Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-14, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. september 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 178 - 14. september 2007 tíðindi Eftir at hava koyrt runt og runt og runt á Vesturbrúgv í eina góða løtu, fann eg endiliga eitt parkeringspláss. At leita eftir einum parkeringsplássi mitt í Keypmannahavn er sum at leita eftir nál. Bara eitt sindur torførari. Vegirnir eru pakkaðir á báðum síðum, og frástøðan millum hvønn bilin er í miðal 15 sentimetrar. Parallelparkering nærum hvørja ferð. Frálíkt. Donsk innrás Ætlanin var at gera eina stutta samrøðu áðrenn konsertina, men tá ið eg kom inn í Føroyahúsið, lítlan hálvan tíma áðrenn konsertbyrjan, gjørdist greitt, at hendan mátti bíða. Salurin var longu hálvfullur, og skuldi eg gera mær nakrar vónir um at fáa eitt líkinda sitipláss, so skuldi eg seta meg við tað sama. Blokk. Penn. Myndatól. Telefonina á ljóðleyst. Góða tíð at gera alt klárt. Málningar hjá Annelisu Johansen prýddu veggirnar inni í Føroyingahúsinum. Sá bara gott út, eftir míni meting. Málningarnir altso. Í bakgrundini hoyrdist Teitur, ið sang um at verða verandi undir stjørnunum. Meðan eg sat og bíðaði, legði eg merki til, at nógv av prátinum millum áhoyrararnar gekk fyri seg á donskum. Stuttligt, at tað ikki bara eru føroyingar, ið tíma at lurta eftir føroyskum listafólki í Føroyahúsinum. Skål for det! Ikki ‘inniligar konsertir’ Nýggi leiðarin av Føroyahúsinum, Hans Petur í Brekkunum, hevur allarhelst eisini lagt merki til nógvu danirnar, tí meiri ella minni beint á slagnum átta, bjóðaði hann øllum vælkomnum til intim-konsertir í Føroyahúsinum. Hann greiddi skemtandi frá, at onkur miðil hevði umsett ‘intim- konsertir’ til ‘inniligar konsertir’, sum avgjørt ikki var tað sama. Tey flestu hildu hetta vera stuttligt - uttan eg. Tá ið eg hugsi eitt sindur gjøllari um tað, so er ‘inniligar konsertir’ ikki besta umsetingin, eg havi gjørt í mínum yrki sum blaðmaður. ‘Nærkonsertir’ hevði verið eitt betri orð. Backyard Charlie Fyrstur á palli var Rókur Jákupsson. Fyrr í ár vann havnarmaðurin Planet- virðislønina fyri Besta Sangara. Og framførslan hetta kvøldið staðfesti, at heiðurin var væl uppiborin. Rókur h e v u r eina rødd, ið egnar seg væl til tað heilt stilla og fína, men kann samstundis eisini vera orkumikil og stór. Rókur hevur skrivað løg í nógv ár. Tíðliga í tannárunum skrivaði hann saman við Halli Johannesen landapláguna um apuna Charlie. Og royndirnar hoyrast aftur. Løgini eru góð og væl løgd til rættis. Serliga lagið ‘Backyard Traffic’ er vakurt og sat eftir í mínum høvdi, tá alt var liðugt og sløkt. Júst hetta lagið hevði rist allan tann føroyska tónaleikapallin, tá ið tað kom út og skrætt seg uppá eitt 8. pláss á ‘15 teimum bestu’, segði ein sjálvspeiligur Rókur. Sera stuttligur og vælorðaður. All That Rain-sangarin gav kvøldinum eina góða og killaða byrjan. Terji og tannáringaminnir Miðlingurin, men tó hin elsti hetta kvøldið, var Terji Rasmussen. Hann legði hart út við Moirae-lagnum ‘Brillumenn’ og greiddi frá, at tíðin í Moirae var ein ótrúliga góð tíð við nógvum fantastiskum minnum. Um tað eru tær hundraðtals framførslurnar, hann hevur havt gjøgnum tíðirnar, ella tað bara er viðføtt, dugi eg ikki at siga, men hann hevur eitt óvanliga gott tak á áhoyrarafjøldini. Stuttligur, sjarmerandi og lítillátin. Góð uppskrift. Hóast hann ikki er í sama formi, sum hann hevur verið, so syngur hann væl og megnar framvegis at raka teir heilt høgu tónarnar - næstan hvørja ferð. Nú eri eg uppvaksin við Frændum, Føstufressum og sjálvandi Terja eisini, so fyri mítt viðkomandi vóru nógvir av sangunum hetta kvøldið rættiliga litaðir av kenslum og tannáringaminnum. Men sangir sum ‘Mamma’ og ‘Ljóðmynd’ eru góðska – við ella uttan kenslur og minnir. Serliga ‘Ljóðmynd’, ið Anker Eli Petersen hevur yrkt, er ein av teimum heilt fáu sangunum, ið íbirtir eitt so sterkt huglag, at tað dregur meg inn í sangin. Hendir sera sjáldan. Røddin Eftir ein lítlan steðg við kaffi og vinapráti, var tíðin komin til Eivör, sum uttan iva var høvuðsnavnið á kvøldinum og allarhelst eisini í vikuskiftinum. Unga gøtugentan hevur fyri stuttum givið út fløguna ‘Mannabarn’, sum hevur fingið nógv rós frá ummælarum í seinastuni. Við sær á palli hevði hon Benjamin Petersen á el-gittara, meðan systrarnar Maria og Jonna Johannesen sungu kór. Heitislagið var fyrst á skránni og hóast løg av nýggju fløguni vóru spæld – ‘Elisabeth og Elinborg’,‘Dansins harri’ og ‘Grát ei’ – so var meginparturin gomul ella spildurnýggj løg. ‘Nú brennur tú í mær’, ‘Trøllabundin’, ‘Átjan’, ‘Mær leingist’ og so spildurnýggja ‘Mussisjúk’ vóru nøkur av løgunum í ljóðaðu í Føroyahúsinum fríggjakvøldið. Eivör hevur ment seg nógv sum FRÍGGJAKVØLD Hóast hann hevur mong ár á baki innan tónleik, so spælir Terji Rasmussen enn við stórari innliving Røddin hjá Eivör ger hana til eina songkvinnu í heimsflokki HUGLEIÐANDI UMMÆLI Petur Háberg petur@sosialurin.fo Skrá: Rókur Jákupsson Terji Rasmussen Eivör Pálsdóttir