Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-14, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. september 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 178 - 14. september 2007 17 tíðindi SAMBAnd jákup Mørk jAkup@SoSiAlurin.fo tlf. 341800 ítróttur Sylla verður ikki við, tá ið B36 fer til Gøtu at verja oddasessin ímóti GÍ, sum seinast slapp úr langa turkinum GÍ-B36 Jóannes Hansen B36 fer til Gøtu uttan toppskjúttan í Formula­ deildini, og tað er sannlíkt, at næsti maður í álopinum heldur ikki verður við. Sylla hevur síðani javn­ leikin í Runavik fyri knappliga tveimum vikum síðani verið saman við familjuni í Fraklandi. Í B36 verður upplýst, at Sylla ikki verður aftur í Føroyum fyrrenn mánadagin, og har­ við verður toppskjúttin ikki við, tá ið oddaessurin sunnudagin skal verjast í Sarpugerði. Tað er eisini rættuliga ivasamt, um ein annar av framrættaðu monnunum, Bergur Midjord, verður førur fyri at spæla. Hann fór tíðliga av vøllinum í Runavík fyri tveimum vikum síðani, og síðani tá hevur Bergur ikki verið førur fyri at venja nakað serligt. Á hinari síðuni telur tað sjálvandi nógv, at Jákup Mikkelsen og Mikkjal Thomassen, sum hava verið burturstaddir hesa vikuna, saman við Santos eru tøkir aftur eftir leikbann. Tað tykist upplagt, at Anderson, sum enn ikki hevur verið serliga eyð­ sýndur í B36, fær enn ein møguleika at vísa, hvør dugur er í honum. Á Argjum fyri tveimum vikum síðani eydnaðist tað loksins GÍ at sleppa burtur úr turkinum, sum gøtumenn hava verið í síðani summar­ steðgin, og sum teir veruliga komu í, tá ið teir í 15. umfari 1. juli taptu 4­0 í Gundadali ímóti B36. Ein av stuðlunum á GÍ liðnum seinastu nógvu árini, Poul Ennigarð, verður ikki við ímóti B36, og tað er ivasamt, um hann yvir­ høvur aftur verður at síggja í gula og bláa búnanum. Poul er fluttir til Onglands at búgva, og gongur tað, sum tað er ætlað, so fer hann at halda til í Liverpool í fleiri ár. Bara helmingurin av HB spælarunum hava verið til venjingar í hesi vikuni HB-VB/SUMBA Jóannes Hansen Tað eru tvey lið, sum tað leingi hevur gingið hvønn sín vegin hjá, ið hittast í Gundadali. HB hevur fingið fulla úrtøku burtur úr fimm tær seinastu ferðirnar, meðan VB/Sumba bara hevur fingið eitt stig. Sjáldan man favorittheitið hava verið so stórt, sum tað er hjá HB hesa ferð. ­ Soleiðis sum gongdin hevur verið bæði hjá VB/ Sumba og okkum, so eiga vit at vinna ímóti teimum. Men júst í sovornum støðum er tað týdningar­ mikið at taka uppgávuna í tí álvara, sum altíð skal til, og tað rokni eg avgjørt við, at okkara fara at gera, sigur Albert Ellefsen, sum tað hevur gingið sera væl hjá, síðani hann fekk ábyrgdina av HB liðnum. Hesa seinastu vikuna hava HB venjingarnar verið eyðkendar av, at helming­ urin av spælarunum hava verið burturstaddir, tí teir hava verið upptiknir av U­ 21 og A landsliðnum. ­ Sjálvandi er tað ikki optimalt, men vit knarra ikki. Hetta hevur havt við sær, at fleiri av ungu og evnaríku monnunum á næstbesta liðnum hava tik­ ið lut í venjingunum, sigur Albert Ellefsen. Í Vági vilja teir ikki avskriva seg sjálvar úr bestu deildini, fyrrenn tað ikki ber til at rokna seg til pláss í Formuladeildini. Í Klaksvík megnaðu ungu menninir – átta spælarar eru 22 ár og yngri enn so ­ at skjóta trý mál, men tað fóru seks ígjøgnum. Hesa ferð er setningurin at halda Rógva Jacobsen, Andrew av Fløtum og øllum hinum burtur frá málinum hjá Vlada Filipovic. Pílurin peikar hvønn sín veg Toppskjúttin er burtur