hósdagur 13. september 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 177 - 13. september 2007
Tann 15. september verður
Sámal Jacobsen í Havn 75
ár.
Tað eru fáir, sum í sama
mun sum Sámal, kunnu sig
ast at vera eitt barn av havin
um.
Pápi hansara var Sámal
Jacobsen í Søldarfirði, sum
var skipari á Immanuel, tá ið
hon gekk burtur við 19 monn
um á vári 1932. Í vár greiddu
vit frá hesi søguni og frá
minningarhaldinum í Søldar
firði í samband við, at 75 ár
vóru liðin síðan hesa syrgi
ligu hending. At Sámal nú
fyllir 75 ár merkir eisini, at
hann er føddur faðirleysur.
Helena og Sámal áttu
frammanundan Eiler, og nú
sat Helena eftir við tveimum
smáum synum.
Nøkur ár seinni giftist Hel
ena til Skálavíkar við Niels
Nicodemussen, sum eisini
var fiskimaður alla sína
virknu tíð. Sámal vaks upp
í eini fiskimannabygd, og
hjá honum var leiðin til sjós
sjálvsøgd, so skjótt hann
hevði rokkið tann aldurin.
Millum skipini, sum Sám
al var við sum ungur, var
Norðfarið, sum hann fór
við í 1950 saman við fleiri
øðrum ungum skálvíking
um, og var Eil er beiggi
hansara millum hesar.
Tá var Norðfarið ein av
teimum góðu kjansunum at
fáa. Norðfarið var annars
eitt av teimum skipum, sum
fingu skarpan gang í tí ill
veðrinum, sum beindi fyri
Immanuel og Lauru.
Seinni fór Sámal á sjó
mansskúla og fekk prógv.
Hann kom at sigla sum skip
ari og yvirmaður restina av
sínum sjólívi.
Hann var millum annað
skipari á Havsøka, sum var
eitt av teimum nógvu stállínu
skipunum, sum komu frá
seinast í 50unum og fram í
60ini. Mitt í 60unum var
Sámal saman við Eileri og
øðrum góðum monnum um
at byggja Ísborg, sum var
byrjanin til eitt rættiligt ævin
týr í føroysku fiskiskapssøg
uni. Fyrst veiddi teir hemara
við línu. Síðan var skipið
umbygt til nótaveiðu, og tað
er her ævintýrið byrjar.
Sámal gjørdist
ímyndin av Norðborg
Síðan fekk p/f Hvalnes sær
Norðborg, var upprunaliga
bygdur í 1967 sum Norð
búgvin. Tað vóru Tummas
Ørv við fleiri, sum bygdu
hetta skip sum línuskip,
eftir at Ásur var koppaður á
nótaveiði í 1966. Norðborð
var umbygdur til nótaskip
og fór í vinnu í 1972.
Her gjørdist Sámal skip
ari, og tað má sigast, at tað
man vera fáur skipari, sum
saman við síni manning,
hevur ført so stóran fong til
lands sum Sámal. Tað kundi
verið stuttligt at talt fiskar
nar og tonsini saman! Víst
skal ikki takast nakað frá
Eileri sum ”sildakongi”,
men Sámal helt nógv longri
á sum fiskimaður. Og tað
vísti seg, at uttan mun til
hvussu tað gekk hjá øðrum,
so kundu Sámal “skapa”
fisk. Hann hevði eini serlig
evni at leita stimarnar upp
og at fáa teir innan
borða. Hetta var ikki minst
fyri makrel, har hann kundu
fylla skipið ferð eftir ferð,
meðan hinir vóru sørir.
Norðborg landaði fyrstu
ferð 28. og 29. juli 1972.
Nøgdin sæst ikki á avrokn
ingini, men virðið var kr.
65.163. Aðru ferð varð av
reidd tann 8. august, 30 t. av
makreli og matsild fyri kr.
47.251 og 3. ferð varð avreitt
tann 16. august 61 t. av makr
eli fyri kr. 87.000. Fyrstu
avrokningarnar vóru fyri hes
ar avreiðingar og manningar
parturin var kr. 3.107,19, og
tað var ikki so heilt galið.
Men seinni gjørdust avrokn
ingarnar munandi størri.
Í aðrar mátar hevur eisini
gingist væl. Norðborg hev
ur ikki verið tarnað av skað
um og óhappum. Spurdi
Sámal um teir ongantíð
høvdu siglt á land øll hesi
árini. Jú, tað var hent eina
ferð, meðan skiparin lá í
tryggum svøvni. Tað vóru
heilir tveir norskir loðsar á
brúnni!
Sum ein familja
Men tað sum telur meira
eru persónligu eginleikarnir
hjá Sámali. Hansara fremsta
eyðkenni er hansara róliga
og álitisvekjandi lyndi. Hann
ger ikki nógv um seg, men
fólkið umborð treivst so sera
væl. Menn siglu við honum í
ártíggir, og sum frá leið
mundi manningin á Norðborg
hava hægsta miðalaldur í flot
anum! Menninir umborð
kendu seg sum ein familja,
og hetta var ikki minst takk
að verið Sámal, hvørs eyð
kenni eisini er trúfesti. Hann
gloymir ikki sínar gomlu fel
agar. Sámal fær eisini besta
ummæli av starvsfeløgum.
Prátaði við Henrik Old nú
um dagarnar. Tá fortaldi
hann, hvussu Sámal hevði
bjargað honum fyrsta túrin
sum skipara við Nýborg. Tað
manglaði ein deilur til asdikk
ið, so teir fingu ikki roynt.
Hann gramdi seg fyri Sámal,
sum fegin vildi læna honum
ein deil frá teimum. Hetta
eydnaðist so sera væl. Teir
fingu uppí fyrsta kastið, og
Henrik tekur til, at eingin var
so forliptur sum Sámal sjálv
ur um, at tað gekk so væl.
Tá ið Norðborg varð seld
til Klaksvíkar fyri nøkrum
árum síðani, legðist Sámal
uppi. Og tað kundi hann
gera við góðari samvitsku,
tí hann hevði sanniliga tænt
sína verjuskyldu fyri før
oyska samfelagið. Hann
má roknast sum ein av veru
ligu slóðbrótarunum, tá tal
an er um uppisjóvarifiski
skap, sum seinastu árini
hevur givið so nógv av sær
til samfelagið.
Sámal er giftur við
Ragnu, dóttir Elspu f.
Wolles, ættað av Trøllanesi
og Dánjal á Dul, sum í nógv
ár var lærari á sjómansskúl
anum. Ragna hevur verið
honum ein góð kona og hev
ur verið ein av teimum
mongu fiskimannakonun
um, sum hava lagt rygg til í
okkara samfelag.
Tey bæði fingu tríggjar døt
ur, Helena, Elspa og Sólvá.
Ynskt
verður
Sámali
hjartaliga
tillukku
við
teimum 75 árunum.
ó.
Sámal Jacobsen 75 ár
Manningin á Norðborg í gullbrúdleypi hjá Margit og Nikkel Nielsen av Eiði. Hann var 19 ár við Norðborg, og hann setur Sámal sera høgt. Her síggja vit frá
høgru: Jeffri Justinussen, Havn, Helgi Wolles, Klaksvík, Nikkel Nielsen, Eiði, Rólvur Sivertsen, Norðdepil, Sámal sjálvur, John Simonsen, Klaksvík, Poul Jóhannes
Andreassen, Haldarsvík og Jógvan á Dul, Havn
Blað nr. 300 Sámal dugdi eisini annað enn at vera skipari. Her bakar hann pannukøkur og
vendir teimum í luftini!
Leygardagin verður Sámal Jacobsen 75 ár
nøvn