hósdagur 13. september 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 177 - 13. september 2007
Danmark hølvaði Liktinstein av
Danmark hevur framvegis møguleika at sleppa til EM-endaspælið
2008. Eftir at teir fingu eitt sting burturúr í Svøríki leygardagin,
megnaðu teir í dag at vinna øll trý stigini. Annað enn tað hevði tó verið
ónøktandi, tí mótstøðuliðið var Liktinstein. Teir vórðu sendir heimaftur
við einum 0-4 tapi í viðførinum. Stóra hjálp fekk danska liðið frá
Íslandi, sum í kvøld vunnu 2-1 á Norðurírlandi. Hetta hevur við sær, at
danir nú bara eru tvey stig frá Norðurírlandi, og fimm stig frá at røkka
endaspælinum. Liðini hava fýra dystir eftir at spæla. Hetta undantikið
Norðurírlandi og Íslandi, sum hava spælt ein dyst fleiri.
Skotar vunnu í Fraklandi
Franska landsliðið kann helst fara til skotvenjingar saman
við okkara monnum, eftir at teir á heimavølli máttu lúta
fyri Skotlandi. Einsamalla málið í dystinum skeyt James
McFadden við kanónskoti úr 25 metra frástøðu, men í
allar aðrar mátar sat heimaliðið á øllum. Við einum
stórspælandi Craig Gordon í málinum fingu skotar tó var
fyri øllum, og so kundu fronsku stjørnurnar bara iðra seg
um at tað, sum kundi og skuldi verið trý stig, ístaðin
gjørdist til kaldur lúsingur.
Tað eydnaðist til
fulnar at tvinga
litavisku spælararnar
til eisini at hugsa
verjufótbólt. Men
tað riggaði í alt ov
lítlan mun at gera
sær dælt av teimum
møguleikum, sum
føroyska liðið skapti
sær í Kaunas
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hann hevur gjørt tað fyrr,
og hann gjørdi tað so aftur
hesaferð. Rógvi Jacobsen
er framvegis einasti føroy-
ski landsliðsspælarin, sum
hevur skorað í hesi undan-
kappingini, og við einum
framúrskarandi lobbi úr 20
metrum hitaði hann føroy-
sku hjørtuni nakað, tá náttar-
kuldin spakuliga hevði lagt
seg yvir Kaunas.
Fyri føroyska liðið og
úrtøkuna av dystinum var
trupulleikin bara, at hetta
var at kalla seinasta sparkið
í dystinum, sum tí kortini
varð taptur. Og tað kundu
okkara sum so ikki vera
nøgdir um.
Helvtin riggaði
Landsliðsvenjarin
hevði
undan dystinum sagt upp í
saman, at tað ráddi um hjá
føroyska liðnum at vera
væl skipaðir í verjustøðu,
og at vit so skuldu tora at
spæla í álopsstøðu.
Og av hesum riggaði í
øllum førum helvtin. Tí tað
tók sína tíð, áðrenn liðið
veruliga stóð rætt á vølli-
num. Á vinstra bakki byrj-
aði Jákup á Borg ikki so
sannførandi, nú hann fyri
fyrstu ferð yvir høvur royn-
di seg á hesum plássinum.
Og nakrar ferðir varð hann
yvirspældur í kvikum 1-2
samanspælið, tá hann fór
upp at pressa, heldur enn
bert at gardera í verjuparti-
num. Og við undantaki av
Fróða Benjaminsen, so tókt-
ist nýggja samansetingin at
Litava-Føroyar 2-1 (1-0):
Helvtin riggaði
Skothagtøini søgdu,
at litavar høvdu 23 av
slagnum mótvegis 7 frá
okkara monnum. Men
bert trý av skotunum
hjá vertunum vóru
innan fyri rammuna, og
tað var eitt minni enn
hjá føroyingunum. Ein
góð mynd av, at hóast
yvirvágina, so megnaðu
vertirnir sjáldan at spæla
seg fram til tær heilt
vandamiklu støðurnar