Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-13, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. september 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 177 - 13. september 2007 15 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Niels Jacob Hovgaard, Hoyvík fer til gravar úr Kirkjugarðskapellinum fríggjadagin kl. 15.00. Elinborg Eriksen, í Keypmannahavn, ættað úr Tórshavn, dóttir Hanneba í Funningsstovu, andað­ ist týsdagin, 79 ára gomul. Kórseting verður leygar­ dagin kl.13.00 í Søndre Kapel, Bispebjerg Kirke­ gård Mikkjal Michelsen í Vági andaðist týsdagin 88 ára gamal. Kistan fer út kapellinum á Suðuroyar Sjúkrahúsið fríggjadagin kl. 17. Jarðarferðin verð­ ur úr Vágs kirkju leygardagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Mikkjal, kunnu lata Eldrasambýlinum í Vági eina gávu. Kistan við Helgu Djurhuus, fer av Lágargarði í kvøld klokkan 18.00 í Kirkjugarðskapellið. Jarðar­ ferðin verður úr Kirkjugarðskapellinum fríggjadag­ in, klokkan 13. Andlát og jarðarferðir Í dag fyllir Poul Christiansen í Havn, millum manna nevndur Poul Málarin, 90 ár. Hann er ættaður úr Porkeri, har hann var føddur og vaks upp. Foreldr­ ini vóru Mortina, fødd Djurhuus og ættað úr Porkeri, og Christian Christi­ ansen, ættaður úr Havn. Pápin, sum flutti til Suðuroyar at arbeiða í handli á ungum árum, var av Dalaslagnum í Havn. Poul er triðyngstur í einum systkina­ flokki, sum taldi sjey. Tey vóru Ella, Hanneba, Sanna, Mikkjal, Poul, Christina og Jona, og aftrat teimum er so eisini fosturbeiggin Bjartur Sum­ berg, sum kom til teirra, tá hann var bara 14 mánaðir gamal. Av hesum átta eru bert Poul, Jona og Bjartur á lívi í dag. Barnaárini tíðliga í farnu øld vóru hjá Poul sum hjá teimum flestu. Samstundis sum spæl og hugni áttu sín part í gerandisdegnum, gingu børnini eisini foreldrunum til handar. Eftir at Poul var konfirmeraður, gjørdi hann ymiskt fyrifallandi arbeiði, millum annað í handlinum hjá pápanum, til hann á vári í 1935, bert 17 ára gamal, flutti til Havnar at fara í læru sum málari. Upprunaliga ætlaði Poul at verða snikkari ella timburmaður, men vón­ leyst var at fáa nakað lærupláss tá, so í staðin gjørdi hann av at søkja, tá eitt lærupláss var at fáa hjá Andreasi Mourit­ sen, vanliga nevndur Gubbi, sum var pápi teirra, sum byrjaðu Málinga­ handilin í Havn. Í 1951 giftist Poul við Hjørdis, fødd Lamhauge og ættað úr Rituvík, og tey búsettust í Jónas Broncksgøtu í Havn, sum var heim teirra í meiri enn eina hálva øld. Fyrst fingu tey børnini Maritu og Suna, sum hálvttriðja ár er ímillum, og síðani gingu næstan ellivu ár, áðrenn Kirstin sum tað triðja legð­ ist aftrat. Hesi hava givið Poul fimm abbabørn og tvær langabbadøtrar hev­ ur hann eisini. Heimið hjá Hjørdis og Poul hevur øll árini verið miðdepilin í familjuni í báðar ættir, og bæði innan úr Eystur­ oynni og sunnan úr Suðuroy hevur verið fast, at tey hildu seg ikki hava verið í Havn, um tey ikki høvdu verið inni á gólvinum í Jónas Broncksgøtu, har hurðin altíð stóð opin og blíð­ skapurin var stórur. Bæði tvey vóru tey gávað við góðari heilsu og hartil arbeiðssom. Uppgávu­ býtið var stilltigandi tikið sum tann sjálvfylgja, at í heiminum ráddi Hjørd­ is og tók sær av øllum har, meðan Poul arbeiddi úti og stóð fyri tí inn­ tøku, ið krevst í einum og hvørjum húsarhaldi. Trúfastur hevur Poul verið sum fáur, har hann hevur verið, og tað sást eisini aftur í málarayrkinum, tí í sam­ full 25 ár arbeiddi hann hjá Gubba, áðrenn hann byrjaði fyri seg sjálvan. Sum málarameistari og arbeiðsgevari hevði hann bæði lærlingar og annað fólk aftrat sær øll árini. Árini frá 1965 til 1978 høvdu Hjørd­ is og Poul málingahandilin í kjallaran­ um í Jónas Broncksgøtu. Eftir at tey lótu handilin aftur, helt Poul tó fram við málaravirkseminum og legði ikki frá sær, fyrr enn hann var farin um tey 70. Tó helt hann í einstøkum førum í fleiri ár fram við at røkja einstakar fastar kundar, ið ikki dugdu við annað, enn at hann tók sær av tí, sum málast skuldi hjá teimum. Sum handverkari hevur Poul allar dagar verið tiltikin, tí hann var bæði kvikur og vælgjørdur. Ikki minst hava eftirkomarar hansara notið gott av góða handverkinum, og bæði Hjørdis og hann hava fegin lagt nógv fyri, tá tað hevur rátt um at hjálpt børnunum. At Poul saktans eisini hevði staðið seg sum snikkari ella timburmaður, hevði hann fingið lærupláss í síni tíð, hevur hann fleiri ferðir prógvað við umbyggingum og broytingum, bæði heima hjá sær sjálvum og hjá børnun­ um. Fittur er hann í hondunum, og hann hevur tey góðu evni, at hann altíð sær møguleikar, heldur enn forð­ ingar. Heldur ongantíð hevur hann ver­ ið bangin fyri tí nýggja, sum er komið fram, tað veri seg innan amboð, arbeiðshættir og annað. Seinnu árini eru eyguni farin at bila, men tað hevur ikki forðað honum í at tikið pensilin í hondina, tá brúk hevur verið fyri tí. Og hóast eyguni langt frá eru sum fyrr, hevur alt verið so væl frágingið, at eingin fingur kann setast á nakað, tá arbeiðið er liðugt. Poul er handverkari av tí góða, gamla slagnum. Poul hevur verið einkjumaður í hálvt­ triðja ár, tí í november 2004 gjørdist Hjørdis sjúk og fór fyri jól sama árið niður á Ríkissjúkrahúsið. Heilsubót fekst ikki, og tann 20. januar í 2005 and­ aðist hon, 77 ára gomul. Fyri Poul og familjuna annars var missurin stórur, og tey bæði høvdu jú livað eitt langt lív saman, har tey vóru saman um alt. Hóast lívið ikki altíð gongur eftir tí beinu linjuni, vit so mangan kundu ynskt okkum, so er ikki annað at gera, enn at royna at koma víðari. Tað hevur Poul eisini gjørt, og síðani hann fyrr í summar flutti á Ellisheimið í Havn, sum hann eisini sjálvur so sera fegin vildi, hevur hann næstan vunnið sær ungdóm av nýggjum, so væl hann trívist har. Ikki minst tykist hann vera glaður fyri ta føstu rútmu, gerandisdagurin á heiminum gevur. Tað er sum í gomlum døgum, at bæði døgurði og nátturði hava sínar føstu tíðir, og at fáa morg­ undrekka borið á songina av og á er heldur ikki at forakta. Poul hevur bara tað besta at bera øllum hinum, ið búgva á Ellisheiminum, eins og starvs­ fólkunum, ið gera alt fyri at skapa góðan trivnað. Lítið man heldur vera at ivast í, at Ellisheimið við Poul eisini hevur fing­ ið eitt gott húsfólk, tí hann er fróðar­ maður burturav, hevur gott minni og dámar sera væl at práta. Sosiala genið er sterkt hjá honum, og best trívist hann, tá hann hevur nógv fólk rundan um seg. Tað hevur hann har, og tí er einki at siga til, at hann er fallin væl til í sínum nýggja heimi. Hóast eyguni og eisini hoyrnin bila og Poul sigur seg vera farnan at merkja tey mongu árini, er eingin ivi um, at innan er Poul framvegis sum ein unglingi. Altíð klárur við einum brosi og gjarna onkrari góðari søgu. Við so løttum lyndi er maðurin uttan iva førur fyri at bera mong ár aftrat. Hjartaliga tillukku við runda degn­ um, Poul! frændi Poul Christiansen 90 ár Dagurin 14. september. Dýrd krossins. Eisini rópt krossmessa um heystið. Krossurin, sum drotningin Helena fann, Kristi krossur, varð tikin og fluttur burtur av heidningum, men funnin aftur og førdur til Jerusalems. Tíðindaskriv Umhvørvisstovan er nýggja felagsheitið á teim­ um seks stovnunum, sum 1. juni vórðu lagdir saman. Stovnurin hevur eisini fing­ ið nýtt búmerki, ið birtir uppundir felags samleika. Í nýggju Umhvørvis­ stovuni eru savnaði: Matr­ ikulstovan, umhvørvis­ deildin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Føroya Náttúrugripasavn, Skóg­ røkt Landsins, Tinglýsing­ in og Landsfólkayvirlitið. ­ Av tí at okkara arbeiðs­ øki er so breitt, var tað umráðandi at finna eitt heiti, sum megnar at savna og lýsa okkara umfatandi virki undir einum. Tað ger orðið umhvørvi í breiðum týdningi, og tí halda vit, at Umhvørvisstovan er eitt einfalt og gott navn til nýggja stovnin, sigur Jákup Pauli Joensen, stjóri á Umhvørvisstovuni. Umhvørvisstovan kann lýsast sum ein náttúru­, umhvørvis­ og lendisfyri­ siting. Samanlagdu stovn­ arnir fevna sostatt um eftir­ lit, umsiting, gransking, skráseting, upplýsing, ráð­ geving, rannsóknir, roynd­ ir, ognarviðurskifti, kort við meira. Búmerki – felags samleika Umhvørvisstovan hevur eisini fingið eitt nýtt búmerki. Nýggi stovnurin arbeiðir við náttúru, umhvørvi, fólki og kortum, og tí hev­ ur stovnurin valt eitt bú­ merki, sum er organiskt og livandi við bleytum skapi. Búmerkið, sum í lit­ útgávu hevur ein frískan grønan lit, gevur ymisk hugasambond – eitt nú til vegakervi, æðrasteingir, matrikulkort, plantutrevj­ ur, røtur og so frameftir. Umhvørvisstovnurin heldur til í bygninginum á Argjum, har Frímerkja­ deildin áður húsaðist. Enn eru ikki allir partar av stovninum komnir undir Barnið skal eita Umhvørvisstovan