Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. september 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 178 - 14. september 2007 Í veljarakanningini, ið Fynd gjørdi fyri Sosialin fyri viku síðani, vóru stórar broytingar síðani seinasta val. Tveir av samgonguflokkunum mistu nógv, tveir av andstøðuflokkunm gingu fram í stórum. Tá so er, verður spurt: Hvagar fara tær mistu atkvøðurnar, hvønn leita hesir veljararnir til? Veljarakanning Jógvan Mørkøre samfelagsfrøðingur Í kanningini misti Fólka­ flokkurin góð tvey prosent, Javnaðarflokkurin hálvt fjórða. Tjóðveldisflokkurin gekk hinvegin hálvt fjórða prosent fram. Men serliga Miðflokkurin hevði góðan byr; hann fór fimm prosent fram og tvífaldaði síðani undirtøku millum veljarar­ nar. Hvagar fóru tey? Hjá flokkinum í afturgongd reisir spurningurin seg, hvønn hann mundi missa veljarar til? Fólkaflokkurin missur serliga til Tjóðveldisflokkin og Miðflokkin, 5­6 prosent til hvønn. Men okkurt fer eisini til Sambandsflokkin og Sjálvstýrisflokkin, eini 2­3 prosent til hvønn. Mest fer kortini til tann óvissa bólkin, tvs. tey, ið siga seg annaðhvørt vilja atkvøða blankt, ikki ætla sær á val ella ikki vita at svara. 17 % av misnøgdum fólkafloks­ veljarum fara í henda bólk­ in; fyri íla so at siga. Tað sama ger seg galdandi fyri misnøgdu veljararnar hjá Javnaðarflokkinum. Her eru somuleiðis 17 pro­ sent farin upp í henda óvissubólk. Eins og hjá Fólkaflokkinum er ikki talan um, at ein stórur blokk­ ur av veljarum er farin frá honum til ein ávísan annan flokk. Javnaðarflokkurin missur kortini eini 14 pro­ sent til hinar flokkarnar á tingi, eini 3­4 prosent í part til Fólkaflokkin, Sambands­ flokkin, Tjóðveldisflokkin og Miðflokkin. So afturgongdin hjá teim­ um báðum samgonguflokk­ unum kann tykjast ógvuslig. Spurt varð, ”um val varð í dag”. Men val var kortini ikki talan um í veruleika­ num. Og tað plagar at vísa seg, at misnøgdir veljarar, sum brúka veljarakanningar sum eitt høvi at vísa flokk­ inum hjá sær sína misnøgd, oftani leita sær aftur higani, tey komu, tá ið veruligu val­ dagurin verður. Hvaðani komu tey? Hjá flokkinum í framgongd reisir spurningurin seg: Hvørji eru hesi, ið nú leggjast afturat? Minni enn helvtin av teim­ um, sum nú vísa Miðflokk­ inum sín stuðul, atkvøddu fyri honum á seinasta vali. Tey, ið streyma til, koma serliga úr Fólkaflokkinum og Tjóðveldisflokkinum, 17 prosent frá hvørjum. Men hinir báðir teir stóru, Javnaðarflokkurin og Sam­ bandsflokkurin lata eisini eini 5­7 prosent í part. Tað, sum nú rennur til Tjóðveldisflokkin, kemur úr ymsum ættum. 2­3 pro­ sent frá hvørjum av hesum flokkunum: Fólkaflokki­ num, Javnaðarflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum. Men hann fær eins nógv frá fólki, ið ikki vóru á vali seinast, annaðhvørt tey ikki høvdu valrætt, ella valdu at sita við hús. 23,7 21,8 4,6 21,7 5,2 2,4 18,4 23,6 18,4 4,1 25,1 10,3 0,0 20,6 0,0 5,0 10,0 15,0 20,0 25,0 30,0 Fólkaflokkurin Sambandsflokkurin Javna_arflokkurin Sjálvst_risflokkurin Tjó_veldisflokkurin Mi_flokkurin Hin stuttligi flokkurin Prosent Val januar 2004 Kanning september 2007 Til Frá (%) Fólkafl. Sambandsfl. Javnaðarfl. Sjálvstýrisfl. Tjóðveldisfl. Miðfl. Hin Stuttligi Blankt/ikki á val/veit ikki Fólkaflokkinum 80 4 0 11 3 17 0 23 Sambandsflokkinum 5 83 5 0 1 5 100 13 Javnadarflokkinum 3 4 90 0 2 7 0 21 Sjálvstýrisflokkinum 1 1 0 72 2 0 0 5 Tjódveldisflokkinum 2 1 0 17 83 17 0 8 Midflokkinum 0 3 0 0 0 43 0 2 Hinum Stuttliga 0 0 0 0 0 0 0 3 Ikki valrætt 5 2 1 0 5 2 0 6 Ikki á vali 3 1 4 0 4 7 0 15 Veit ikki/vil ikki svara 0 1 0 0 0 2 0 3 Tilsamans 100 100 100 100 100 100 100 100 N= 97 100 82 18 190 42 1 7 Til (%) Frá Fólkafl. Sambandsfl. Javnaðarfl. Sjálvstýrisfl. Tjóðveldisfl. Miðfl. Hin Stuttligi Blankt/ikki á val/veit ikki Tilsamans N= Fólkaflokkinum 67 3 0 2 5 6 0 17 100 117 Sambandsflokkinum 5 77 4 0 2 2 1 10 100 108 Javnadarflokkinum 3 4 70 0 4 3 0 17 100 106 Sjálvstýrisflokkinum 5 5 0 59 14 0 0 18 100 22 Tjódveldisflokkinum 1 1 0 2 89 4 0 4 100 178 Midflokkinum 0 13 0 0 0 78 0 9 100 23 Hin Stuttliga 0 0 0 0 0 0 0 100 100 3 Ikki valrætt 21 8 4 0 42 4 0 21 100 24 Ikki á vali 10 3 10 0 23 10 0 43 100 30 Veit ikki/vil ikki svara 0 20 0 0 0 20 0 60 100 5 Nógvir veljarar flyta seg Vágur vil hava gamlar myndir Um ein góðan mánað hátíðarheldur Vágs Kommuna 100 ára føðingardag. Í hesum sambandi er løgd ein fjølbroytt skrá, sum fevnir um alla viku 40 frá 1.­ 7. oktober. Á skránni eru eisini myndaframsýningar og í hesum sambandi heitir kommunan á fólk um at læna fyrireikarunum myndir úr kommununi, skrivar Suðuroyarportalurin. Sóknast verður eftir myndum úr Vági, av Nesi, úr Fámará, úr Botni, av bygda­ og grannaløgum í Vági, av vinnulívinum í Vági, av fiskaarbeiði í Vági – til dømis breiða fisk, sildatíðin, Suðurfisk, Polarfrost o.s.fr. – av skipum í Vági, av fólki til arbeiðis, av fólki í frítíðarítrivum – t.d. í hoyna, ullarroyting, á útferð, ítrótt, almenn tiltøk o.s.fr.