Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. september 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 178 - 14. september 2007 15 Niels Jacob Hovgaard, Hoyvík fer til gravar úr Kirkjugarðskapellinum Elinborg Eriksen, í Keypmannahavn, ættað úr Tórs­ havn, dóttir Hanneba í Funningsstovu, andaðist týsdagin, 79 ára gomul. Kórseting verður leygardagin kl.13.00 í Søndre Kapel, Bispebjerg Kirkegård Mikkjal Michelsen í Vági andaðist týsdagin 88 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Vágs kirkju leygardagin kl. 13. Tey ið vilja minnast Mikkjal kunnu lata Eldrasambýlinum í Vági eina gávu. Andlát og jarðarferðir nøvn Tøkk Eg og foreldur míni takka øllum tykkum, sum gjørdu konfirmatiónsdagin 25. mars 2007 so minnisríkan. Jens Kristian Hentze Tøkk Hjartaliga takki eg øllum, sum á ymiskan hátt gleddu meg á 80 ára føðingardegnum tann 13. august. Vinarliga Dánjal Jákup Olsen Tøkk Øllum tykkum, sum gleddu meg á 75 ára føðingardegnum 10. juni, takki eg hjartaliga. Takk fyri vitjanir, gávur, blómur, uppringingar, fjarrit og ikki minst góð orð, skrivað, yrkt og talað. Ein serlig tøkk til mína kæru svigerdóttur, son, ommubørn og langommubørn, ið gjørdu mær dagin ógloymandi. Størstu tøkkina eigur Harrin. Heilsan við sálmi 139. Má Harrin signa tykkum øll. Hervør Djurhuus Dagurin 15. september. Mariumessa síðari. Dagur holdin til minnis um ta sálarneyð, sum gekk á Mariu Moy fyri tær líðingar, sonurin mátti tola. Í summum álmanakkum stendur eisini navnið Áskel, ið er sama navnið sum svenska navnið Eskild. 16. september. Eufemia, deyð umleið ár 300. Kvinnu­ ligur pínsluváttur, tikin av døgum undir Diocletianus keisara. Femja er konufólkanavn, sum hevur verið brúkt í Føroyum og eisini kemur fyri í nýggari tíð. Grikst navn sum merkir gott umdømi. 17. september. Lambertus, deyður umleið ár 705. Biskupur í Maastricht í Hálandi. Hann varð dripin av aðalsmonnum, tí at hann setti at teimum fyri ólevnað Tøkk Ein heilsan til familju, vinir og kenningar, ið tóku konuna og meg á bóli á mínum 70 ára degi 26. juni. Serlig tøkk til børnini við familju sum gjørdu dagin ógloymandi. Hjørleiv á Lofti, Argir Góða omma. Tað gongur ikki ein dagur, hvar eg ikki hugsi um teg og sakni teg. Tað var serliga tungt at koma heim í Trapputún í døgunum eftir at tú var farin. Har var larmandi stilt og tómt, og saknurin eftir teg hekk tungur í køkinum. Tað var gott at vera saman við familjuni og vit tosaðu nógv um teg. Tíverri gjørdist tú sjúk av Parkin­ son fyri 6­7 árum síðani, og tú hevði sera torført við at góðtaka, at sjúkan broytti teg so við og við, bæði likam­ liga og sálarliga. Vit tosaðu nógv um, hvussu tú hevði tað ta seinastu tíðina. Vit vóru á einum máli um, at tú heilt sikkurt hevði tað gott nú, tú var sloppin burtur og hevði fingið frið. Tú hevur haft sera nógv at týða fyri meg. Bæði sum barn og vaksin. Sum barn varð hvør ein summarferia á tamb hildin hjá tær og abba úti á Dímun. Roykurin av heimabakaðum breyði, køkum, og drekkamunni og minnini frá lívinum harúti, fylgja mær tann dag í dag. Tá eg var á Dímun í summar, merkti eg onkusvegnað at tín ond er har enn og góðu minnini floyma fram. Har vóru altíð summargestir, høg sum lág, kend sum ókend, og tey vóru altíð móttikin við stórsta gesta­ blídni. Hettar vitnað gestabøkurnar harúti, um. Tú var sera góð við øll tíni ommubørn, og serliga stolt var tú tá onkur hevdi gjørt okkurt øðrvísi, tað verið seg ein góðan karakter í skúlan­ um ella eitthvørt bragd í ítrótti. Hetta læt tú okkum altíð vita, og so fall altíð eitt lítið oyra av. Tey munnu vera fá, ið ikki hava verið at kallað tvangsinnløgd, at hoyra um gullmed­ aljur, steyp o.a. sum onkur hevði vunnið fyri eitthvørt. Seinni flutti eg til Danmarkar at nema mær útbúgvning. Tú ringdi trú­ ligani fyri at vita hvussu gekk. Og um eg ringdi upp, so var tú skjót at siga, at vit skuldu gevast, tí tað skuldi ikki kosta mær nakað. Síðani ringdi tú uppaftur. Og tú fortaldi við stoltleika og gleði í røddini smáar søgur um langommubørnini sum eru komin til tey seinastu 4 árini. Tú stóð á høvdinum fyri at gera tað so hugnaligt sum møguligt, tá eg vitjaði heima um summrið ella í jólafrí. Onki var gott nokk til mín. Og tá tú fyrstu ferð hitti Stine, tók tú ímóti henni sum hon altíð hevði hoyrt til familjuna og tú gjørdi títt besta at tosa danskt. Eg eri glað fyri at Stine náddi at læra teg at kenna og eg kundi hildið á fram. Eg eri sera glað fyri, at eg tosaði við teg tvær ferðir í mars mánaði, heilt stutt áðrenn tú doyði. Seinastu ferðina tú ringdi, ljóðaði tú frísk og glað á mál­ inum, tað var deiligt, og eg minnist við gleði aftur á ta samrøðuna. Góði abbi. Tú og omma hava altíð verið nógv saman, liva saman og arbeitt saman. Og tit vildu havt tykkara 57. brúdleypsdag stutt eftir at omma fór, so saknurin eftir ommu má vera ófatuliga stórur. Omma ynskti ikki at liggja hjálparsleys, hvørki heima ella á sjúkrahúsi og heldigvís slapp hon undan. Eg eri vís í, at omma uppá ein máta ynskti at sleppa burtur, tí sjúkan gjørdist ikki betur, heldur hinvegin og tað visti hon. Omma var stolt nokk til ikki at vilja enda sínar dagar heilt hjálparsleys og pleygukrevjandi. Hettar unnaði hon ikki familjuni, og serliga ikki tær. Sjálvt um tað nokk virkar óyvirkomiligt onkuntíð, so eri eg vís í, at tad verður lættari at liva við sakninum og sorgini so hvørt. Harrin styrki teg, gódi abbi. Hvíl í frið, góða omma. Kærar heilsanir Eyðvør Minningarorð um ommu mína Kinnu úr Dímun f. 18.09.30 d. 31.03.07