Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. september 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 177 - 13. september 2007 17 TÍÐINDI Henda frásøgnin er ein av teimum merkisverdu frá gamla kirkjugarði. Hon er um ein ungan hoyvíking, sum var við í russiska borgarakrígnum ímóti ráðandi kommunistunum Á grøvini, vit umrøða í dag, eru tveir gravsteinar. Á tí aftara standa nøvnini Peter Mohr (1842-1920) og Else- beth Maria Mohr (1855- 1945). Hon var fødd Olsen og ættað úr Hvalba. Á fremra steininum stendur navnið Niels Pauli Mohr (1880-1966). Hesir steinar hava báðir sína heilt serliga søgu. Tá ið Elsba Maria doyði í 1945, var einki pláss lagt av til hana undir liðuni á manninum. Hon fekk tí grøv aðra staðni í kirkjugarðinum. Eini tvey ár seinni søktu børnini um loyvi at flyta beinini á pápanum í grøvina hjá mammuni. Hetta varð játtað og eisini gjørt. Niels Pauli var eitt av teirra 10 børnum. Hini vóru: Marin, Maria, Louisa, Anna, Mourits, Poulina, Ingeborg, Petra og Olaf. Ingeborg var umrødd í greinarøðini um Jakku á Sundi. Niels Pauli var uppkall- aður eftir abba sínum í Hvalba, Niels Paula á Bakka num, hvørs navn enn er í ættini og eisini er eitt kent skipanavn. Niels Pauli fekk eina sera sjáldsama lívssøgu. Hann var føddur 18. februar í 1889. Tá ið hann var doypt ur vóru fadrarnir: Petur Nols øe, á Torvlagnum, Kald bak, hann var seinni giftur við Mourentsu, yng stu fastur Niels Paula, Óli í Lon, Nólsoy, Sam Olsen, Christ- ian Evensen, Sigrid Niclassen og Mina Mortensen. Niels Pauli tók lærara- prógv í 1908. Hann fekk tá starv í Mykinesi. Har var hann sera væl umtóktur, og hann var íðin eftir at læra børnini at svimja. Hann fekk tuberklar og var eitt ár á sanatorium. Hóast Mykinesfolk vildu hava hann aftur sum lærara, endaði Niels Pauli í Sørvági, har hann eisini gjørdi vart við seg í ítrótti. "Ítrótta- sangurin" hjá Mikkjal á Ryggi fekk hann íblástur til, tá ið hann gekk úr Mið vági til Bíggjar og sá Niels Paula fara marsjerandi við skúla- børnunum í Sør vági oman á sandin at svimja. Hann var tann maður, sum lærdi Poul E. Petersen (Svimjipól) at svimja. Poul gjørdist seinni kendur sum ítróttarráðgevi og formaður í ÍSF. Niels Pauli luttók í svimjikapping á Ólavsøku 1913. Samstundis var Niels Pauli av ídnastu sjálvstýris- monnum, og hann var ein av teimum, sum gekk á odda fyri føroyskum máli í skúlanum. Hetta gjørdi, at hann eisini eins og Louis Zachariassen bardist ímóti gr. 7 í skúlalógini, sum gav danskt mál framíhjárætt í mun til føroyskt. Hetta gav mótstøðu og var millum annað orsøkin til, at Niels Pauli fór av landinum til Danmarkar umleið 1915. Í russiska borgarakrígnum Russiska kollveltingin var í 1917, og hon varð fylgd av einum borgarakríggi mill um ”teir reyðu”, nýggju valds- harrarnar, og ”teir hvítu”, sum teir gomlu valds harr- arnir vóru ein partur av. Og nú hendir tað, at Niels Pauli fer í part við teir hvítu. Hann fer uppí eina danska bataljón, og her gjørd ist hann eisini løjtn- antur. Fyrst eru teir í baltalondunum, har Niels Pauli hevur verið í bardaga. Hann fortaldi, at hann einaferð hevði skotið ein reyðan hermann. Tað var í eini støðu, har tað snúði seg um, hvør ið skjeyt fyrst. Hann hevur sagt, at hann kundi ikki skjóta ein fugl, men við fólki var tað øðr- vísi. Men hann hevur eisini greitt frá, at sum tann ið hevði niðurlagt ein fígginda, kundi hann havt tikið hans- ara ognarlutir. Tað gjørdi hann kortini ikki. Síðan fer Niels Pauli til Noregs, og hann fer við einum skipi úr Noregi til Ark angelsk í Hvítahavi- num, norðast í Russlandi, at halda áfram við bar daga- num. Men tá ið teir koma hagar, hava teir reyðu longu sigrað á hesum leiðum. Tískil fara teir als ikki í land. Men skipið verður fylt av so nógvum flóttar- fólki undan teimum reyðu, sum skipið rúmar. Tey, sum ikki sluppu við, fingu neyv- an nakra blíða lagnu. Niels Pauli fer aftur til Noregs, og her verður hann verandi. Hann kom at liva av fyrilestrar- og blað- mannavirksemi. Tað eru føroyingar, sum hava upplivað hann. Jóann- es Skaale og Egil Simonsen vóru fyri 50 árum síðani á háskúla í Hardanger Noregi. Tá kom Niels Pauli hagar at halda fyrilestur um Ormin Lamga. Teir fingu at vita frammanundan, at hóast Niels Pauli skuldi tosa um eitt evni, so kundi eingin vita, hvat tað fór at enda við. Tað var júst tað, sum Tórmóður Djurhuus upp- livdi. Fyrst í 1950-unum varð lýst við einum fyrilestri í Studentafelagnum í Keyp- mannahavn, har Niels Pauli skuldi tala um russ isku kollveltingina. Fundar hølið var fult, tí hetta var eitt spennandi evni, ikki minst tí Niels Pauli sjálvur hevði verið ein partur av hesi søgu. Men hann kom ikki long- ur enn at tosa um, at hann fyri kortum hevði verið í Føroyum, og umrøð an kom tí at vera um heim lig viður- skifti. Tá tíðin var farin segði Niels Pauli, at russ- iska kollveltingin nú mátti bíða til eina aðra ferð! Hann plagdi annars at arga norðmenn við, at hann dugdi nakað, sum norð- menn ikki dugdu, og tað var norska tjóðsangin: ”Ja, vi elsker dette landet”. Hann dugdi Niels Pauli úr enda í annan við sínum átta ørindum. Hann skrivaði nógv í norskum bløðum og eisini í Tingakrossi. Á landsbóka- savninum er eitt yvirlit við 30 greinar, sum hann hevur skrivað um ymisk evni. Niels Pauli var giftur við Guddrun Brun, sum var apo tekari. Fyrst í Bergen, síðan í Kabelvåg í Lofoten og at enda í Øystese við Hardanger. Hann var tvær ferðir aftur í Føroyum, í 1945 og 1947. Niels Pauli hevði bræva- skifti við ættina í Føroyum. Hann átti eina mostir á Húsum. Hana skrivaði hann so saman við. Niels Pauli doyði 22. mai 1966, og eftir hansara ynski varð hansara øska gravsett í grøvini hjá foreldrunum. Hetta var einastu ferð konan var í Føroyum. Keldur: Janus Mohr Zakarias Wang Malan Østerø Jógvan Joensen Næstu ferð Komandi frásøgnin verður um danan Hans Madsen Nielsen, sum rýmdi undan krígnum móti Týsklandi í 1864, og sum gjørdist lærari í Suðuroy. he n d u r ið sl ep t u Niels Pauli bardist móti teimum reyðu undir russiski kollveltingini Foreldrini hjá Niels Paula, Elisabeth Marina og Petur Mohr Niels Pauli Mohr var ein spennandi persónur Fremri steinurin er tann hjá Niels Paula Mohr. Aftanfyri er tann hjá foreldrum hansara Niels Pauli saman við systir síni Ingeborg, sum eisini hevur eina serliga søgu. Hon fór sjálvboðin upp í tann amerik anska herin undir 1. veraldarbardaga fyri at hjálpa teimum særdu. Hon giftist í USA og kom ofta heim at ferðast 7111F04008 7111F0407 Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo