fríggjadagur 14. september 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 178 - 14. september 2007
Seinastu seks árini
er Havnarvág í 62
førum óljudálkað,
men einans í tveim
um førum er bót
skrivað, og hesar
vóru áljóðandi 500
krónur og 3.500
krónur. Forkvinnan
í heilsu og umhvørv
isnevndini hjá
Tórshavnar komm
unu, heldur hetta
vera láturligt. Nú
krevur kommunan
svar frá fúta og
Innlendismálaráði
Umhvørvi
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Hóast Tórshavnar komm
una
hevur
meldað
24
oljudálkingarmál til fútan
seinastu seks árinini, hevur
fútin bert svarað í sjey av
málunum,
og
tilsamans
skrivað út bøtur fyri 4.000
krónur. Nú er bikarið fult,
og býráði samtykti í gjár at
rykkja fútan eftir svarið, í
teimum 17 málunum, ið
enn ikki eru avgreidd.
Tað var Elin Lindenskov,
forkvinna í Heilsu og
umhvørvisnevndina,
ið
legði málið fyri býráðið,
hetta
varð
gjørt
eftir
ógvusligu dálkingina 24.
august, tá 10.000 litrar flutu
út á Havnarvág.
62 dálkingarmál
Elin Lindenskov greiður
frá, at síðan 2001 eru 62
oljudálkingar staðfestar á
Havnarvág, av hesum hev
ur kommunan í 24 førum
meldað málini til fútan.
Fyrr vóru ikki øll mál
meldaði, men síðan Tórs
havnar kommuna fyri nøkr
um árum síðan boðaði frá, at
eingin dálking varð góðtikin
á økinum hjá kommununi,
eru øll mál meldað, sigur
Elin Lindenskov.
Vit fingu orð á fútan,
Karen Marie Olesen, og
spurdu hana, hví fútin ikki
hevði avgreitt 17 dálk
ingarmál. Fútin segði seg
ikki kenna til hesi hagtøl og
vísti á, at tað ikki er víst, at
Fútin og kommunan hava
somu definitión av hvat eitt
avgreitt mál var. Hon segði
tó, at hon fór at viðgera
málið, tá áheitanin kom frá
kommununi, men at hon
annars onga viðmerking
hevði.
Láturligar bøtur
Av teimum sjey avgreiddu
málunum eru bøtur skriv
aðar út í tveimum førum,
báðu ferð í 2004. Tann eina
bótin var á 500 krónur og
hin á 3.500 krónur. Elin
Lindenskov metir hesar
bøtur vera láturliga lágar
og vísir á, at tørvur er á, at
sektanin verður munandi
størri.
Tað kann ikki vera rætt,
at vit skriva so lágar bøtur
út, meðan vit vita um, at
onnur lond skriva risa bøtur
út og enntá nokta skipum,
ið dálka, atgongd til teirra
havnir,
sigur
Elin
Lindenskov.
Kenna ikki til dálking
Forkvinnan í heilsu og
umhvørvisnevndini
var
saman við umsitingini á
ferð í Íslandi herfyri, og har
tosaðu tey við kommunalu
myndugleikarnar, ið hildu
støðuna í Føroyum vera
heilt burturvið.
Sambært umhvørvis
myndugleikunum í Reykja
vík hevur eingin oljudálk
ing verið í Reykjavíkar
Havn seinastu 20 árini,
greiður Elin Lindenskov
frá og vísir á, at eingin
orsøk er til, at støðan skal
vera ein onnur í Havn ella
aðra staðni í Føroyum.
Rykkja eftir
bunkringskunngerð
Hon vísir eisini á, at stórur
tørvur er á eini bunkrings
kunngerð, ið kann gera
lóggávuna og revsingar
myndugleikan greiðan í
dálkingarmálum. Tí sam
tyktið býráðið eisini í gjár
at rykkja Innlendismálaráð
ið eftir eini bunkrings
kunngerð.
Vit uppliva, at dálkingin
ofta hendur undir bunkring,
og vit meta, at her oftast er
talan um sløsarí, tí mugu
vit fáa eina kunngerð á
hesum økinum, sigur Elin
Lindenskov.
Eisini fútin heldur, at ein
bunkringskunngerð hevði
verið góð at fingið, fyri at
gjørt
mannagongdirnar
greiðari hesum øki. Úr
Innlendismálaráðnum, har
tey umsita umvhørvismál,
verður boðað frá, at ein tílík
kunngerð er á veg, og at
hon í vikuni er send til
hoyringar hjá viðkomandi
myndugleikum.
Elin Lindenskov forkvinna í Heilsu- og Umhvørvisnevndini ætlar, at oljudálkingar heilt skulu
burt av Havnarvág og úr føroyskum sjógvi sum heild
Mynd: Jens Kr. Vang
Láturlig revsing í dálkingarmálum
Bjørk Olsen nýggj forkvinna í Huxa
Á aðalfundi mikukvøldið bleiv nýggj nevnd vald í HUXA, sum er ungmanna
felagið hjá Fólkaflokkinum. Bjørk Olsen er nýggj í nevndini og nevndin skipaði
seg eisini við Bjørk sum forkvinnu. Bjørk er eisini nývald í floksleiðsluna hjá
Fólkaflokkinum. Bjørk Olsen er úr Vági, men hevur seinastu árini búð í Tórs
havn, har hon gongur í Studentaskúla. Á aðalfundinum var serliga komandi
løgtingsval var á skránni. Jørgen Niclasen var á fundinum og greiddi frá, at
ungdómurin skal hava hægri raðfesting í einari komandi valskrá. Hini í nevndini
eru: Regin W. Dalsgaard, næstformaður, Hans A. Norðfoss, kassameistari og
Terji Magnussen, skrivari.
Atlantic flýgur fyri SAS
Eitt av flogfeløgunum, sum hjálpir SAS við flúgving
hetta vikuskiftið er føroyska Atlantic Airways. Vit hava
flogið fyri SAS í gjár og skulu fyribils hjálpa teimum
hetta vikuskiftið eisini, sigur Magni Arge, stjóri í
Atlantic. Flogfarið flýgur rutur í Norðanlondum og suður
í Miðeuropa. Tað er vanligt, at flogfeløg royna at hjálpa
hvør øðrum, tá á stendur. SAS hava verið okkum hollur í
øðrum førum, so sjálvandi hjálpa vit til, tað lítla sum vit
eru mentir, sigur stjórin í føroyska flogfelagnum.
Kendu country
brøðurnir The
Bellamy Brother eru
komnir til Føroyar og
fara í kvøld á pall á
Tvøroyri og í morgin
í Havn
TónleikUr
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Country brøðurnir David
og Howard Bellamy, eisini
kendir sum Bellamy Broth
ers komu ígjár kvøldið til
landið, nakað seinkað lendi
flogfarið úr Billund, við
m.ø. kendu tónleikarunum í
Vágum. Hóast flogfarið var
nakað seinkað, so lendu teir
í góðari tíð, og at sleppa til
Suðuroy í dag.
Bellamy Brothers spæla
á Tvøroyri í kvøld og í
Høllini á Hálsi í Havn
leygarkvøldið.
Bellamy
Brothers hava síðan sjeyti
árini ferðast kring heimin,
í 1996 vitjaðu teir í Føroy
um, har júst Høllin á Hálsi
var karmur um konsertina.
Henda konsert var bæði
væl vitjað og væl eydnað.
Á konsertunum í hesum
umfarinum, verður tað Før
oya helst fremsta country
navn, Magni Christiansen,
sum skal fáa áhoyrararnar í
rætta lagi.
Fyri atgongumerkið fáa
tey vitjandi konsert við
Magna Christiansen, Bella
my Brothers og so country
dans aftaná. Í Havn verður
tað Countrybólkurin, sum
fer at standa fyri dansi
tónunum, og á Tvøroyari
verður tað Driv, sum hevur
fingið ta uppgávuna litið í
hendi, sigur Eyðun Samu
elsen, fyriskipari.
Bellamy Brothers
eru í Føroyum
Kendu amerikansku
country brøðurnir,
Bellamy Brothers