Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. september 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 177 - 13. september 2007 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Men nú eri eg so komin ájavnur honum, og so er spurningurin, um eg ikki eisini kann leggja meg framum Toda Rógvi Jacobsen Rógvi Jacobsen er nú ájavnur Toda Jónsson sum all-time málslúkur á føroyska fótbóltslandsliðnum. Nú er málið at leggja seg framum býarfelagan Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Við málinum, sum Rógvi Jac­obsen skoraði í evstu løtuni av dystinum í Kaun­ as, kom hann upp á níggju landsliðsmál. Hetta er sama tal, sum Todi Jónsson hevur skotið, og Rógvi viðgekk eisini, at hetta er nakað, sum hann hevur hugsað um. ­ Seinastu dystirnar hevur tað sjálvandi verið í tonku­ num. Og kanska var man farin at óttast, at tað ikki skuldi eydnast. Men nú eri eg so komin ájavnur honum, og so er spurningurin, um eg ikki eisini kann leggja meg framum Toda, sigur Rógvi. Hóast málið kom í yvir­ tíðini, so tóktist tað, sum fekk Rógvi munandi betri pláss at spæla fyri steðgin, tá hann eisini hevði onkran møguleika. ­ Eg haldi, at tað var gald­ andi fyri alt liðið. Eftir steð­ gin ansaðu teir betri eftir, og sjálvur varð eg eisini betri ansaður tá. Og tí gjørdist tað alt truplari at spæla. Um sjálvt málið mátti Rógvi – sum jú er lámur – flennandi viðganga, at hann ongan tíð áður hevði lobbað í mál við skeiva beininum úr somikið stórari fjarstøðu. ­ Nei, tað havi eg ikki. Men visti, at eg ikki kundi renna meg leysan inn um verjuspælaran. Og hevði eg tikið eitt trekk, so hevði vinkulin blivið ov spískur. Og eg sá at málverjin var komin nakað út, so eg royndi bara at kippa hann. Tíðliga í seinna hálvleiki var Rógvi eisini um reppið at javna, tá málverjin stórbjargaði stútara frá klaksvíkinginum. Men sjálvur visti Rógvi ikki reiðiliga hvussu nær við tann bólturin var. ­ Eg hevði ein verju­ spælara hvørju megin mær, og tí sá eg ikki bóltin, fyrr enn beint áðrenn eg stútaði. So tí fekk eg als ikki stýrt bóltinum, og eg visti heldur ikki, hvønn vegin hann fór. Men eg skilti so á lagnum, at málverjin bjargaði. Hevur hugsað um Toda Jógvan Martin Olsen var ikki nøgdur við heildarmyndina hjá sínum liði. Men hann helt samstundis, at við bara eitt sindur av neyvleika, kundi úrtøkan væl verið eitt stig Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Boðini undan dystinum vóru greið. Støðugt tosaði Jógvan Martin Olsen um, at føroyska liðið skuldi tora fram á vøllin, so mótstøðan eisini mátti hugsa um at verja. Og tann parturin eydnaðist í øllum førum stóran part av fyrra hálvleiki, har litavar mang­ an vóru um ein háls. ­ Hetta var ein heldur løgin dystur í so máta, tí tú sást fleiri ferðir í fyrra hálvleiki, at liðið hjá teim­ um fer í tvíningar. Hetta so at teir høvdu einar fimm mans frammi. ­ Og tað ger eisini, at vit í fyrra hálvleiki hava fleiri støður, sum vit eiga at gagnnýta. Rógvi og Christi­ an hava hvør sín møguleika. Og so hava vit fleiri lyklastøður, sum vit ikki fáa gagnnýtt. Kanska einar 6­7 slíkar støður, sjálvt um vit ikki spæla serliga væl. ­ Í seinna hálvleiki missa vit fullkomuliga takið á miðvøllinum. Og tó so, so hava vit beint undan seinna málinum hjá teimum tað allar­allarbesta álopið í dyst­ inum. Eitt álop, sum endar við, at Símun leggur bóltin perfekt innum verjuna, men har okkara áleyparar so ikki gera røttu renningina. ­ Men sum heild riggaði miðvøllurin ikki nóg væl, og tí gjørdi eg av at skifta Súna út. Hann virkaði nak­ að troyttur, og onkursvegna rakti hann ikki dagin. Og eg haldi, at Pauli gjørdi eitt sera gott arbeiði, tá hann kom inn. Hann og Mikkjal finna skjótt eitt arbeiðsbýti sínamillum, og soleiðis fingu vit stabiliserað mið­ vøllin aftur. Tá høvdu teir so tíverri økt eftir eina verju­ villu av tí slagnum, sum nóg illa kemur fyri í yngru deildunum. Verjan og Símun Tá Jógvan Marin verður biðin um at seta nøvn á teir spælarar, sum eftir hansara tykki stóðu seg best, vil hann illa seta nakað bein­ leiðis navn á. ­ Men eg haldi, at verjan stóð seg væl. Eisini Jákup á Borg, sum jú spældi eitt púra óvant pláss. Málini hjá teimum eru tó ov bílig, hóast eg ikki reiðiliga sá, hvat gekk fyri seg við fyrra málið. Men tá eru vit so í øllum førum ov sløvir til returbóltin. Men sum heild, so haldi eg, at liðið hjá okk­ um rakti ikki dagin. Ein spælari sum Símun tykist ofta hava havt ilt við at vísa tað, sum fólk vita hann kann á landsliðnum. Tað vísti hann væl nakað av í dag? ­ Serliga í fyrra hálvleiki sóu vit fleiri góðar renn­ ingar, og eg eri væl nøgdur um hansara avrik. Men sum heild duldi Jógvan Martin ikki fyri, at samanlagt var talan um vónbrot. Nakað sum eisini var sjónligt, tá hann varð spurdur, hvussu nógv føroy­ ska liðið kann brúka 1­2 málið hjá Rógva Jac­obsen til. Ella um tað var nøkur troyst í tapinum. ­ Vit kunnu jú ikki brúka hatta til nakað sum helst. Men tað var væl gjørt av Rógva. Tað skal hann eiga. Vónbrotið var stórt Føroyski landsliðsvenjarin var vónbrotin um úrslitið, og hann helt, at fleiri av spælarunum ikki spældu upp til sítt allar besta í dystinum Rógvi hevur skotið øll trý málini, sum Føroyar hava fingið í hesi undankapp- ingini. Tey eru skotin móti Georgia, Italia og nú Litava