tær
hjá brúkarunum og fáa tær
at virka nóg væl og við
nóg greiðum myndugleika.
Við hesum er ikki sagt,
at Brúkaramyndugleikin og
Kappingarráðið ikki møgu
liga á ein ella annan hátt
kunnu samstarva um hølis
viðurskifti, embætisfólk og
annað líknandi, um hetta á
nakran hátt kann gera
raksturin bíligari, uttan at
tað gongur út yvir greiða
myndugleikan hjá báðum
stovnunum.
Brúkaramál eru
Javnaðarmál
Brúkaraviðurskifti eru
nakað, sum hevur bein
leiðis við rættartrygdina
hjá vanliga løntakaranum
at gera. Hesi viðurskifti
eiga tí beinleiðis at vera
javnaðarmál burturav.
Tí var tað eisini, at
flokkurin longu 15. januar
í 2001 legði eitt uppskot
um Marknaðarføringslóg
og eitt uppskot um Brúkara
kærunevnd fyri tingið.
Hesi uppskot høvdu
greiðar ásetingar um sjálv
støðuga brúkaranevnd og
sjálvstøðugt brúkaraumboð
við veruligum myndug
leika. Somuleiðis innihelt
okkara uppskot um
Marknaðarføringslóg
greiðar reglur um endur
gjald, rættarbann og aðrar
beinleiðis revsingar.
Tíverri eydnaðist tað tá
Fólkaflokkinum, Tjóð
veldisflokkinum og Sjálv
stýrisflokkinum at beina
fyri brúkarakærunevndini.
Í álitinum frá vinnunevnd
ini, sum varð lagt fram í
februar 2002, mæltu hesir
tríggir flokkar beinleiðis til
at fella uppskotið. Grund
gevingin frá Fólkaflokk
inum og Sjálvstýrisflokk
inum var, at landsstýris
maðurin hevði sett eina
nevnd at endurskoða kapp
ingarlógina. Tjóðveldis
flokkurin hevði eina meira
nationalistiska undanførslu
um yvirtøkur og annað.
Málið varð felt við 18
atkvøðum ímóti 8
Hesaferð skal tað ikki
aftur eydnast at beina fyri
brúkaramyndugleikanum.
Hesum hevur Javnaðar
flokkurin skyldu at syrgja
fyri.
viðmerkingar
Ikki eisini tú, Jørgin!
Ein má sterkt umhugsa at fara upp í landspolitikk, nú
nógvar atkvøður ganga leysar!
Dagur og Vika týskvøldið 11/9 má sigast at verða
søguligt. Vit vóru vitni til, at nýggi formaður
Fólkafloksins hálvgum avreiddi flogvøllin í Vágum
til Havnarmenn; Latið okkum fyrst útbyggja í
Vágum, síðani byggja vit ein afturat, var kenslan,
vágafólk og onnur sótu eftir við, tá ið Jørgin hevði
sagt sítt. Tá sjálvt vágatingmenn byrja at lora, tá í
stór kanning/frágreiðing sigur, at tað sera er ivasamt
um til ber at gera so frægt sum ein 1800 metra langan
vøll á Glyvursnesi, muga vit skriða okkum í
nakkanum. Her vesturi muga ganga nakrar atkvøður
leysar, í øllum føri allar tær í Sørvági, ið bara velja
Jørgin, tí hann er sørvingur. Væl vitandi, at 50.000
fólk ikki kunna hava meira enn ein flogvøll opnan er
tað greitt, at tá ein fyrst er opnaður á t. d.
Glyvursnesi, kann ein ikki standa hálv opin
aðrastaðni. Tað er jú alt ov dýrt.
Hví lesa tit á Vinnuvitan, Bjarni Djurholm, Poul
Michelsen (var tað ikki hann, ið brúkti nógvar pengar
sum borgarstjóri í Havn til kanningar við ongum
úrsliti orsaka av mjørka?) ella onkur annar av hesum
møsnarunum við ongum jørðforbindilsi, ikki hesa
kanning/frágreiðing? Tit hava kanska lisið hana, men
lopið tað týdningarmesta um? Hví ikki halda seg til
veruleikan?
Øll, ið vilja vita tað, vita, at ringasta mjørkahol í
Føroyum er Glyvursnes. Fyri nøkrum árum síðan
segði ein vitapassari, ið arbeiddi á Boruni mær, at teir
sóu ikki land í nærum 5 (fimm) vikur á Glyvursnesi,
meðan tað mestsum hvønn dag var klárt har úti. Og
eg veit, at hesin maður eisini hevur fortalt Bjarna
Djurholm hetta, tá Bjarni hevur verið túr í Nólsoy. Eg
minnist eisini, at Henrik Old hevur nevnt júst hetta
tíðarskeiðið á tingsins røðarapalli, tí ikki sást land frá
Smyrli, tá komið var norður móti Havnarlandinum.
Og eg havi sjálvur verið í Nólsoy fleiri
samanhangandi dagar tey seinastu 21 árini og sæð
inná mjørkan, dag út og dag inn.
Vit fara í gongd við at útbyggja her vesturi,
vónandi til 1800 metur, soleiðis er veruleikin. So nú
skula tit øll, ið siga nakað annað, halda munn um
nýggjan flogvøll í nøkur ár. Og eftir at útgerð er
uppsett á nøkrum støðum í landinum at kanna sýni
og hevur samlað dáta inn gjøgnum 35 ár, eri eg, eins
og hini, sum fyrihalda seg til veruleikan, vísur í, at
Glyvursnes aldri verður tikið upp á tunguna aftur
sum eitt alternativt! Í øllum førum ikki fyrr enn tað
er fullkomiliga forsvarligt hjá einum blindum at stýra
og lenda einum flogfari. Og 27003000 metur? So
verður tað í undanbrekku ella mótbrekku, tí ikki kann
vøllur á Glyvursnesi vera longri enn hasar 1800
metrarnar uttan hann skráar, ella brúktar verða minst
2 milliardir bara til at spreingja Glyvursnes slætt við.
Lesi bara kanningina/frágreiðingina hjá Asplan.
Og mjørkin? Hann er, sum vant, mestur á
Glyvursnesi, bæði á lágum vesturættunum og
eysturættunum! Tað er bara at hyggja, tá trupulleikar
eru við honum í Vágum. Tá er hann sum oftast verri
og í longri tíð á Glyvursnesi.
Góði Jørgin systkinabarnið; royn og fá eitt valdømi
til komandi val, um tú vil verða afturvaldur, tí
atkvøðurnar fækkast við hetta lag!
Tað sum líktiskt einum
sjálvkravdum sólkongi fyri
sløkum fýra árum síðani er
nú mest átøkt einum
politiskum brennivargi.
Hetta er ikki ókent fyri
brigdi, táið niðurteljingin
er byrjað. At menn taka
alla skipanina við sær í
fallinum. Sambært Sosiali
num reikar Eidesgaard runt
í norðurhøvum í løtuni, og
leitar eftir sær sjálvum, ella
flokkinum, sum hann eina
ferð var formaður fyri. Har
eru lætnir so nógvir fólka
floksbollar og stúgvingur í
soðið, í verandi valskeiði,
at tað tynnist ikki aftur.
Helst skal útsøgn hansara
skiljast soleiðis, at hann er
komin í eina politiska sam
leikakreppu. Soleingi
hendan krisan stendur
uppá, er ikki ráðiligt, at
hann umboðar føroysk sam
felags áhugamál. Tað er
staðiliga prógvað fleiri
ferðir meðan hetta fólka
flokslandsstýrið hevur sitið
undir hansara pseudo
leiðslu.
Maðurin skrivar undir alt
sum fyri hondina rekur.
Treytaleyst. Krøv og sam
ráðingartreysti er ein bygd
í Sibiria. Uttanríkispolit
iska heimildarlógin og
yvirtøkulógin eru bestu
dømini. Fogh og Møller
smoygdu hendan nýkolo
nialistiska hamin niður
yvir herðar hansara sum
eitt endaligt danskt kon
sept. Tað var ikki so frætt
at blóðið ornaði. Heldur
ikki táið teir vendu honum
á gáttini í stjórnarbygning
inum á Sláturhólmanum á
sinni, tí at endurskipaði
valdsleistur teirra mótvegis
Føroyum ikki var liðugt
snikkaður til, til undirrit
ingar. Grønlandssáttmálin,
eitt samankók av tí sum
longu var galdandi ímillum
londini frammanundan,
ein tóm media standup
comedy. Íslandssáttmálin
er annað dømið. Ein
kladda sum lá úti í Tinga
nesi á vári 2004. Arvur
eftir fullveldislandsstýrið.
Skrivað var undir í óðum
verkum, hóast politiska
inkubatiónstíðin ikki var
gingin, og skilið er hareftir.
Napoléon tapti slagi við
Waterloo orsakað av
darvandi gylliniæðrum –
hæmorroidum – hann fekk
ikki sitið á rossinum.
Eidesgaard er farin at
líkjast eini endurtøku av
hesi tragediuni.
Táið føroyingar fóru
undir at leggja kolvetnis
viðurskiftini í lóg, gjørdist
bryggjukanturin eitt
høvuðstema. Meiningarnar
vóru ymiskar. Marknaðar
kreftir versus protektion
ismu. Skuldi kolvetni verið
undir Føroyum, so stendur
í hvussu er tað eftir, at júst
hendan ásetingin kundi
verið brúkt sum trumfur í
eini samráðing við kon
sessiónshavararnar í før
oyskum øki. Tvs,. at
ynsktu oljufeløgini fram
leiðsluna í land aðrar
staðir, eitt nú í Sullom Voe,
so mátti nýtt samráðingar
umfar til, um føroyska
partin av ágóðanum. Tey
kendu fyritreytirnar táið
loyvið varð latið, tí hevði
tað neyvan komið óvart á
hesar internationalu olju
risarnar, at matrikulhavarin
og lóggevarin á økinum,
tók málið uppaftur, um
fyritreytirnar broyttust
munandi, sum í hesum
førinum við bryggjukanti
num.
Nú er løgmaður aftur
volaður. Suðuri í Hjalt
landi. Sjálvt um hann sat
við kleyvar frúgv í hondini.
Teir hava hildið honum til,
á eini Energy from the
Edge ráðstevnu. Hann
hevur virkað sum eitt slag
av stuntmanni, skilst.
Virkaði hann sum slíkur
vegna seg sjálvan ella fyri
Javnaðarflokkin, so var tað
sínar sakir, trupulleikin er
bara, at hann gøllheldur
áhugamálini hjá eini heilari
tjóð, táið hann ferðast
kring heimin í leitanini
eftir sínum egna politiska
identiteti.
Nú hevur hann vegna
Føroya Landsstýri lovað
hjaltlendingum høgt og
heilagt, at komandi kol
vetnisframleiðslan undan
Føroyum skal í land í
Sullom Voe. Sagt á eini
vísindaligari kongres, tá
bindur borðið. Í hvussu er
soleingi viðkomandi situr
sum kolonibestýrari í landi
num. Okkara spurningur
er, hvør ið hevur blá
stemplað hendan nýggja
politikkin. Hevur hann
politiskan dekning í Fólka
og Sambandsflokkinum
fyri hesi nýggju leið and
vegis føroysku kolvetnis
lógini? Vórðu Kaj Leo og
serliga Jørgen tiknir í eið,
áðrenn hann slepti sær av
við ein hin besta samráð
ingartrumfin føroyingar
hava í mun til professio
nellu oljufeløgini, sum
virka í okkara øki? Hitt
hugskotið, um at brúka
tíggjund av kolvetnis
ágóðanum til gransking í
varandi orku er skilagott,
men hví gleppur hetta
manni av munni uttan
lands, uttan nakra sum
helst viðgerð í politisku
skipanini í forhond?
Nú Jóannes Eidesgaard
er farin at spæla hazard við
føroysku tjóðarvirðunum,
er tíðin komin, at onkur
intervenerar. Maðurin má
setast frá valdinum skjótast
gjørligt, áðrenn húsini
brenna, og login stendur í
loft, eins og úr stóru skor
steinunum í Sullom Voe.
Kanska átti Løgtingið at
sýtt honum útferðarloyvi
higani og til valskeiðar
enda, bara fyri at eitthvørt
skal vera at brúka valdið
til, eftir at Fólkafloks
regime undir hansara
leiðslu umsíður fer til hús,
seinast 19. januar 2008. Vit
hava í hvussu er ikki brúk
fyri at hava ein desillusio
neraðan politiskan brenni
varg gangandi leysan,
hvørki í Sullom Voe ella
aðrar staðir uttanvert
landoddarnar. Tíansheldur
í Føroyum.
Miðvágur
NapolioN
MagNusseN
TórbjørN
jacobseN
Brennivargurin úr Sullom Voe
Bjarni Djurholm sleppur ikki at
avhøvda brúkaramyndugleikan
løtingslimur
www.john.fo
johN
johaNNesseN