Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-13, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. september 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 177 - 13. september 2007 29 tíðindi órógva friðin í verjuni. Litaviska málið var væl eisini eitt dømi um, at verjan ikki var nóg væl skipað. Eitt er, at dómarin ongan tíð skuldi dømt frísparkið móti Fróða, sum meira varð togaður av enn togaði í Jankauskas. Men tá frísparkið so varð sent inn­ fyri, misti Jón Rói sína markering, og hóast Jákup reageraði væl og fangaði stútaran, so snorksvav alt liðið, so Jankauskas kundi sparka returin í kassan. Men longu undan hesum, og stóran part av fyrra hálvleiki prógvaði føroyska liðið, at vit so sanniliga kundu vera við. Litavar tóktust als ikki hava væntað, at føroyska liðið kom so­ mikið langt niðan á vøllin, og tí vóru teir støðugt í ójavnvág, tá okkara kon­ traðu niðaneftir. Plássið í borðunum var gott, og eis­ ini á miðvøllinum høvdu føroyingar rúmar ræsur, tá bólturin fyrst varð fingin framvið fyrstu ketuni. Og hetta bæði kundi og skuldi givið okkurt málið. Størsta møguleikan fingu vit, tá Jákup Mikkelsen sýndi frálíkan sparkiteknikk við langum bólti yvir 70 metrar. Rógvi Jacobsen sýndi eins frálíkt høvuðs­ spæl og stýrdi til Christian Holst, men tíverri fekk litav­ iski málverjin beint bólti­ num til horna. Seinni hevði Rógvi góða roynd, eins og vit fleiri ferðir áttu at fingið meira burtur úr góðum góðum álopsstøðum, har bólturin tó ofta varð mistur, tí seinasta trekkið ikki var nóg væl umhugsað. Litavar bíðaðu Og tað er væl eingin loyna, at litaviski landsliðsvenjarin var alt annað enn nøgdur. Hóast bæði Mikoliunas og Cesnauskis lótust at halta, tá teir fóru av vøllinum, so var avleiðingin av dupult­ útskiftingini eftir hálvan tíma sjónlig. Liðið hjá Lita­ va varð stillað nógv meira verjukent, og tí gjørdist plássið hjá okkara væl minni. Við 1­0 í steðginum mun­ du føroysku vónirnar tó vera á eini leið undan seinna hálvleiki, og kanska kundu vit eisini fingið okk­ urt at hava hesar vónirnar í heilt skjótt eftir steðgin. Litavar royndu annars at byrja við buldur og brak, og alt fyri eitt kom føroyska liðið undir stórt trýst. Ikki minst, tí Danilivicius á mið­ vøllinum og Ksanavicius, sum nú spældi vinstri kant­ ur, fingu alt ov gott pláss. Ferð eftir ferð var føroyska verjan um ein háls, tá yvirtalsstøður vórðu skapt­ ar, men áðrenn júst teir báðir stóðu fyri næsta heimamálinum, høvdu lita­ var so sanniliga fingið sær ein hvøkk fyri allar peng­ arnar. Fyrst tá Rógvi Jacob­ sen tvingaði málverjan at stórbjarga stútara eftir frí­ spark, og síðani tá Símun eftir flott føroyskt álop sendi væl innfyri, men uttan at nakað føroyskt álopsbein kom fyri. 2­0 málið at kalla drap dystin, og litavar hugsaðu nú aftur meira um verju­ spælið. Tó so, at teir høvdu nøkur vandamikil kontra, har Atli til tíðir hevði stórar trupulleikar av sínum kvika kanti, men veruligar atsókn­ ir gjørdist talan sjáldan um. Aloftast endaði tað við langsskotsroyndum, sum sjáldan noyddu Jákup Mikkelsen at vísa nakað sum helst. Føroyska liðið var eisini umskipað, soleiðs at Pauli kom inn á miðvøllin, har hann skjótt fram fram til leiklutin sum sweepari, og tí steðgaði flestu gjøgnum­ renningunum hjá litavum. Men nakað veruligt trýst fekk føroyska liðið sjáldan. Vandamesta álopsvápnið var framvegis høvuðsspælið hjá Rógva, men hann var dupultkekkaður, mest sum hvørja ferð hetta varð roynt. Og hóast okkara fleiri ferðir komu ígjøgnum í borðunum, so var ov sjáldan, at veruligar vandastøður stóðust av hesum. Skotvenjing á skránna Eftir spælbýtinum at døma, so var litaviski sigurin helst í lagi, men meira enn nakað, so var sigurin grundaður á, at teir tóku av møgu­ leikanum, tá hesin beyðst. Tann partin megnaðu okk­ ara heldur ikki hesaferð. Og tó at tað er hugaligt at staðfesta, at føroyska liðið í trimum av seinastu fýra dystunum hevur skapt fleiri møguleikar, enn teir hava gjørt seinastu tvey árini tilsamans, so er tað eins frustrerandi, at hesir ikki vilja geva nakað mál av sær. Og tíansheldur nakað stig. Og havandi komandi mótstøðuliðini í huga, so er ikki serliga upplagt, at nakað av slagnum fer at koma í seinastu dystunum av undankappingini. Glottar vóru tó avgjørt at síggja. Avgerðin at flyta Jákup á Borg á bakkin var djørv. Men bæði tí hesin spældi seg væl upp, og tí Símun Samuelsen hesa ferð leveraði tað, sum hann eig­ ur at megna, vísti hon so eisini at halda. Og kann luftvápnið hjá Rógva fáa stuðul frá kvalitetunum, sum Holst og Súni Olsen áður hava víst, eigur hetta eisini at virkar til enn fleiri føroyskar møguleikar. Og kunnu hesir skapast, uttan at ov nógv verður slakað í verjupartinum, so fara fleiri føroysk mál væl at spyrjast burturúr fyrr ella seinni. Men um tað verður í hesi undankappingini, er tó ilt at siga. Italia tók alt í Kiev Við tveimum málum frá Antonio de Natale fóru italsku heimsmeistararnir úr Kiev við trimum stigum. Italia var við yvirlutan stóran part av dystinum, men Shevchenko javnaði teirra leiðslu, tá hann bara 20 minuttir fyri leiklok fann meskarnar. De Natale var tó ikki liðugur, og so var fagnaðurin ovurstórur, tá hann einsamallur við málverjanum var ískaldur og skoraði sigursmálið. Italia er nú bert eitt stig aftan fyri Skotland, sum er á odda í okkara bólki. Liðfelagi hjá Atla gevst Øll árini føroyska málmanstalentið, Gunnar Nielsen, var í Frem, stóð hann í skugganum av einum royndum harra, ið kallast Jørgen Nielsen. Nú Gunnar fyri stuttum er farin til enska Blackburn, fer 36 ára gamli Jørgen Nielsen at gevast í Frem. Hesum boðaði hann frá í dag. Orsøkin er tann, at hann nú ætlar at brúka alla sína tíð og orku at gera útbúgvingina sum samfelagsfrøðingur lidna. Eftirnavnabróðurin hjá Gunnari, sum uttan iva hevur lært Gunnar nógv, var eitt skifti í 1997 í Liverpool FC. Síðani 2003 hevur hann spælt í Frem, hagar hann kom úr Farum, sum í dag kallast FC Nordsjælland. Litava-Føroyar 2-1 (1-0) EM-undankappingardystur á Zalgiris Stadion í Kaunas 4.000 áskoðarar 1-0: Edgaras Jankauskas 8. 2-0: Tomas Danilevicius, 53. 2-1: Rógvi Jacobsen, 90. Dómari: Twvetan Georgiev Litava: Zydrunas Karcemarskas – Andrius Skerla, Vidas Alunderis, Deividas Semberas, Arunas Klimavicius – Deividas Cesnauskis (Mindaugas Kalonas, 21.), Kestutis Ivaskevicius, Andrius Ksanavicius, Saulius Mikoliunas (An- drius Velicka, 32.)– Tomas Danilevicius, Edgaras Jankaus- kas (Aurimas Kucys, 86.) Gul kort: Vidas Alunderis, Andrius Ksanavicius, Aurimas Kucys Á beinkinum uttan at koma inn: Paulius Grybauskas, Irmamtis Zelmikas, Igoris Morinas, Ricardas Beniusis Venjari: Algimanters Liubinskas Føroyar: Jákup Mikkelsen – Atli Danielsen, Fróði Ben- jaminsen, Jón Rói Jacobsen, Jákup á Borg – Símun Samu- elsen, Súni Olsen (Pauli G. Hansen, 63.), Mikkjal Thomas- sen, Christian Høgni Jacobsen (Andrew av Fløtum, 84.) – Christian Lamhauge Holst (Hans Pauli Samuelsen, 74.) Gul kort: Fróði Benjaminsen, Rógvi Jacobsen, Súni Olsen, Atli Danielsen Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: René Tórgarð, Johan Troest Davidsen, Herbert í Lon Jacobsen, Hjalgrím Elttør Venjari: Jógvan Martin Olsen FAKTA