Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. september 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 178 - 14. september 2007 13 viðmerkingar Sjónarmið Jústinus Leivsson Eidesgaard Av teimum fimm valevnunum, sum eru uppstillaði til bispa­ valið, blívur spurningurin um tað eina valevnið við at mala í høvdinum á mær. Tað er Bergur Debes Joensen. Er hann skikkaður til at gerast komandi bispur í Føroyum. Bergur Debes Joensen er stillaður upp av einum konservativum vongi innan fólkakirkjuna, og Peter Olofson hevur verið heima í Føroyum og hjálpt til við hesi uppstilling. Onki ilt at siga um tað. Olofson er ein maður við “sine meningers mod”, og vit vita, hvat hann stendur fyri. Onki er galið í hesi uppstilling, og øll hava rætt at hava síni sjónarmið. Og tað onki loyndarmál, at stillararnir hjá Bergi vilja tátta í átrúnaðarliga og vilja leggja leistin nærri tí skriftin bókstaviliga sigur, uttan tillaging til at samfeløg og hugsannarháttur eru broytt almikið seinastu 2000 árini og serliga seinastu 200 árini. Tað hava fólk fullan rættin til, so leingi tað ikki gongur ókær­ leiksfult út yvir onnur med­ menniskjur. Hví ditti eg mær at halda, at Bergur er óskikkaður? Orsøkin er, at maðurin vil ikki gifta fólk uppaftur, uttan at deyðin hevur verið upp í leikinum og talan er um einkjur ella einkjumenn. Hevur Bergur ikki rætt til at hava hetta sjónarmið, at tað er skeivt at gifta uppaftur? Jú tað hevur hann, ongin ivi um tað. Men kann hann nýtast sum Føroya bispur, sum andaligi leiðarin fyri 85 prosentum av øllum føroyingur við hesi støðu. Kann hann verða bispur hjá teimum mongu, hvørs hjúnaløg syndrast av óeydnusemi og sum vilja royna eydnuna aftur í heilaga hjúnalagnum? Vit tosa um ein fjórðing av øllum teim­ um sum giftast. Tað er her at spurningurin fer at halta. Skal Føroya bispur ikki eisini í høvuðsheitinum taka støði í dagsins samfelagi, ella skal hann einans taka støði í skrift­ ini, ella pørtum av skriftini, sum byggir á royndirnar í jødiska samfelagnum í eini farnari tíð fyri 2000 til 3500 árum síðani. Um Føroya bispur í sínum verki skal taka støðu í dagsins samfelagi og leggja høvuðs­ dentin á samfelagið vit liva í í dag, tá er tað eina valevnið, Bergur Debes Joensen, fullkomi­ liga óegnaður til at røkja starvið sum bispur. Og her er dokumentatiónin fyri hesum pástandi. Framman fyri mær liggja tøl, sum eg í seinastu viku fekk frá Hagstovu Føroya og sum sýna vígslur og hjunaskilnaðir í Føroyum seinastu 10 árini. Talan er um døpur tøl. Í 1996 varð sætti hvør føroyingur sum giftist fráskildur. Í 2004 var talið hækkað upp til fjórða hvønn føroying. Hetta skal sjálvandi ikki skiljast soleiðis, at tað vóru júst tey sum giftust hetta árið sum vórðu skild aftur, heldur at fyri so og so nógv, sum blivu gift, vórðu so og so nógv frá­ skild. Og talið er kanska hækk­ andi. Frá álítandi keldum veit eg at siga, at í okkara høvuðsstaði eru fráskild fólk annar ella báðir partarnir í 33 prosentum av øll­ um vígslunum í fjør. Her eru tøl sum tala. Hesi 33 prosentini fáa ikki vælsignilsi nýggja bisps, um hann kemur at eita Bergur Debes Joensen. Tey kenna ikki fløvan, vælsignilsi, jaligu játtan nýggja bisps ella verða gratu­ leraði av honum og ynskt góð­ ynskir, nú tey enn einaferð royna eydnuna í hjúnalagi. Taka vit støði í dagsins sam­ felagi og at prestar skulu virka út frá hesum, so er tað í heila tikið løgið, at ein prestur hevur rætt til at nokta at gifta fólk upp aftur. Eg havi verið í starvi í nøkr­ um arbeiðsplássum í mínum lívi. Allastaðni hevur verið gald­ andi, at um eg ikki kann inn­ ordna meg undir viðurskiftini á arbeiðsplássinum, so havi eg verið noyddur at sagt upp. Kann ein prestur, sum noktar upp­ afturgiftu, røkja sítt starv sum prestur, um hann noktar at víga 33 prosent av teimum, sum ynskja enn einaferð at royna seg í heilaga hjúnalagnum? Og er tað ikki eitt sindur feigt hjá teimum prestur, sum nokta uppafturgiftu, at lata hinar starvsfelagarnar gera skitna arbeiðið? Og verða teir trektir í løn fyri at sleppa undan einum stórum parti av vígsluarbeiðinum? Um Bergur gerst bispur og fær makt sum hann hevur akt, kunnu vit so rokna við, at hann fer at arbeiða fyri, at tað als ikki verður loyvt at gifta fólk upp­ aftur? Tað ber til at siga, at hjúna­ lagið hoyrir manni og kvinnu til, og børn eru upp í leikinum. Longur eri eg ikki komin enn, haldi mær til góðar. Prestar, sum nokta at gifta upp aftur, hugsa teir als ikki um, at teir eisini nokta børnum í sundurlisnum hjúnaløgum rættin til aftur at liva undir tryggum umstøðum, har foreldur og fosturforeldur eru gift. Eg veit væl, at tað ber til at finna grundgevingar fyri øllum tí ein heldur við at leita í skrift­ ini. Skriftin kann eisini lætt misnýtast. Paulus heitir á fólk, sum ikki kunnu allíkavæl standa móti girndini um at giftast. Og Móses tosar um, at tað sum Gud hevur ført saman skal maður ikki skilja. Kristindómurin verður av hinum stóru heimsátrúnaðum kallaður fyri tann paradoksi átrúnaðurin. Her eru so nógvir mótsetningar og serliga um vit gloyma kærleiksandan í bíbli­ uni, og hann verður oftast skúgvaður til viks í kjaki. Til seinast blívur hesin spurningurin við at hanga í luftini ósvaraður? Vil Bergur Debes Joensen, um hann fær makt sum hann hevur akt, senda fjórða hvønn sum giftist og sum sambært hagtølunum verður sundurlisin, vil hann senda alla hesa fjøld út í svartasta siðloysi við at nokta teimum samlív og at giftast uppaftur. Er tað kirkj­ unnar uppgáva skúgva fólk í siðloysi? Tað verður ongin kirkja, meinigheit, samkoma ella frí­ kirkja, sum fer at steðga girnd­ ini ella gessinum, fyri at nýta eitt nógv beinraknari orð, hóast tað kanska ber brá av at vera óvandaligt. Fólk fara at gera sum hjún í hjúnarúmi, um tey eru gift ella ikki. Fyri tað kann prædikast til dómadag, men hetta faktum broytist ikki. Tað ber sjálvsagt til at kúga girndina, men tá kemur hon út aftur millum rivjabeinini í øðrum devulskapi, til ampa og pínu fyri næstan og ein sjálvan. Vit mugu rokna við, at okkar nýggi bispur er trúgvur móti síni egnu sannføring. Kann Bergur Debes Joensen verða trúgvur móti síni egnu sannføring og samstundis leiða eina kirkju, har fjórði hvør vígdur í hjúnalagi verður sundurlisin? Hetta eg havi skrivað er ikki persónligt, annað enn at eg spyrji, um tað ber til hjá einum presti sum Bergi við hansara sjónarmiðum at leiða alt før­ oyska kirkjufólkið ella bara tey sum eru sum hava valt at vera stillarar hjá honum, og tey sum tey umboða, tí tey taka undir við hansara sannføring. Tá verður ikki talan um fólksins bisp, men bisp teirra fáu. Ein annar spurningur sum enn rekur ósvaraður í høvdi mínum er hesin. Bergur hevur í valstríðnum til bispavalið boðað frá, at hann gongur inn fyri javnstøðu innan kirkjugátt. Tað vil siga, at prestar báðum kynum skulu virka undir somu rættindum. Merkir hetta, at Bergur eisini sum bispur fer at víga kvinnuligar prestar? Kann Bergur Debes Joensen gerast bispur?´ Fólkið skift á ár, vígslur og hjúnaskilnaðir og eind kirkjuligar fyri hv. borgar- fyri hv. Vígslur hjúna-fyri hv. Hjúna- vígslur 1.000 ligar 1.000 í tali skiln- 1.000 skilnaður í tali fólk vígslur fólk aðir fólk er fyri 1996 129 3 57 1,3 186 32 0,7 5,8 1997 147 3,3 57 1,3 204 38 0,9 5,4 1998 157 3,5 85 1,9 242 54 1,2 4,5 1999 222 4,9 77 1,7 299 45 1 6,6 2000 189 4,1 58 1,3 247 52 1,1 4,8 2001 206 4,4 68 1,5 274 36 0,8 7,6 2002 183 3,9 65 1,4 248 53 1,1 4,7 2003 170 3,5 59 1,2 229 57 1,2 4,0 2004 176 3,6 61 1,3 237 48 1 4,9 2005 188 3,9 52 1,1 240 67 1,4 3,6 2006 213 4,4 64 1,3 277 61 1,3 4,5 Suðuroy er spakuliga við at doyggja út, hetta hava fleiri frøðingar víst á. Niður­ støðan til hesa seigpíning er elligomul, tað vantar arbeiði til okkara ungdóm, ið hava fingið sær hægri útbúgving. Nakað av uppskotum og nógv tos hevur verði, men einki hendur. Við verandi politikki og politikarum úr Suðuroy koma vit ikki víðari, tað hava tey seinastu mongu árini víst. Teir hava ongar hugsjónir, hugsa bert um seg sjálvan og kunnu og vilja ikki samstarva, har er øskukalt tá tað ræður um visjónir fyri Suðuroy. Við 800 undirskriftum kann ein suðuroyarflokkur stovnast, ið hevur eitt høvuðsendamál, og tað er, at Suðuroy skal verða fremsta oyggj í Føroyum. Hevur Suðuroy tað gott, so hevur hin parturin av Føroyum tað eisini gott, meðan tað í dag er øvut. Ein suðuroyarflokkur við 4 til 6 løgtingslimum, ið krevja, at Suðuroy kemur á Føroyakorti, hevði fleir­ falda møguleikarnar í Suðuroy. Vit hava snøgt sagt ikki tíð til at bíða, at verandi politikarar vakna úr dvala. Hesin nýggi flokkur skal syrgja fyri, at Suðuroy bleiv eitt nýtt “Silicon Valley”, har gransking, útbúgving og nýhugsan var í hásætinum. Granskingarpark til 70 milliónir skal sjálvsagt byggjast í Suðuroy t.d. í Vági. Nýggj heilsufrøðilig starvsstova skal sjálvsagt byggjast í Suðuroy. Nýggjur sjúkrasystraskúli skal sjálvsagt verða bygdur saman við skúlanum í Hovi. e.s Nú er tað helst fleiri, ið siga, at hattar gongur aldrin. Hartil er bert at siga, at tit hugsa ikki visjonert, tit tora ikki at fara úr tykkara lítla trygga dunnuhyli, og tað nyttar einki at hava undirlutakenslur. FinnleiF Guttesen Ein Suðuroyarflokk Talvan sýnir hagtølini fyri vígslur og hjúnaskilna í Føroyum seinastu tíggju árini. Legg merki til árini 1996 og 2003, sum eru nýtt sum dømi í greinini Kelda: Hagstova Føroya Er Bergur skikkaður sum bispur, tá ið hann ikki tekur undir við uppafturgiftu og tá ið tølini sína, at 33 prosent av øllum hjúnavígslum í høvuðstaðnum eru soleiðis samansettar, at antin annar ella bæði hava verið gift framman undan.