fríggjadagur 14. september 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 178 - 14. september 2007
Sunnukvøldið verður
alment Trapputing
í Miðlahúsinum,
har øll valevnini til
biskupsvalið luttaka.
KjaK
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Í hesum døgum skulu
umleið 400 kirkjuráðslimir
og prestar taka støðu til,
hvør skal vera bispur kom
andi árini. Valevnini eru
Marjun Bæk, Jákup Reinert
Hansen, Bergur Debes Joen
sen, Jógvan Fríðriksson og
Uni Næs.
Í gjárkvøldið vóru val
evnini í Missiónshúsinum í
Leirvík, har tey løgdu síni
sjónarmið fram fyri kirkju
ráðslimun og prestum.
Sunnukvøldið er næsti
»valfundur«. Hesin fundur
in verður á Trapputinginum
í Miðlahúsinum í Vágsbotni,
har ætlanin er at spyrja val
evnini, hvørji mál tey ætla
at arbeiða við, um tey verða
vald. Spurt verður millum
annað eisini hvørjar avbjóð
ingar, tey halda verða tær
størstu hjá nýyvirtiknu før
oysku kirkjuni, og hvørjar
tær týdningarmestu uppgáv
urnar hjá bispi verða.
Fyri at verða uppstillaður
til biskupsvalið, skal hvørt
valevni hava minst 50 og í
mesta lagi 150 stillarar, og
skulu hesi verða antin
kirkjuráðslimir ella prestar.
Freistin hjá teimum, sum
hava valrætt, at atkvøða, er
3. oktober. Hevur einki av
valevnunum fingið helvtina
ella meira av atkvøðunum,
fara tvey tey fremstu val
evnini víðari til 2. umfar.
Orðstýrari á Trapputingin
um í Miðlahúsinum sunnu
kvøldið
kl.
20
verður
útvarpsmaðurin Jón Brian
Hvidtfeldt.
Biskupsval á Trapputingi
Valevni
svaraðu
spurn
ingum
Í hesum døgum hava gott
400 kirkjuráðslimir og
prestar kring landið fing
ið atkvøðuseðlar send
andi, har tey skulu siga
sína meining um, hvør
skal vera nýggjur bispur.
Tað eru fimm prestar
uppstillaðir at taka við
eftir Hans Jacob Joensen,
nú hann leggur frá sær 1.
desembur. Í sambandi
við biskupsvalið, hava
valevnini tvær ferðir havt
fund, har tey hava havt
høvi til at siga sína hugs
an um tær avbjóðingar,
sum embætið ber í sær.
Síðsta vikuskiftið varð
fundur í Havn, í gjár
kvøldið var fundur í Leir
vík. Í kvøld verður fund
ur í Suðuroy. Hesir fundir
hava allir verið fyri at
prestar og kirkjuráðslimir
kunnu
hoyra,
hvørji
sjónarmið valevnini hava
um ymsar spurningar.
Men tann nýggi bisp
urin verður eisini fólks
ins bispur og sunnukvøld
ið fær almenningurin
høvi at hitta og hoyra tey
fimm valevnini á al
mennum fundi í Miðla
húsinum í Vágsbotni.
Eftir fundin í Havn
høvdu vit frásøgn í Sosi
alinum um tey sjónarmið
tey ymsu valevnini hava
og tað koma vit at hoyra
enn meiri um eftir fundin
í Miðlahúsinum sunnu
dagin.
Í blaðnum í daga fara
vit sostatt at tríva í onkrar
av teimum spurningum,
sum bylgist í barmi á
vanligum kirkjuráðslim
um og prestum og at
umrøða onkrar av teim
um spurningum, sum
biskupsvalevnini fingu á
fundinum í Leirvík.
Lagt til rættis. Áki
Bertholdsen.
Myndir:
Høgni Thomsen.
Bispur skal vera
áramálssettur og
5-10 ár í starvinum
er nóg mikið,, halda
tey flestu av teimum,
sum bjóða seg fram at
verða bispur
Bispur skal ikki sita fyri
lívið.
Tað halda tey flestu av
teimum, fimm, sum nú eru
í uppskoti til at verða
nýggjur bispur.
Á fundinum í Leirvík í
gjárkvøldið, vóru valevnini
spurd um tey hildu, at
bispur skuldi sita fyri lívið,
ella um talan átti at vera eitt
áramálssett starv.
Fýra av teimum fimm val
evnunum, halda tað vera
rætt, at bispur er áramáls
settur og eitt hóskandi ára
mál kundi verið 510 ár.
Jógvan Fríðrikson er ikki
ósamdur í, at bispur skal
vera áramálssettur, men
hann heldur eisini, at tað er
ein vansi við tí.
Tað kann væl hugsast,
at bispur fer at brúka tey
fyrstu fimm árini til at
snøgga lógaverkið til og tí
ikki hevur havt stundir at
fáast við andaliga innihaldið
í kirkjuni.
Sjálvur vil hann hava eitt
opið samskifti og verður
hann bispur, vónar hann, at
tað hann fær tað at vita frá
prestum og teimum, sum
varða av kirkjuni, tá ið hann
ikki røkir embætið nóg væl,
men eigur at finna hurðina.
Eg havi aldrin tikið mær
tykni av tí, sum verður sagt
við meg, men eg eri ofta
særdur av tí, ið verður sagt
um meg og tí havi eg onki
ímóti at fáa tað at vita, tá ið
eg ikki gera mítt arbeiði
nóg væl, men heldur átti at
funnið mær okkurt annað.
Marjun Bæk helt, at talan
kundi vera um áramálssetn
ing, men kortini mátti vera
so langt ímillum valini
kanska 10 ár at bispur fekk
stundir at arbeiða sakliga
við
teimum
uppgávum,
hann hevði.
Uni Næs tekur eisini
undir við eini áramálsseting,
men hann er samdur í, at
stundir mugu vera til at
arbeiða við teimum kirkju
málum, bispur skal arbeiða
við.
Eisini hann helt, at 10 ár
var hóskandi.
Bergur Debes Joensen
heldur, at hvørt valskeið
skal vera fimm ár og at bisp
ur kann í mesta lagi veljast
aftur einaferð, so at ongin
kann siga longri enn 10 ár,
skuldi tað hent, at ónøgd
var við arbeiðið.
Einasta valevni, sum er
ímóti at áramásseta bisp, er
Jákup Reinert Hansen, sum
dróg samanberingar við løg
tingið og hann vildi ikki
hava biskupsvalevni í val
stríði við jøvnum millum
bili.
Tað er øgiligt virksemi
beint eftir val og tá ið tað
nærkast vali aftur, verður
alt øst upp aftur.
Hinvegin helt hann ikki,
at bispur mátti ikki vera so
sjálvhátíðarligur, at hann
blívur sitandi, bara fyri at
blíva sitandi og hann tók
eisini undir við, røkir bispur
ikki starvið nógv væl, fær
hann tað at vita.
Bispur skal ikki sita fyri lívið
Pengar fyri mista kvotu
Íslendska stjórnin hevur samtykt at brúka 10,5 mia.
íslendskar krónur tey bæði næstu árini fyri at tálma
avleiðingunum av, at stjórnin í summar gjørdi av at skerja
toskakvotuna ein triðing tey bæði nnæstu fiskiárini. Ætlanin
er millum annað at framskunda verkætlanir so sum
vegagerðir, men pengarnir skulu eisini styrkja vinnulívið
kring landið. Sambært stjórnini fer játtanin at geva millum
500 og 600 arbeiðs og útbúgvingarpláss.
Týr limir í Klaksvík
Leygarkvøldið verður livekvøld á Fortuna í Klaksvík Pól
Arna og Jón. Tá Týr í 2001 royndu seg í Prix Føroyar
finaluni, var tað við Pól Arna á odda, og við Jón Joensen
á gittara. Jón stovnaði bólkin saman við beiggja sínum
Hera Joensen, men stutt eftir fóru bæði Jón og Pól Arni
úr bólkinum. Nú spæla teir saman, og spæla alskyns
tónleik, føroyskan sum útlendskan og royna at leggja seg
eftir fólkatónleiki, so sum írskar og skotskar vísur.
Teir flestu prestarnir, sum bjóða seg fram á bispavalinum halda, at tað skal bera til at skifta bisp við jøvnum millumbilum