Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-13, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. september 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 [ Nr. 177 - 13. september 2007 ] Óhepnir normenn Noreg spældi í gjárkvøldið móti griksku europameistarunum, og her endaði dysturin við 2-2 javnleiki. Noreg átti tó betri uppiborið fyri dystin, har teir stýrdu tí mesta, men tað eydnaðist teimum tó ikki at vinna dystin. Seinni um kvøldið vann Turkaland tryggan 3-0 sigur á Ungarn, og tí fóru teir framum Noreg í stríðnum um annaðplássið í bólkinum. Grikkaland er framvegis á odda. Málleysir finnar Finnland og Poland spældu javnt, tá oddadysturin í bólki A var á skránni. Hóast finska yvirvág, so endaði dysturin í Helsinki málleysur, og tað kundu gestirnir avgjørt vera nøgdir um. Pólland er framvegis á odda í bólkinum við 21 stigum eftir 11 dystir. Finnland hevur 19 stig á øðrum plássi. Átta rógvarar úr Róðrarfelagnum Knørri fóru í morgun til Danmarkar, har tey um vikuskiftið skulu taka lut í danmarks­ meistaraskapinum fyri innriggarar KAPPRÓÐUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Fyrr í dag fór eitt føroyskt ferðalag við rógvarum úr Róðrarfelagnum Knørri í Havnini til Danmarkar. Endamálið við túrinum hjá teimum átta rógvarunum er at taka lut í danmarksmeist- araskapinum fyri innriggar- ar, sum er eitt annað slag av bátum enn teir, vit eru von við í Føroyum. Talan er um fimm menn og tríggjar kvinnur, sum fara at taka lut í kappingini, og umframt tey átta, so vera eisini ein ferðaleiðari, ein myndamaður og ein tíðinda- maður við á ferðini. Kappingin um danmarks- meistaraheitið verður hildin í lítla býnum Brabrand, sum liggur nakað uttan fyri Aar- hus, og føroysku rógvararnir fara at halda til í Aarhus. Sjálv kappingin verður á skránni leygardagin. Her skulu tær tríggjar kvinnur- nar rógva undan monnunum, og teinurin hjá kvinnunum verður 1000 metrar. Nakað eftir kvinnurnar skulu menninir kappast, og tá er talan um 2000 metrar, sum skulu leggjast aftur- um. Teir átta rógvararnir, sum vera við í kappingini eru Bára Berghamar Danielsen, Eivy Olsen, Paula Eikholm, Helgi Øster Petersen, Høgni í Skorðastovu, Jacob Joen- sen, Jens Michal Tróndheim og Johan Jacobsen. Ferða- lagið verður aftur í Føroyum seinnapartin sunnudagin. Knørrafelagið til Danmarkar Róðrarfelagið Knørrur fer um vikuskiftið at hava umboðan av átta rógvarum, tá danmarksmeistaraheitið fyri innriggarar verður á skránni. Rógvararnir Menn: Helgi Øster Petersen Høgni í Skorðastovu Jacob Joensen Jens Michal Tróndheim Johan Jacobsen Kvinnur: Bára B. Danielsen Eivy Olsen Paula Eikholm Sunnudagin vann Joan Bláfoss danska meistaraheitið í duathlon, har rennast skuldu 20 kilometrar og súkklast 60 DUAthlon Tíðindaskriv: Kappingin var fyrsta duath- lon kapping hjá Joan í næstan hálvt triðja ár, og var hetta fyrstu ferð hon skuldi royna seg í elite- bólkinum og á tí langa tein- inum. Venjingin seinasta mánaðin hevði gingið framúr væl, og Joan hevur betrað seg bæði á súkkluni og í renningini. Hørð kapping Í kvinnubólkinum vóru ser- liga tríggjar kvinnur, sum vónirnar vóru stórar til. Tá Joan ikki áður hevur stillað upp í elite-bólkinum í duathlon, var hon ikki mill- um favorittarnar. Tó skuldi tað vísa seg at longu á fyrsta rennitúrinum lá Joan millum fremstu kvinn- urnar. Javnar inntil sein­ asta rennitúrin A súkkluni var Joan støð- ugt við millum tær fremstu, sum ikki høvdu stórvegis frástøðu fram til fremstu kvinnuna. Somikið stuttari frástøðu, at longur eftir nøkrum fáum hundrað metrum av seinna renningar- teininum megnaði hon at leggja seg á odda. Og so var “bara” at halda tørn seinastu 10 kilometr- arnar. Hetta eydnaðist so eisini væl og virðiliga hjá Joan, sum kom á málið nærum tveir minuttir undan næstbesta íðkaranum. Joan vann DM