hósdagur 13. september 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
[ Nr. 177 - 13. september 2007 ]
At føroyska liðið í 1.
hálvleiki ikki rakk
støðinum, sum teir
fyri stuttum hava víst
á útivølli, bar við sær,
at Grikkaland fór
av Svangaskarði við
øllum stigunum
U-21 FØROYAR-
GRIKKALAND
Jonhard Hammer
Fyrsta royndin yvirhøvur á
heimavølli hjá føroyska U-
21 landsliðnum í fótbólti
endaði við 2-0 tapi ímóti
Grikkalandi, sum fegnaðist
um at fara av Svangaskarði
við øllum stigunum.
Í føroysku leguni var lag-
ið ikki heilt so gott,
- Hetta var ikki rættuliga
okkara dagur. Vit høvdu ætl-
að okkum at fáa nakað burt-
ur úr 12. september 2007,
staðfesti annar av venjar-
unum, Bill Jacobsen, eftir
dystarlok.
Í 2. hálvleiki var eingin
munur á liðunum. Mál-
møguleikarnir vóru fáir, og
Føroyar kundu havt minkað
um munin, tá ið Páll M.
Joensen tíðliga í 2. hálvleiki
var spældur leysur í høgru.
Í staðin fyri at royna ímóti
málinum valdi Páll at spæla
upp á tvørs, men bólturin
varð blokeraður, áðrenn
hann náddi til innskifta
Kristoffur Jacobsen, sum
var leysur mitt fyri máli-
num.
Lítla løtu undan leikloki
lyfti
innskifti
Arnbjørn
Hansen upp um málverjan,
men bólturin varð beindur
burtur beint áðrenn, at hann
fór í málið.
Í 1. hálvleiki hevði før-
oyska liðið trupulleikar. Ser-
liga seinna partin av 1. hálv-
leiki var Grikkaland greitt
omaná.
Grikkar
brúktu
longd og breidd á vøllinum,
og teir spældu seg til ein-
stakar málmøguleikar. Tvær
ferðir skoraðu teir – í 30. og
40. minutti – og báðu ferð-
irnar var tað við høvdinum,
at teir stýrdu bóltin í málið.
Í fyrra førinum varð mál-
ið skorað eftir innlegg úr
vinstru. Støðan uppstóð eft-
ir útspark frá føroyska mál-
verjanum og grikskan sigur
á miðjum vølli í luftstríð-
num. Bólturin varð stýrdur
í málið við nærra stólpan.
Í seinna førinum var talan
um langt innlegg úr høgru.
Grikkin var púra leysur mitt
fyri málinum og stýrdi bólt-
in í handaru síðuna av máli-
num.
- Tað stemmaði ikki hjá
okkum í 1. hálvleiki, tá ið
vit taptu nærdystirnar og
vóru ov seinir á næstu bóltu-
num. Vit mistu Einar Han-
sen í hálvleikinum, eftir at
hann longu frammanundan
hevði verið uttanfyri til við-
gerðar í fimm minuttir, og
Sam Jacobsen var eisini
uttanfyri til viðgerar í góða
løtu. Grikkarnir vóru stinnir
í luftini, og teir høvdu
ælbogarnar ovarlaga, tá ið
teir fóru upp í luftdystir,
staðfesti Bill Jacobsen, sum
var betri nøgdur við avrikið
í 2. hálvleiki, hóast hann
ikki helt, at 2-0 tap á heima-
vølli kann brúkast til so
nógv.
Tá ið Einar Hansen varð
skiftur út, varð Jóhan V.
Gunnarsson fluttur aftur á
vongverjan í vinstru. Emil
N. Leifsson varð fluttur á
ytsta
miðvallarplássið
í
vinstru, og Kristoffur Jacob-
sen varð settur inn á sentrala
miðvøllin.
Fleiri av føroysku spælar-
unum stóðu seg væl í 2.
hálvleiki. Jónas þór Næs
var sannur brandur á vong-
verjanum, Bogi Løkin var
heilt framúr arbeiðssamur á
miðvøllinum, og sum heild
var tað meiri tyngd í avrik-
inum, enn tað hevði verið
góða løtu undan steðginum,
tá ið føroyska liðið lá aftar-
laga og hevði ilt við at fáa
liðavrikið at hanga saman
– bæði í álopi og verju.
Skeivt upp á bein í góða løtu
Portugal kiksaði aftur
Fyri aðru ferð upp á fýra dagur mistu portugisar sigurin á
stokkinum í EM-undankappingarbólki A. Í gjár høvdu
teir vitjan av serbiska landsliðnum, og eftir bert 11
minuttum var tað Simao Sabrosa, sum við einum sera
vøkrum frísparki legði Portugal á odda. Portugal sat eisini
á tí mesta, og tí var leingi líkt til, at teir fóru at vinna
dystin. Men í síðstu minuttum megnaði Serbia at javna
við máli frá Branislav Ivanovic. Dysturin endaði við 1-1
javnleiki, og tí hevur hetta ikki verið ein góð vika hjá
Portugal, sum leygardagin mátti noyðast við javnleiki
heima ímóti Póllandi.
Kekkia á EM kós
Eftir landsdystirnar er gjárkvøldið sær út til, at
Kekkia skal vera liðið, sum fylgjur Týsklandi til
EM-endaspælið úr EM-undakappingarbólki D.
Kekkia spældi í gjár á heimavølli ímóti Írlandi,
og teir megnaðu at vinna dystin 1-0 við máli,
sum Marek Jankulovski skeyt eftir einum
korteri. Írland royndi at svara aftur, men tá
Stephen Hunt fekk beinleiðis reytt kort eftir
steðgin gjørdist tungt. Dysturin endaði eisini 1-
0, og tískil er Kekkia á øðrum plássi nú seks
stig framman fyri Írland.
Føroyar-Grikkaland 0-2 (0-2)
U-21 landslið
EM Undankappingardystur á Svangaskarði mikudagin 12.
september 2007 kl. 14.00
0-1: Antonis Petropoulos 30.
0-2: Sokratis Papastathopoulos 40.
Dómara bólkur úr Wales: Simon Lee Evans, Maldwyn
Williams, Philip Thomas og Dean John.
UEFA dómaraeygleiðari úr Ungarn: Sándor Piller
Føroyar: Gunnar Nielsen, liðformaður, Blackburn - Jónas
þór Næs, AB, Sam Jacobsen, GÍ, Poul Thomas Dam, HB,
Einar Hansen, NSÍ (Kristoffur Jacobsen, KÍ, 46.) - Levi
Hanssen, Skála - Magnus Olsen, B71, Bogi Løkin, NSÍ, Emil
N. Leifsson, HB (Christian R. Mouritsen, Manchester City
67.), Jóhan V. Gunnarsson, B36 - Páll M. Joensen, HB
(Arnbjørn Hansen, EB/Streymur, 56.).
Gult kort: Jónas þór Næs,
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Símun Rógvi
Hansen, B71, Pætur Jørgensen, AB, Rógvi Holm, AB og
Ólavur í Ólavsstovu, HB.
Venjarar: Heðin Askham og Bill Jacobsen.
Grikkaland: Alexandros Kasmiridis, OFI Crete FC –
Ioannis Maniatis, Panionios FC, Giorgios Galiisios, Larisa
FC, Sokataris Papastathopolous, AEK, Giorgios Tzavelas,
Kerkyra FC – Elini Dimoutsos, Panathinaikos, Antonis
Stavrus Rikva, Skoda Xanthi, Makos Grigoris, Panonios FC,
Lazarus Christodvulopovlos – Konstantinos Mitruglou,
Antonis Petropoulos, Egaleo FC.
Gult kort: Giorgios Galiisios
Venjari: Nikolaos Nioplias
FAKTA