Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. september 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 177 - 13. september 2007 Tann 1.apríl í ár vóru 40 ár liðin síðan Nes kommuna varð skipað við bygdunum: Nes, Toftir og Saltnes. Seinni í heyst fer bygda­ ráðið at skipa fyri hátíðar­ haldi í hesum sambandi. Eisini er vert at nevna, at vit i bygdaráðnum hava umrøtt at fáa fólk at skriva eina bók um okkara kommunu og bygdir. Tað er mín vón, at tað kann gerast veruleiki, tí vit vita um tilfar, sum hevði verið áhugavert at fingið upp á prent í eini bygdasøgu. Orðið kommuna merkir felagsskapur. Ikki kann sigast annað enn, at okkara kommuna – okkara felagsskapur ­ hevur verið fyri sera stórum framburði og menning í hesi 40 árini. Fólkatalið er vaksið øll árini, uttan undir kreppuni í 1990­unum, tá ið fólka­ talið minkaði eitt sindur. Somuleiðis er við skatta­ intøkuni, sum hevur verið alsamt vaksandi, uttan undir kreppuni, tá ið hon eitt skifti lækkaði munandi. Niðanfyri síggja vit eitt yvirlit um fólkatal og skattainntøkur í Nes komm­ unu. Dúgligir og virknir borgarar Tað er eitt eyðkenni fyri okkara kommunu, at vit eiga dúgligar og virknar borgarar – bæði á sjógvi og landi. Saman við vinnu­ lívinum hava okkara borg­ arar skapt so stórar inn­ tøkur, at skiftandi bygdaráð hava havt møguleika at gera íløgur, sum betra um umstøðurnar hjá vinnulívi­ num eins og møguleiki hevur verið fyri at menna trivnaðin fyri allar borg­ ararnar í bygdunum á Nesi, Toftum og Saltnesi. Skal ein kommuna mennast, so eru nakrar sera umráðandi fyritreytir, sum mugu vera í lagi: Arbeiðspláss Skúli Barnaansing Bústaðarmøguleikar Ítróttar­ og frítíðarvirksemi f. ung sum eldri Eldrarøkt Ì heyst fær havnalagið mun­ andi betur umstøður, tá ið nýggja atløgusíðan á útvið 100 metrar verður liðug. Eisini er ídnaðarøkið í Oyrunum og inni á Rætt komið so væl áleiðis, at bygging av hallum kann byrja beinanvegin. Fleiri umsóknir er játtaðar, og kommunan hevur fyri­ spurningar um stórar ætlanir í økinum. Í løtuni verður eisini arbeitt við útbyggingini av Tofta skúla. Hetta er størsta einstaka íløgan, sum nakrantíð er gjørd av Nes kommunu. Tá ið núverandi útbygging verður liðug á sumri í 2008, verður skúlin millum mest framkomnu skúlar í landinum. Eisini verða góðir møguleikar at íðka ítrótt fyri yngri sum eldri, eins og skúlin gevur góðar karmar fyri mentanar­ og trivnaðartiltøkum fyri bygdafólkinum. Bústaðarmøguleikar Síðan verkætlanin um undirsjóvartunnil millum Eysturoynna og Suður­ streymoy kom í ljósmála, hevur verið ein sera stórur eftirspurningur eftir grund­ økjum í Nes kommunu. Bíðilistin er langur, og tí hevur kommunan í eina tíð fyrireikað fleiri útstykk­ ingar. Um stutta tíð verður arbeiðið við at útstykkja 25 grundøki á Lýðarsvegi boðið út í almennari licitatión. Væntandi kann verða bygt á hesi grundøki á vári/sumri 2008. Við Høganesvegin (undir Høganesi) arbeiðir ein fyritøka fyri kommununa við at fyrireika útbjóð­ ingartilfar, har møguleiki verður fyri 25­30 grund­ økjum. Fyrireikingar­ arbeiðið er ikki liðugt, men kommunan hevur vónir um, at arbeiðið verður boðið út seinni í heyst, soleiðis at byggjast kann har á sumri/heysti í 2008. Enn er ongin støða tikin, men kommunan viðger, hvussu vit kunnu halda fram við útstykkingini Heygarnar­Gadd. Meira verður at frætta um hetta á heimasíðuni hjá kommununi: www.nes.fo. Ein stór og øðrvísi útstykkingarætlan – Høganesætlanin – sum eisini varð løgd fram á almennum fundi seinasta heyst, verður framvegis fyrireikað. Komið er so mikið langt, at um stutta tíð verður fyrsta byggistig av hesi stóru ætlan fram­ løgd á fundi fyri áhugað­ um. Svangaskarð er staðið..... Skiftandi bygdaráð hava eftir førimuni roynt at stuðla tí stóra og góða arbeiði, ið verður gjørt á Svangaskarði. Árliga letur kommunan ávísan fíggjar­ ligan stuðul, og í 2007 varð eisini ein eykajáttan latin til arbeiðið at venja okkara yngru lið. Bygdaráðið fegnast um, at hetta sær út til at hava borið ávøkst, nú vit eisini síggja góð úrslit hjá okkara ungu leikarum. Vónandi kann hetta arbeiðið halda fram og mennast. Nú hevur í rúma tíð ljóðað, at ein fótbóltshøll skal byggjast í Skálabotni. Nes kommuna er fyribils ikki við í hesi ætlan, tí vit halda, at ætlanin hjá Tofta Ítróttarfelag um fótbólts­ høll á Svangaskarði er nógv betri. Tað er ófatuligt, at onnur, og tá serliga okkara grannakommuna, ikki duga at síggja henda veruleika. Her hevði veruliga verið talan um eitt felags tiltak fyri minni pening, tí stórar íløgur eru har frammanundan. Undirritaði fer at heita á FSF um at skipa so fyri, at henda sjálvsagda ætlan á Svangaskarði kann fremjast. Við hesi ætlan hevði eisini verið slóðað fyri einum Ítróttarháskúla á Svangaskarði, sum hevði verið eitt sera stórt ítróttarligt framstig fyri Føroyar. 14. september 14. september er ein dagur, tá mong av okkum verða bombarderað við greinum, røðum og aðrari loysingarpropagandu. Stór orka verður henda dag løgd í at fáa okkum øll at verða misnøgd við nakað, sum vit í veruleikanum hava alla orsøk at vera bæði glað og takksom fyri. Grenj, mótmæli og onkuntíð eisini okkurt sum líkist herverki seta dagsskránna henda dagin. Men hvat er tað, hesi fólkini øsa seg upp um? Vit hava eitt frálíkt samfelag, sum er nógv betri enn tey flestu. Ja vit hava tað so gott, at sjálvt loysingarflokkar fáa seg ikki rættiliga til at loysa. Teir vilja heldur sleppa at TOSA um at loysa. Tá danska stjórnin í 2000 bjóðaði teimum fullveldi, søgdu teir korta nei, um teir ikki fingu fyrimunirnar av ríkisfelagsskapinum við sær inn í fullveldið. Sjálvandi sluppu teir ikki tað! Annaðhvørt velur tú fullveldi, ella velur tú samband. Tað ber ikki til at velja bæði. Tað eru hesi, sum fyri sjey árum síðani ræddust treytirnar fyri loysingini, sum nú mótmæla, at vit framvegis eru í ríkisfelagsskapi. Tey tosa um demokratisk rættindi, hóast tað júst er demokratiið sum er vorðið teirra trupulleiki. Fólkið vil ikki hava loysing, og hví skuldu tey tað? Hví býta nakað sum er gott um við nakað, sum er nógv verri? Hví skulu vit lata tey veikastu í samfelagnum gjalda prísin fyri politisku dreymarnar hjá nøkrum ónøgdum fullveldisfólkum? Í fleiri dagar hava tey nú sitið og skrivað greinar og røður, sum hava til endamáls at gera okkum øll misnøgd. Tey hava leitað væl og leingi, fyri at vita um ikki okkurt er, sum tey kunnu seta fingurin á. Men vit eiga ikki at lata hesi fólkini, við teirra dundurtalum, taka tað góða lagið frá okkum, tí vit hava hóast alt rættiliga nógv at gleðast um – nógv meira enn vit høvdu havt, um tey fingu sín politiska vilja framdan í verki. Helgi AbrAHAmsen form. í Teknisku Nevnd í Nes kommunu súni í Hjøllum Nes kommuna 40 ár – framburður og menning Fólkatal: Inntøkur: 1967: 809 fólk 0,487 mió. kr 1990: 1148 fólk 14,8 mió. kr 1992: 1070 fólk 10,9 mió. kr 1996: 1022 fólk 15,8 mió kr 2007: 1238 fólk 30,0 mió. kr viðmerkingar Tað er beinleiðis ósatt, tá Eyðgun Samuelsen sigur, at skotbráið hjá kvinnum at stillað upp er ov stutt. Fyrsti uppstillingarfund­ urin hjá Norðoya Sam­ bandsfelag var fríggjadagin 30. mars 2007, og enn hevur løgmaður ikki ásett nær valdagur verður, men allarhelst verður hann ikki fyrr enn í januar 2008. Tí er tað fullkomiliga burturvið, tá forkvinnan í Demokratia rør upp undir, at skotbráið til uppstilling er alt ov stutt. Tað er ein sannroynd, at tað er trupult at fáa kvinn­ ur á listarnar til løgtingsval – men ístaðin fyri at skjóta til høgru og vinstru kundi forkvinnan í Demokratia tikið í egnan barm. Ein trupulleiki er kanska, at tær kvinnur, sum í dag eru frammi í føroyskum politikki ikki eru fyrimynd­ ir hjá øðrum kvinnum, og at hugurin hjá teimum at fáa aðrar kvinnur at stilla upp ikki altíð er so eyðsýndur, sum vit sum veljarafelag kundu ynskt. Í Norðoya Sambands­ felag hava vit tvær kvinnur, sum eru aktivar í nevndini og fleiri ferðir hava verið uppstillaðar. Onnur hevur umboðað okkum í býráðnum og hevur verið flokkinum og býnum til frama. Tær hava í fleiri ár aktivt roynt at fingið aðrar kvinnur at stilla upp og vónandi megna vit í ár at fáa javnstøðu í okkara uppstilling. Uppskotini, sum er kom­ in frá javnstøðunevndini og Demokratia seinastu tíðina hava verið lítil hjálp hjá okkum veljarafeløgum, sum standa fyri uppstilling­ ini til løgtingsvalið. Uppskotið um at flokkar skulu hava tveir listar kom bráddliga dettandi niður úr luftini og kann neyvan vera tikið seriøst. Vit hava ríki­ ligt av sundurlindi í polit­ iska lívinum – so eingin orðsøk er at elva til stríð millum kynini eisini. Sum sagt so er ein trupul­ leiki kanska, at kvinnur ­ sum eru valdar á ting ­ kanska hava sæð ein for­ deil av at vera einsamallar ­ tí tá eru færri kvinnur at bíta kvinnuligu atkvøð­ urnar við, og tí haldi eg, at fleiri av valdu kvinnunum hava verið meira enn hálv­ forkølaðar í royndini at fáa fleiri av sama kyni inn um tinggáttina. Orkan hjá Demokratia og javnstøðunevndini átti fyrst og fremst at verið brúkt til at fáa politiska áhugan hjá kvinnum birtan – soleiðis at kappingin um uppstillingina verður meira javnt býtt millum kynini og minni orka átti at verða brúkt til at leita eftir hug­ skotum ­ systemskift ­ og annað sum vit veljarafeløg ikki kunnu brúka til nakað sum helst. Seinasti uppstillingar­ fundurin hjá Norðoya Sam­ bandsfelag verður óivað í komandi viku ella í aðru viku, og forkvinnan í Demokratia er vælkomin at birta upp undir at fáa fleiri sambandshugaðar kvinnur at møta til fundar. Rættleiðing til forkvinnuna í Demokratia Formaður í Norðoya Sambandsfelag joHn WilliAm joensen n -har tað hendir