Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. september 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 178 - 14. september 2007 tíðindi Stutt Sagt Subkov kanska valevni Viktor Subkov, sum tekur við sum russiskur for­ sætisráðharri, nú Mikhail Fradkov hevur biðið um at sleppa frá, fer kanska at stilla upp á russiska for­ setavalinum, sum verður í mars næsta ár. Við tíð­ indastovuna Interfax sigur Subkov, at hepnast tíðin sum forsætisráðharri væl, er tað ikki óhugsandi, at hann fer at dyrgja eftir embætinum sum russiskur forseti. Russar vita yvir­ høvur lítið um Viktor Sub­ kov, tí hann er rættiliga ókendur sum politikari, og tað kom eisini óvart á mong, at hann bleiv til­ nevndur forsætisráðharri. Fleiri halda tó, at hann er settur á næstovastu rók, sum hann ætlandi skal taka við eftir Vladimir Putin, forseta næsta ár. Vandi fyri kríggi Grannalondini Etiopia og Eritrea eru aftur vorðin ósamd um markið millum londini, og eygleiðarar stúra fyri, at ósemjan fer at gera enda á friðinum, sum fekst í lag fyri sjey árum síðani. ST hevur friðarvarðveitandi her­ menn í økinum, men part­ arnir eru vorðnir alt meiri ágangandi í seinastuni, og umstøðurnar hjá ST­her­ monnunum eru versnaðar nógv. Fleiri smærri saman­ brestir hava verið millum etiopsikar og eritreiskar hermenn, men ST­her­ menninir hava megnað at forða veruligum bardøg­ um, skrivar Reuters. Strikaði skuld Tað var helst eitt slag av kurteisi, tá danska stjórnin gjørdi av at strika gamla skuld hjá Brasil, nú brasil­ ski forsetin, Lula da Silva, var í Keypmannahavn og vitjaði. Í veruleikanum var talan heldur ikki um vanliga skuld, men um 10 mió. krónur, sum Brasil skuldi rinda danska ríkis­ kassanum, tá Danmark misti rættin at krevja toll frá skipum, sum fóru ígjøgnum Oyrasund. Bras­ il rindaði ongantíð gjaldið, og nú fekk Lula so at vita, at gjaldið er strikað. SAMBAnd árni joenSen fArtekSt@MAil.dk - Kann tað unga, irakska demokratiið basa sínum fíggindum, fær tað stóra ávirkan á Miðeystur (George W. Bush) útlond Franska blaðið France Soir hevur frá keldum fingið at vita, at Madeleine McCann doyði eftir at hava fingið ov nógvar sovitablettir Í vikuni kom fram, at portugisiska løgreglan hevði funnið kropsvætu í viðførisrúminum á einum bili, sum Gerry og Kate McCann høvdu leigað í Portugal, og at DNA­ royndir høvdu víst, at kropsvætan stavaði frá Madeleine. Nú sigur franska blaðið France Soir seg hava fingið at vita frá sínunm keldum, at DNA­royndirnar vístu, at Madeleine McCann var doyvd, tá hon doyði. Blað­ maðurin Guilhem Battut skrivar, at eftir DNA­ royndunum at døma hevði gentan fingið okkurt doyv­ andi evni og helst sovi­ tablettir og so stórum nøgd­ um, at tað var nóg mikið til at taka lívið av henni. Sambært franska blað­ manninum er tað doyvandi evnið umrøtt í frágreiðingini, sum ákæruvaldið í Portugal hevur fingið. Bretskir kriminalteknik­ arar ivast kortini í inni­ haldinum í fronsku greinini. Teir siga við Daily Mail, at úrslitið av DNA­royndunum var ikki so týðiligt, at tað ber til at siga við vissu, at Madeleine hevði fingið nakran heilivág. Guilhem Battut er ein virdur blaðmaður í Frak­ landi, og hann er millum annað kendur frá tí, sum hann skrivaði um tilbirðin, tá Diana prinsessa doyði í París fyri tíggju árum síðani. Sambært France Soir fekk Madeleine McCann ov nógvar sovitablettir Madeleine fekk ov nógvar sovitablettir Í 1984 forðaðu kubansku myndug­ leikarnir einari ætlan at myrða táverandi amerikanska forsetan, Ronald Reagan Í einari drúgvari grein í floksblaðnum Gramma greiðir kubanski forsetin, Fidel Castro, frá, at í 1984 fekk kubanska sendinevndin á ST­høvuðsborgini í New York frænir av, at ein høgravendur bólkur í USA ætlaði at beina fyri Ronald Reagan, forseta. Málið hevði skund, tí teir høgra­ vendu ætlaðu at skjóta for­ setan, tá hann skuldi á ein veljarafund í statinum Nor­ th Carolina nakrar dagar seinni. ­ Vit gjørdu av at siga amerikonsku myndugleik­ unum frá. Tað eydnaðist okkum at fáa at vita, hvørjir menninir aftan fyri dráps­ ætlanina vóru, hvar teir skuldu hittast í sambandi við morðið, og hvussu teir ætlaðu at myrða Reagan. Allar upplýsingarnar góvu við amerikanarunum, greið­ ir Castro frá. Í greinini verður sagt, at nakrar dagar seinni tók FBI fleiri fólk í North Carolina, og Ronald Reagan slapp við lívinum. Castro sigur, at ein av teimum kubansku diplomatunum á ST­ høvuðsborgini fekk eina heilsan at bera kubansku stjórnini við tøkk fyri upplýsingarnar, sum avdúk­ aðu drápsætlanina. Ronald Reagan avmyndaður í 1985 saman við nøkrum av sínum næstu medarbeiðarum Vit bjargaðu Reagan