Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. september 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 178 - 14. september 2007 ] Við – ikki við Ikki við: Morten Overgaard (skaddur) Ivasamur: Hanus Jacobsen (brákað rivjabein) Við aftur: Jákup Mikkelsen, Alex José dos Santos og Mikkjal Thomassen (eftir leikbann) Ikki við: Sylla (burturstaddur) Ivasamur: Bergur Midjord (vøddaskaða) Við aftur: Flavio Lucio Silva de Santana (eftir leikbann) Ikki við: Eirikur Poulsen (leikbannaður) Ikki við: Zsolt Zekeres (meniskskaddur) Við aftur: Atli Gregersen (eftir leikbann) Ikki við: Sámal Joensen (knæskaddur), Poul Ennigarð (fluttur av landinum) Formula-deildin: (sunnudag) HB – VB/SUMBA EB/STREYMUR – NSÍ AB – KÍ GÍ – B36 SKÁLA – B71 1. deild: (leygardag) B68 – SÍ ÍF – NSÍ LÍF – KÍ HB – FSV04 TB – B36 (sunnudag) 2. deild (sunnudag) SKÁLA – GÍ ÍF – MB B68 – EB/STREYMUR KÍ – B36 FRAM – FSV 04 Dystaryvirlit B71, sum bara hevur vunnið eitt stig síðani summarsteðgin, er ikki sloppið heilt undan hóttanini av niðurflyting SKÁLA-B71 Jóannes Hansen Tað eru tvey lið, sum tað síðani summarsteðgin ikki hevur hilnast væl hjá, sum sunnudagin hittast á Skála. B71 hevur bara vunnið eitt stig seinastu fimm ferðirnar, og Skála hevur ikki fingið annað enn stigini í sigrinum í Runavík. Sandoyingar eru seks umfør undan kappingarenda seks stig frammanfyri AB, og tað skal vilja rættuliga illa til, um B71 skal missa plássið í bestu deildini, men um AB fær fult ímóti KÍ, og B71 einki fær á Skála, so kann tað gerast heilt spennandi, tá ið B71 í næst­ síðsta umfari fer at vitja á Argjum. Á Skála hevur John Peter­ sen ikki verið til venjingar í hesi vikuni. Undan summ­ arsteðginum var tað hann, sum gav góðan ílástur til barndómsfelagið, ið harvið tryggjaði sær stigini, sum nú halda niðurflytingarhótt­ anini burtur. Í hesi vikuni hevur hjálparvenjarin, Krist­ mund Johannesen, staðið fyri venjingunum. Magnus Olsen og Símun Rógvi Hansen úr B71 hava verið upptiknir av U­21 landsliðsfótbólti í hesi vik­ uni. Tað sama hevur Levi Hanssen á Skála, og Pauli G. Hansen hevur verið í Litava við landsliðnum. Í EB/Streymi kenna teir seg ikki hava nakað at tapa, og í NSÍ vilja teir ikki tosa um at vinna annað enn júst hesa uppgerðina EB/STREYMUR-NSÍ Jóannes Hansen Í báðum legum siga teir seg vera tilvitaðar um, at tað fer illa at bera til at røkka heilt upp á tindin, um ikki full úrtøka fast burturúr topp­ uppgerðini, sum sunnudagin verður í Streymnesi, og tað kennist á báðum pørtum, at tað ikki er nóg mikið at fáa eitt stig burturúr javnleik­ inum, sum tykist ikki so lít­ ið sannlíkur. Um hesa tíðina fyri einum ári síðani fór favorittstøðan at kennast tung í Sundalag­ num, og tað sást aftur á av­ rikunum, sum ikki vóru so sannførandi, sum tey høvdu verið. Tað kostaði FM heit­ ið, ið teir vóru so tætt við at vinna. Tvær tær seinastu ferðir­ nar hevur tað kenst sum um, at EB/Streymur eftir leikligan aldudal, aftur hev­ ur verið á gamla sporinum, men tað verður lítið prátað um FM møguleikan: ­ Árið varð bjargað, tá ið vit vunnu steypakappingina og harvið tryggjaðu okkum rættin at luttaka í altjóða fót­ bólti næsta summar. Vit eru so mikið aftanfyri oddalið­ ini, at tað ikki verður tosað um gull í landskappingini. At vit longu hava vunnið meiri, enn vit áður hava megnað, hevur higartil bor­ ið við sær, at vit hesar sein­ astu ferðirnar hava spælt púra frítt, og tað hevur hiln­ ast væl, sigur EB/Streyma liðformaðurin Egil á Bø: ­ Uppgerðirnar ímóti NSÍ plaga at vera sera tættar, og soleiðis rokni eg eisini við, at tað verður hesa ferð. Tað er greitt, at Zsolt Zekeres ikki verður við sunnudagin, og at stutta skeiðið hjá honum í Streym­ nesi longu er liðugt. Hann er meniskskaddur og er far­ in aftur til Ungarn at fáa viðgerð. Tað verður ikki roknað við, at hann fer at koma aftur henda vegin. René Tórgarð og Hans Pauli Samuelsen hava verið á landsliðsferð og skuldu venja í kvøld fyri fyrstu ferð í hesi vikuni. Arnbjørn Hansen hevur verið upptikin av U­21 landsliðnum. Hann vandi í gjárkvøldið fyri fyrstu ferð í hesi vikuni. Spenningurin er stórur í Runavík, um tað endiliga skal fara at eydnast hjá NSÍ at vinna fyrsta FM heitið nakrantíð. Liðformaðurin, Óli Hansen, undirstrikar, at tað á liðnum ikki verður fokuserað so nógv upp á endastøðuna, men upp á ein­ støku uppgávuna, sum ligg­ ur fyri framman, og hon kennist stór hesa ferð: ­ Vit spældu 1­1 ímóti teimum á heimavølli, og í Streymnesi taptu vit eitt sindur misvísandi 1­0. Tað verður tætt aftur hesa ferð, og tað er eingin ivi um, at vit fara eftir sigrinum, sigur Óli Hansen. Allir spælararnir hjá NSÍ eru tøkir. Orsaka av lands­ liðskjansi hava fleiri spælar­ ar verið burturi frá venjing hesa seinastu vikuna. Jens Martin Knudsen, Jóhan Troest Davidsen, Christian Høgni Jacobsen og Hjal­ grím Elttør hava verið í Litava, og Bogi Løkin og Einar Hansen hava verið á U­21 landsliðnum. Einar Hansen noyddist út longu í steðginum í dystinum ímóti Grikkalandi mikudagin, men hann er tøkur aftur. Soltin úrtøka hjá báðum pørtum Royna at gloyma gul