fríggjadagur 14. september 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 178 - 14. september 2007
Verður Bergur Debes
Joensen okkara næsti
bispur, fer hann ikki
at viga kvinnuligar
prestar. Hini fýra
valevnini, sum bjóða
seg fram at vera
bispur, hava ongar
trupulleikar við
kvinnuligum prestum
Verður Bergur Debes Joen
sen bispur, fer hann ikki at
víga kvinnuligar prestar.
Tað ger hann greitt, nú
sjálv atkvøðugreiðslan til
bispastarvið er farin av
bakkastokki.
Á fundinum í Leirvík í
gjárkvøldið, var hann spurd
ur um hvørja støðu hann
hevur til kvinnuligar prest
ar og um hann hevði vígt
ein kvinnuligan prest.
Hóast hann var rættiliga
tráðspurdur, vildi hann ikki
koma við einum greiðum
svari.
Hann sigur, at vit hava
eina kirkjuskipan, sum er
svarið til tann spurningin.
Eftir kirkjuskipanini hava
kvinnur hava lógligan rætt
at verða prestur og sum
loyvir uppafturgiftum at
verða prestur.
Tí hevði tað verið hansara
ábyrgd at syrgt fyri, at ein
kvinnuligur prestur og ein
prestur, sum er uppaftur
giftur, verður vígaður og
innsettur sum prestur.
Tað er mín ábyrgd og
syrgi eg ikki fyri tí, bróti eg
lógina, tí tað er ábyrgdin
hjá bispi at syrgja fyri, at
allir innstillaðir prestar fáa
embæti, sigur Bergur Debes
Joensen.
Men í viðmerking í blaðn
um í dag, ger hann púra
greitt, at verður hann bispur,
hevði hann ikki sjálvur
vígað ein kvinnuligan prest,
men fingið onkran annan at
gera tað.
Tað avgerðandi er, at
ein prestur verður vígaður
og innsettur, tað er ikki
avgerandi, hvør vígar og
innsetur, sigur hann.
Bergur Debes Joensen
leggur stóran dent á, at vit
hava eina rúmliga kirkju og
at kirkjan er rúmlig allar veg
ir og har tað, sum er loyvt
eftir lógini, eisini er loyvt.
Tað merkir í hansara
hugaheimi, at rúmd skal
vera
fyri
øllum,
bæði
kvinnuligum og uppaftur
giftum prestum og teimum,
sum taka undir við tí. Men
rúmd eigur sanniliga eisini
at vera fyri teimum, sum
eru ósamd í hesum.
Leggjast kann afturat, at
hini fýra valevnini høvdu
ongar trupulleikar havt av
at víga ein kvinnuligan
prest.
Men tey løgdu somuleiðis
dent á, at tey tóku sanniliga
undir við eini rúmligari
kirkju.
Uni Næs helt harafturat,
at har sum kvinnuligir prest
ar elvdi til trupulleikar, áttu
vit at verið so mikið opin,
at vit settu ein prest afturat,
sum umboðaði eitt annað
sjónarmið, so at kirkjuliðið
fekk ein prest afturat fyri at
sleppa undan at ósemjur
syndraði kirkjuna.
Og skemtiliga íkastið til
hetta kjakið átti sandoyar
prestur, Jákup Reinert Han
sen, sum endurgav danska
yrkjaran, Benny Andersen,
sum segði um kvinnur yvir
høvur, at “det er besværligt
med det er umuligt uden”.
Valevni til bisp vil ikki
víga kvinnuligan prest
Prestar
skulu
vera
trúgv
andi
Prestar, sum ikki
eru trúgvandi,
eiga ikki at fáa
starv í føroysku
fólkakirkjuni
Prestarnir
í
føroysku
fólkakirkjuni skulu verða
trúgvandi.
Tað staðfesta øll tey
fimm
valevnini,
sum
stilla upp til biskupsval.
Á fundinum í Leirvík í
gjárkvøldið vórðu tey
fimm valevnini spurd
ítøkiliga, hvat tey høvdu
sagt, skuldi tað hent, at
prestur søkir starv í
føroysku fólkakirkjuni,
sum sigur seg ikki trýr
upp á kristnu læruna.
Hevði prestur søkt
um starv í føroysku fólka
kirkjuni, sum ikki stend
ur innanfyri trúarjáttan
fólkakirkjunnar, kemur
hann ikki longur, gjørdi
Jógvan Fríðrikson prúra
greitt.
Og tað taka øll hini
valevnini undir við.
Jákup Reinert Hansen
visti enntá á, at bispur
hevur boðað prestum í
hesari støðu, frá, at teir
kunnu akkurát spara sær
at søkja prestastarv í Før
oyum.
Slógvið skal brúkast
Grønlendska fyritøkan Royal Greenland og
ráðgevingarfelagið Carl Bro fara nú at kanna, hvussu
grønlendski fiskiídnaðurin kann fáa meiri burtur úr tí,
sum í dag frer til slógv og verður malið til mjøl. Talan er
um høvd, ryggir og skræðu av fiski og rækjuskeljar.
Endamálið er at kanna, um tað loysir seg fíggjarliga at
gagnnýta ein størri part av tí, sum nú fer til mjøl, sigur
Robert Møller, sum er menningarstjóri hjá Royal
Greenland.
Nýggj hús í Mykinesi
Tað er ikki á hvørjum degi, at hús verða reist í Mykinesi,
men tað hendi í gjár, tá nýggju húsini hjá tí 26 ára gamla
Anton Joensen vórðu reist, skrivar joanisnielsen.fo.
Stykkið varð grivið út í fjør og grundin stoypt. Í summar
hava menn so smíðað húsini, og í gjár vórðu tey reist.
Nýggju húsini standa í geilini oman fyri bygdina. Tann,
sum seinast bygdi í Mykinesi, var Kjell Nattestad, sum
eins og Anton Joensen er uppvaksin í Miðvági.
Ein av teimum fimm prestununum, sum bjóðar seg fram at verða bispur, vil ikki víga kvinnuligar prestar, Bergur Debes Joensen sigur, sigur, at kvinnur hava rætt at
verða prestur, men verður hann bispur, vil hann ikki víga ein kvinnuligan prest