Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-13, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. september 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 177 - 13. september 2007 33 Í einum lesarabrævi í Sosialinum tann 20. august skrivar Alfred, at hann vil forða fyri, at Føroyar verða avkristnaðar. Alfred brúkar “glíðibreytina” hjá teimum samkyndu sum útgangs­ støði í sínum uppáhaldi Hann vil vera við, at um samkynd fáa somu rættindi sum øll onnur, so verða Føroyar avkristnaðar. Tey samkyndu mugu sostatt liggja rættiliga ovarlaga á syndaregistarnum hjá gudinum hjá Alfred. Alfred velur eisini at kalla rættindi teirra sam­ kyndu fyri serrættindi, heldur enn eins rættindi, men nokk um tað. Eg tími ikki at skriva meira um søk teirra samkyndu. Alt er longu sagt, sum kann sig­ ast viðvíkjandi teimum samkyndu, so eg fari heldur at viðgera kristin­ dómin, og tað at brúka sín átrúna sum haldbart argument. “Vit” eru ein kristin tjóð Hetta er eitt av slagorðu­ num hjá nógvum politikarum, men hvat merkir hetta? Merkir tað veruliga, at øll fólk í Føroyum eru kristin? Tað skuldi mann trúð soleiðis sum mann ferð eftir ferð fær at vita frá Alfred, Gerhard osv., at “vit eru ein kristin tjóð”. Eg kann gott byrja við mær sjálvum og boða frá, at eg ikki eri kristin, og at tað eru nógv við mær, sum deila somu heimsfatan, so eg vil frá­ biðja mær, at menn sum Alfred stempla meg og onnur sum kristin. Eitt annað, sum eg havi ótrúliga ringt við at skilja, er hugtakið “kristin siða­ læra”. Hvat merkir hetta heilt konkret? Um eg tonki meg um í ein minutt, so koma hesi trý dømini fram: 1) George Bush og kríggið í Irak, er tídiliga merkt av kristnu trúnni hjá Bush. Hann hevur m.a. sagt seg verði sendan av gudi. Kann framferðin hjá Bush bólkast sum kristin siðalæra? 2) Pávin og tann katólska kirkjan nokta fólki í Afrika at brúka hít, tí hetta er í stríð við kristnu siðalæruna. Pávin og tann katólska kirkjan vilja heldur, at hesi blíva smittaði við hiv og síðani doyggja ein pínufullan deyða. Er hetta kristin siðalæra? 3) Tað seinasta dømið er tann ótrúligi næstakær­ leikin, sum Alfred, Gerhard, Karsten osv. Vístu okkara medmenn­ iskjum, tá id tey høvdu mestan tørv á kærleika. Tey samkyndu skuldu oyðileggja okkara para­ dís á jørð, vóru skírd pedofilar, skuldu ikki setast í starv osv.. Er hetta kristin siðalæra? Um hetta er tað, ið Alfred meinar við, tá ið hann tosar um kristna siðalæru, so skal hann sleppa at eiga sína læru í friði. Hasum vil eg ikki vera ein partur av og undir ongum umstøðum bólkast í. Kristni moralurin Hvat er tað, sum fær fólk at halda, at kristindómurin er moralski myndugleikin yvir teimum øllum? Er nakað, sum tíðir uppá, at kristindómurin leggur upp til hægri moralsk virðir enn t.d. Sokrates, ið livdi langt áðrenn Jesus? Ateistiska buddisman ella humanisman? Vælsignaði peika mær á moralsku hæddarpunktini hjá teim­ um kristnu í mun til Sokrates, buddismuna, humanismuna ella moral­ filosofiina. Ps. Tá ið tú fert í gongd við at finna dømi, so skalt tú minnast til at taka øll dømini við, og ikki at sálda tey ringu frá har gudurin hjá tær m.a. drepur ósek menniskju. Trúarfrælsi Hyggja vit eitt sindur nærri eftir trúarfrælsinum, so er hetta trúarfrælsið rættiliga avmarkað. Her koma nøkur dømi: 1) Kringvarpið hevur dagliga kristnar sendingar... (har tær ringu síðurnar sjálvandi verða sáldaðar frá). 2) Rás 2 og Lindin fara enn longri, men tað er sum so í lagi, tí her er ikki talan um almennar stovnar. 3) Sunnudagsskúlar hava eittans endamál, ið er at fanga børn ímeðan tey enn eru ov ung at tonkja kritiskt og taka støðu til átrúna og heimsfatan... og tískil verða tey noydd at eta alt rátt, ið verður potað í tey av samkomuleiðarum, prestum o.ø. 4) Fólkaskúlin, sum hevur morgunsang og læru­ greinina kristni í 10 ár er fullkomuliga látur­ ligt. Hava vit veruliga so lítið álit á okkara medborgarum, at vit ikki halda borgaran vera føran fyri at taka egnar avgerðir? Sig mær, útfrá dømunum omanfyri... hvat er tað, sum boðar frá trúarfrælsi? Hetta samfelagsmynstrið er meiri líkt einum slagi av zombie kloning, har endamálið er, at fáa øll at hugsa eins, lata vera við at seta spurning við mynduleikar, og heldur fylgja fjøldini. Hvussu hevði tað verið um talan var um “felags­ sang”, heldur enn “morgun­ sang”?, Ella hvussu hevði tað verið, at havt sendingar um heimspeki, sálarfrødi, teismu og ateismu, heldur enn bert at lýsa ta einu síðuna av fleiri túsund? Sum nú er, so er talan um eina ótrúliga óerliga og ikki minst hykleriska mannagongd av okkara samfelag. Tað rætta (ella rættari)hevði verið, at lati vera við at pota absoluttar sannleikar og dogmur av ymsum slag niður í børn, men hinvegin lati tey fingið ein erligan møgu­ leika, við at vísa á allar møguleikar, og síðani lata tey sjálvi taka eina avgerð viðvvíkjandi síni heims­ fatan. Hitt, at mynduleikar av ymsum slag, (prestar, politikarar, samkomu­ leiðarar osv) kappast um at neyðtaka sinni á børnum og fólki við ymiskum dogmum og absoluttum sannleikum, er beinleiðis ekult og forkastiligt. Ergo: Antin vísir mann á allar møguleikar(ella flest møguligar) ella ongan... sera einfalt. Er Alfred ateistur? Jú, tað er hann. Alfred avnoktar Tór og Ódin, Zeus, Apollon, Wakan Tanka osv., tískil er hann ateistiskur móti teimum gudunum umframt einum ótali av øðrum gudum. Munurin millum meg og Alfred er, at eg taki tað eitt fet longri og eisini avskrivi tann kristna gudin. Um ein leggur høvdið í blot.... hvat er tað so, sum ger, at tann kristni gudurin trívist so væl í Føroyum? Ein partur er uttan iva, at børn vaksa upp í einum kristnum heimi og tískil fáa somu trúgv sum foreldrini pr. automatik. Leikluturin av kristnari indoktrinering flytir seg síðani frá bert at fevna um foreldrini og tey nærmastu, til kringvarpið, skúlan o.o. at stuðla uppundir kristin­ dómin, sum ta einastu røttu trúnna. Eitt annað er geografiskt held ella óheld. Hevði Alfred verðið føddur og uppvaksin í Irak, so hevði hann helst verið muslim ella um hann var føddur og uppvaksin í India, so hevdi hann helst verðið hindu osv, men Alfred er (haldi eg) føddur og uppvaksin í Føroyum og tískil er hann kristin. Tá ið kristindómurin tykist vera tann einasti legaliseraði átrúnaðurin í Føroyum, hvat er tá orsøkin til at støðan er sum hon er? Kristindómurin hevur ikki størri trúðvirði enn Islam, Hindu, Norrøna Gudalæran, Griska Guda­ læran ella Ufo fyri tann saks skuld. Felagsnevnarin fyri hesi fyribrgdi er, at onki teirra kann prógvast ella mótprógvast, men tað at okkurt ikki kann mót­ prógvast kann ongantíð brúkast sum haldgóð próvførðsla fyri at eitthvørt er 100% satt. Um eg t.d. sigi, at Óðin er tann einasti sanni gudurin, so ert tú allarhelst ósamdur, men tú kann ikki mótprógva mítt uppáhald, eins og tað ikki ber til at mótprógva Zeus, Apollon, Wakan Tanka, Big Foot, Ufo o.l.. Tískil spyrji eg Alfred... hvat er munurin á kristin­ dómi og øðrum átrúnað­ um? Hvussu ber tað til, at tú avnoktar allar aðrar gudar, tá ið allir hava sama trúðvirði? Um svarið er trúgv, so er svarið eins gott argument fyri allar gudar. Tad stutta av tí langa Tá ið ein av landsins myndugleikum sleingir slíkar pástandir út og brúkar átrúna sum argu­ ment, so má mann kunna krevja eitt svar upp á grundarlagið argumentið byggir á... so eg bíði spentur Alfred, tí próv­ byrðan liggur á tínum herðum. Alfred Olsen, átrúnaður og hugleiðingar hrgar@yahoo.com Hergeir StakSberg viðmerkingar Til Jákup og Jákup. Læt meg siga tað soleið­ is: Tað sum eg havi sagt við Vinnutíðindi er rætt endurgivið og nakað sum eg meini fult og heilt. “Um føroyska samfelagið skal vera partur av alheimsgerðini og tryggja framhaldandi búskapar­ vøkstur, má ein nýggjur ­ ein nýggjur altjóðavøllur byggjast innan 5 – 7 ár. Hetta fær Jákup Pers­ son til at endurgeva nøkur pettir úr onkrum av teim­ um nógvu frágreiðingun­ um, sum skrivaðar eru um flogvallir í Føroyum. Fyri mær er hetta ikki áhuga­ vert, tí talan er her um vallir, sum í mesta lagi eru 1800 m. Ein nýggjur altjóða flog­ vøllur má vera í minsta lagi 2200 m og kunna leingjast einar 500 til 800 metrar aftrat. Onki minni kann gera tað. Vit skulu hava tryggleika, álítandi títtleika og kappingarførar prísir innan ferðafólka­ flutning eins og farma­ flutning. Eru vit ósamdir um tað – so kanst tú bara greiða okkum frá hví. Til hin Jákup skal eg viðmerkja, at um bert ein grasvøllur var í Føroyum vildi FSF og føroyskur fótbóltur ikki klára sínar altjóða skyldur. Tórsvøll­ ur er bygdur í samráð við allar partar – eisini FSF og hevur ikki til enda­ máls at niðurleggja ella niðurgera Svangaskarð. Eg staðfesti bara, at Jákup ikki veit serliga nógv um, hvussu ætlanir­ nar á Toftum og í Havn í síni tíð blivu til – men tað kann Jákup so kanna. Verður hetta gjørt, eri eg vísur í, at vit í Havn onga orsøk hava fyri at hanga við høvdinum. Ja, vit høvdu ein óhepna byrjan á Tórsvølli – kann tað gleða Jákup, so væl gagnist. Men fyri at vera eitt lít­ ið sindur illavorðin, so kann eg viðmerkja, at sjálvt um Tórsvøllur tekur sína tíð at byggja, so er tað, sum bygt er, ein part­ ur av eini ætlan – sum verður eitt gott og virði­ ligt íkast til føroyskan altjóða fótbólt. Hinvegin kann Jákup spyrja seg sjálvan um tað, sum skal byggjast skal aftrat Vága Floghavn nakrantíð verður partur av eini altjóða floghavn. Um Vága Floghavn nakrantíð kann veita før­ oyingum tað neyðugu tæn­ astu, sum ein altjóða flog­ vøllur skal gera. Og hví hann heldur, at føroyingar eiga at góðtaka at liva við teimum avmarkingum, sum Vága Floghavn setur og altíð kemur at seta. “At liva er ikki neyðugt, men at sigla er neyðugt” er eitt gamalt orðatak. Orða­ takið kann í einum oyggja­ landi, sum okkara víðkast til “At liva er ikki neyðugt, men at flúgva er.” Tað stutta av tí langa! løgtingsmaður Poul MicHelSen