hósdagur 13. september 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 177 - 13. september 2007 ]
Abramovich hjálpti ikki
Enskir miðlar hava seinastu tíðina borið slatur um, at
Chelsea-eigarin, Roman Abramovich, hevði boðið russisku
spælarunum hálva millión í part, um teir megnaðu at basa
Onglandi í dystinum mikukvøldið. Chelsea hevur nú boðað
alment frá, at einki hald er í hesum tíðindum. – Mr.
Abramovich stuðlar russiskum fótbólti á græsrótastøði við
at gera vøllir, fótbóltsskúlum og øðrum, men hann als ikki
sett pening av til at stuðla landsliðnum, verður millum
annað sagt í tíðindaskrivinum.
Dramatiskur døgurði
Talan gjørdist um eina dramatiska kvøldmáltíð, tá føroyski
landsliðshópurin fekk sær nátturða á Hotel Kaunas eftir dystin
mikukvøldið. Birgir Hansen, sum er liðleiðari, setti nevnliga ein bita í
hálsin, og illa gekst at fáa hendan uppaftur. Men tá hvørki Heimlich-
takið ella nakað annað hjálpti, fekk Jens Pauli Marstein, lækni, við
fingrunum toga vandamikla bitan úr hálsinum á liðleiðaranum, sum tó
var illa fyri eina løtu. Hetta lagaði seg tó væl, og Birgir er tí eisini við
á ferðini, tá føroyska ferðalagið í kvøld kemur aftur til Føroya.
Talan var ikki um liðavrik
eftir vanliga føroyska
mátistokkinum. Nakrir
av spælarunum stóðu seg
framúr væl, men í fleiri
førum var heildarmyndin
ikki serliga sterk, tá tikið
verður saman um einstøku
avrikini hjá føroysku
spælarunum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
1. Jákup Mikkelsen, B36
Hóast litavar høvdu bóltin nógv,
so var arbeiðsdagurin sum so
rættiliga friðarligur hjá Jákupi.
Veruligur bjargingarnar, sum
hann varð noyddur at gera, vóru
fáar í tali. Tann fyrsta kom longu
eftir sjey minuttum, men tíverri
varð returbólturin síðani beindir í
netið. Í spælinum við beinunum
vísti hann enn einaferð høgan
klassa. Bæði við at sparka
somikið væl út, at hetta kundi
skapa vandastøður við
mótstøðumálið, og við at syrgja
fyri, at vandi ongan tíð spurdist
burtur úr afturleggingum. Var
eisini fyri tað mesta tryggur í
luftini, men kom eina einstaka
ferð púrasta skeivt út til innlegg,
sum tíbetur varð stútaði tvørtur
við føroyska málinum.
4. Atli Danielsen, Frem
Var ikki eins tryggur á
bakkinum, sum hann vanliga er.
Hevði fyri steðgin gott tak á
sínari síðu, men fyrstu løtuna av
seinna hálvleiki gekk stórur
partur av litaviska álopsspælinum
upp í hansara síðu. Og hevði
hann stórar trupulleikar av
tekniskt sterka Audrius
Ksanavicius. Átti soleiðis eisini
sín lut í seinna málinum hjá
Litava, eins og hann ta einu
ferðina noyddist at fáa sær gult
kort, tá hann tók beinini undan
sama mótstøðuleikara, tá hesin
var á veg inn í føroyska
brotsteigin.
5. Jón Rói Jacobsen, AaB
Var ikki so øgiliga tryggur fyrstu
løtuna av dystinum, og misti
markeringina við fyrra litava-
málið. Spældi seg tó væl upp, og
saman við Fróða Benjaminsen
var hann rættiliga tryggur í
miðverjuni seinastu fimm
korterini av dystinum. Bæði við
at standa rætt í verjustøðu, men
eisini í nærdystum á jørðini og í
luftini. Kom eisini fleiri ferðir
framvið til deyðbóltsstøður, tá
føroyska liðið royndi at leggja
trýst á seinasta partin av
dystinum.
6. Rógvi Jacobsen, HB
Skrivaði seg í føroysku
søgubøkurnar, nú hann saman
við Toda Jónsson er besti
landsliðsmálskjútti í altjóða
føroysku fótbóltssøguni, og við
bara eitt lítið sindur av hepnið,
kundi úrtøkan mikukvøldið verið
bæði tvey- og trífaldað. Sýndi
enn einaferð høvuðsspæl í
altjóða flokki, og tað var ikki
uttan orsøk, at litaviska verjan í
seinna hálvleiki mest sum
dupultkekkaði á hann, hvørja
ferð føroyingar royndu at spæla
langt. Arbeiddi eisini sera nógv,
og var sum heild ein av sterkastu
føroysku spælarunum.
7. Fróði Benjaminsen, B36
Var helst besti føroyski spælarin í
dystinum. Vísti bæði leiðaraevni
og styrki í nærdystum, tá
føroyska verjan hevði ilt við at
skipa seg fyrstu løtuna, og helt
sama høga støði allan dystin á
tamb. Í loftspælinum er hann
nærum í sama høga flokki, sum
Rógvi er tað, og góði
bóltførleikin ger, at hann ofta
sleppur undan panik-loysnum, tá
spælast skal burtur úr trýstinum.
8. Mikkjal Thomassen, B36
Var eitt satt arbeiðsgrev á
miðvøllinum, har hann serliga í
fyrra hálvleiki fekk sett
týdningarmiklar tacklingar inn,
júst áðrenn litavisk álop gjørdust
ov vandamikil. Kropsliga megnar
hann eisini at halda upp á bóltin,
hóast hann er undir trýsti, og tí
fekk hann í fleiri førum frið yvir
føroyska spælið. Var í seinna
hálvleiki eisini um at skora, men
ov tjúkt var fyri, tá hann royndi
seg við dundurskoti eftir
returbólt úr litaviska
brotsteiginum.
9. Jákup á Borg, HB
Tað líktist einum urias-posti
fyrstu løtuna, tá hann skuldi
spæla á óvanda plássinum. Bæði
tí hann tóktist venda skeivt, tá
hann móttók bóltin í
uppspælinum, og tí hann hevði
ov góðan hug at pressa
mótstøðuspælaran, uttan at hava
nóg gott eyga við veruleikanum,
at hann ikki hevði bakkin aftan
fyri seg. Spældi seg tó heilt væl
upp, og í seinna hálvleiki var tað
rár hending, at litavar spældu seg
ígjøgnum í hansara síðu.
10. Christian Høgni
Jacobsen, NSÍ
Hevði ein av sínum meira
friðarligu landsdystum, og tað
var ikki so ofta, at hann fekk víst
annars góðu evnini at bjóða
beinleiðis mótstøðumanni sínum
av. Var tó partur av einstøkum
føroyskum atsóknum, men sum
heild var útskiftingin náttúrlig.
14. Christian Lamhauge
Holst, Lyngby
Sýndi sjáldan tann klassan, sum í
dystunum móti Italia og
Skotlandi gjørdu hann til púrasta
sjálvskrivað val á toppinum.
Kanska eisini tí hann ofta leitaði
djúpt oman á vøllin, og tí ikki
kom í rætta støðu, áðrenn
føroysku innleggini komu. Og
var hinvegin eisini ov ótolin í
støðum, tá hann royndi at spæla
langt og beinleiðis, heldur enn at
nýta eina sending ella tvær meira
í uppspælinum.
17. Símun Samuelsen,
Nototten
Hevði ivaleyst sín best landsdyst
yvir høvur fyri Føroyar. Sýndi ta
ferðina og gjøgnumbrotsstyrkina,
sum hann ferð eftir ferð hevur
víst í Keflavík, men sum
onkursvegna ikki hava eydnast
eins væl á landsliðnum.
Serstakliga gekk nógv fyri seg í
hansara síðu í fyrra hálvleiki,
men eisini í seinna hálvleiki var
hann fleiri ferðir við til at seta
ferð á føroyskt kontra við
longum raidum niðan eftir
síðuni.
19. Súni Olsen, AaB
Var als ikki so eyðsýndur í
stýrimansleiklutinum, sum vit
við tíðini hava vant okkum til.
Valdi í fleiri førum truplu
loysnirnar, og tað kostaði fleiri
bólttap á miðvøllinum. Og heldur
ikki vóru sendingarnar til
viðspælarar eins neyvar, sum tæ
vanliga eru. Útskiftingin tóktist
tó náttúrlig, men lítið er at ivast
í, at hann framvegis eru tryggur
fastur fúsur á føroyska
miðvøllinum.
2. Pauli G. Hansen, Skála
Kom á vøllin fyri Súna Olsen, og
megnaði í leiklutinum sum
miðvallasweepari at tippa flestu
av holunum, sum voldu føroyska
liðnum alstórar trupulleikar
fyrstu løtuna av seinna hálvleiki.
Tað var tó ikki altíð, at hann
slapp sær eins skilagott av við
bóltin, men føroyska landsliðið
er tað gott at síggja, at
miðvallageneralurin av Skála er í
ferð við at finna tað støðið, sum
hann vísti tey árini, tá Skála beit
seg fast í føroyska fótbóltstoppin.
12. Hans Pauli Samuelsen,
EB/Streymur
Fekk seinasta korterið av
dystinum og var mest sum ein
fragd at síggja. Framúr tekniski
førleikin kom fleiri ferðir til sín
rætt. Ikki minst tí fyrsta nertingin
altíð er mest sum perfekt. Og
hevði tí mest sum einki bólttap ta
løtuna, hann var á vøllinum.
11. Andrew av Fløtum, HB
Fekk nakrar fáar minuttir á
vøllinum, og tí kann illa metast
um avrikið. Men átti uppleggið
til málið hjá Rógva við fínari
sending.
Stórur munur á toppi og botni