Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. september 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 178 - 14. september 2007 11 tíðindi Hvat hevði hent, um vit fingu eitt valdømi í staðin fyri sjey. Tað hevði ikki broytt tað stóra millum flokkarnar í fyrstu syftu. Men tað hevði havt við sær stórar broytingar fyri persónsvalið. Sambandsflokkurin hevði gingið eitt sindur aftur. Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin eitt sindur fram Veljarakanning Jógvan Mørkøre samfelagsfrøðingur Í veljarakanningini, ið varð gjørd fyri einari viku síðani, vórðu fólk spurd bæði, hvat ið tey høvdu valt undir gald­ andi valskipan, og hvat ið tey høvdu valt, um landið varð umskipað til eitt val­ dømi. Tað gav nakrar munir. Men teir vóru ikki stórir; allir niðanfyri prosentið. Sambandsflokkurin vildi við einum valdømi fingið gott hálvt prosent minni, Javnaðarflokkurin og Sjálv­ stýrisflokkurin knapt hálvt prosent meira. Annars hevði ikki hent tað stóra. Annað enn at millum hálvt og heilt prosent høvdu valt at sitið heima í staðin fyri at farið á val. Meira enn triðingurin hevði atkvøtt fyri øðrum persóni Í kanningini vórðu fólk eis­ ini spurd, um tey høvdu atkvøtt fyri sama persóni sum á seinasta løgtingsvali, um Føroyar vórðu skipaðar sum eitt valdømi. Góður triðingur ætlaði sær tað, men knappliga 40 prosent, søgdu nei. Serliga var tað í Sandoynni, at veljararnir ikki høvdu hug at atkvøða fyri sama persóni sum á seinasta vali, um Føroyar vórðu skipaðar sum eitt val­ dømi – heili 70 prosent. Meira enn helvtin hevði umhugsað at atkvøtt fyri valevni í øðrum parti av landinum. Fólk vórðu síðani spurd, um tey høvdu umhugsað at atkvødd fyri persóni, sum á seinasta vali var uppstillaður í øðrum valdømi. Her svaraði meira enn helvtin, at tað kundu tey væl funnið uppá. Her vóru fólk toluliga samd kring tað mesta av landinum. Alla aðrastaðni enn í Norðoyggj­ um. Í Norðoyggjum var tað minni enn triðingurin, ið kundi hugsað sær at farið út um verandi valdømi við sín­ um krossi. Ein helvt segði kortanei. Tey vóru somu­ leiðis rættuliga nógv, ið søgdu nei í Suðuroy. Knapp­ liga fjøruti prosent. Her var kortini eins og í restini av landinum ein greiður meiri­ luti, ið kundi funnið uppá at atkvøtt fyri valevni uttanfyri oynna. Valúrslit við einum valdømi Føroya Tele gott fyrra hálvár Avlopið á rakstrinum hjá Føroya Tele var 22,7 milliónir krónur eftir skatt fyrra hálvár 2007. Nevndin í Føroya Tele hevur viðgjørt hálvársroknskapin á fyrsta nevndarfundinum eftir summarfrítíðina, og nevnd og leiðsla eru nøgd við gongdina, skrivar Føroya Tele í tíðindaskrivi. Um hendan gongdin heldur fram restina av árinum, verður ársúrslitið í 2007 betri enn í 2006, tá Føroya Tele hevði 26,7 milliónir krónur í avlopi eftir skatt. Nettosølan fyrra hálvár í ár var 172 milliónir krónur, og tað eru 13,5 milliónir krónur meira enn fyrra hálvár 2006, tá nettosølan var 158,5 milliónir krónur.