Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. september 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 178 - 14. september 2007 Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Strategi fyri fyribyrging Fyribyrgingarráðið er farið undir eina herferð, hvørs endamál er at forða børnum og ungum í at fara at roykja. Eisini er endamálið at fáa tey ungu, sum eru byrjað at leggja av aftur. Royking elvir til vánaliga heilsu og til krabbamein. Tað er bert vika síðan, at landslæknin í útvarpinum greiddi frá, at orsøkin til, at føroyingar hava meira av krabbameini enn grannar okkara er, at vit roykja meira. Hetta var serstakliga galdandi fyri kvinnurnar. Tað eru tí allar góðar grundir til at fegnast um tiltakið móti royking hjá børnum og ungum. Sum kunnugt er talan um eina herferð, eina kampanju, og sum tað ljóðar, eru øll útlit til, at henda herferð fer at eydnast. Tey, sum standa fyri verkætlanini, brúka tey mest nútímans námsfrøðiligu og tøkniligu amboðini eins væl og teir miðlar, sum tey ungu kenna og nýta. Hetta er rósverdugt. Men hetta er sjálvsagt ikki nóg mikið. Ein slíka herferð eigur at verða fylgd upp. Hetta at halda teimum ungu frá royking eigur at vera eitt standandi og áhaldandi stríð, og hetta eigur at vera sjálvsagdur partur av gerandisdegi fólkaskúlans, um ein slík herferð veruliga skal eydnast og hava varandi virkni. Her er sostatt tørvur á eni langtrøkkandi strategi fyri framtíðina, so herferðin fær varandi virði. Vit uppliva í hesum døgum at ljós verður varpað á aðrar trupulleikar hjá børnum og ungum. Tað vísir seg, at happing og annar ólevnaður er gerandiskostur í føroyska fólkaskúlanum. Hetta eigur als ikki at verða tolt. Børn, sum verða happað kunnu fáa skaða fyri lívið á likam og sál, og happing er oyðileggjandi fyri trivnaðin í fólkaskúlanum. Nú er hetta evnið komið í fokus – tað er gott. Tað næsta er, at avvarðandi myndugleikar sum skjótast eiga at koma við eini atgerðarætlan til tess at basa hesum sera ódámliga virksemi, sum tykist vera ein stórur trupulleiki í fólkaskulanum. Avvarðandi myndugleikar eiga at raðfesta atgerðir móti happing eins høgt og teir raðfesta stríðið móti royking. Spurningruin er, um ikki verður neyðugt at lóggeva móti hesum óskili, sum nú má steðgast. Eitt er at steðga óskilinum – annað er at fyribyrgja. Ein atgerðarætlan eigur tí eisini at fevna um haldgóða strategi til tess at forða fyri happing - ikki bert her og nú men eisini í framtíðini, so fólkaskúlin gerst eitt stað, har tað er gott og mennandi at vera hjá børnum so væl sum hjá lærarum. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eydna Skaale eydnaskaale@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00­13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Í grein í Sosialinum fyri 12. sept. í sambandi við eina veljarakanning er samrøða við Jenis av Rana, sum sjálvandi fegnast um, at flokkur hansara hevur stóra framgongd. Men Jenisi dámar væl at stinga, og sum altíð, so nýtir hann eisini hetta høvið til at leggja eftir Fólkaflokkinum. Og hesa­ ferð orðar hann seg soleiðis: „Hóast sam­ gongan hevur ein sosialan flokk, so er tað tann kaldi og kyniski fólkafloks­ politikkurin, sum stendur eftir.“ Eg haldi, at tað er óvirði­ ligt, tá ið vit hugsa um, hvørjum Jenis av Rana sigur seg standa fyri, at hann – ístaðin fyri at gleðast og koma við tí góða orðinum – púra ómotiverað leggur so niðrandi eftir okkum í Fólkaflokkinum. Eg vil ikki verða lagdur undir at føra ein kaldan og kyniskan politikk, tí tað er ósatt, og eg haldi, at tað hevði sømt seg betur fyri Jenis og passað betur til hansara etisku reglur at drigið øll tey góðu og positivu tingini fram, sum henda samgongan hevur sett í verk. Hugtøkini flúgva Í grein i Sosialinum 13. september 2007 hevur Poul Michelsen nakrar viðmerk­ ingar til mín. Kjarnin í hes­ um viðmerkingum er, sum eg lesi tað, at vit skulu hava tryggleika, álítandi títtleika og kappingarførar prísir innan ferðafólka­ flutning eins og farma­ flutning. Her eri samdur við Poul Michelsen. Poul Michelsen og hans­ ara 31 starvsfelagar í løg­ tinginum skulu m. a. taka støðu til, hvar floghavnin skal vera í Føroyum. Tað má tí vera av týdningi fyri tey, at tey hava so góðan kunnleika og seriøsar upplýsingar til málið, sum gjørligt, at taka støðu út frá. Tá PM sigur, at hetta fær undirritaða til at endurgeva nøkur pettir úr onkrum av teimum nógvu frágreiðing­ unum, sum skrivaðar eru um flogvallir í Føroyum, so er neyðugt at undir­ strika, at hetta eru niður­ støður frá ráðgeving, ið Landsverk/Landsstýrið hevur biðið um frá norska felagnum Asplan Viak. Í øðrum lagi vísti eg á, hvar frágreiðingarnar vóru tøkar á alnótini. Herumframt hevur danska felagið Ram­ bøll kvalitetstryggjað hesar niðurstøður. Við øðrum orðum eru tveir av hvørj­ um øðrum leysir rágevarar komnir til somu niður­ støðu. Fyri PM er hetta ikki áhugavert, tí talan er her um vallir, sum í mesta lagi eru 1800 m. Somuleiðis vísir hann á, at Altjóða krøvini og longdin á vølli­ num hava størsta týdning. At longdin á vøllinum hevur størsta týdning, gevur lítla meining. Tað er lítil meining í at hava ein langan vøll, ið stóran part av árinum ikki er atkomu­ ligur, tí at hann liggur í næstan 300 m hædd (sjá alternativ 3)! Hvussu vit venda og snara málinum, so hava vit í Føroyum nakrar avmarkingar, ið vit ikki eru harrar yvir, fyrst og fremst topgrafiin og klimaið. Hvat viðvíkur álítandi títtleika, sigur frágreið­ ingin hjá Landsverk/ Asplan, at Vága Floghavn hevur høga atkomiligheit skilt á tann hátt, at undir 2% av ætlaðu flogferðun­ um verða avlýstar. Hetta er, hóast alt, ikki heilt galið! Heldur ikki tá hugsað verður um, at Kastrup (altjóða floghavn) nærum var stongd i 4 leypandi dagar seinasta vetur, tí tað kavaði eitt vet meira enn vanligt, ella at flestu flog­ havnir í USA og Onglandi (altjóða floghavnir) eisini vóru stongdar í dagavís orsakað av kava. Vága Floghavn (eisini altjóða floghavn!) var, mær kunnugt, ikki stongd ein einasta dag seinasta vetur orsakað av kava, hóast nógvur kavi til tíðir kom niður! Takkað verið dugna­ ligum fólki við áralongum royndum innan floghavnar­ rakstur. Vísandi til kappingar­ førar prísir innan ferða­ fólkaflutning eins og farmaflutning eri eisini samdur við PM. Jú meiri kappingarføran prís, tess fleiri ferðafólk fara á flog. Hvussu prísirnir gerast kappingarførir við stórum milliardaíløgum, vil eg lata onnur meta um. Flogvøllur Óvirðiligt, Jenis! Sørvágur JÁKUP PERSSoN landsstýrismaður JógvAN Á LAKJUNI