fríggjadagur 14. september 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 178 - 14. september 2007
23
tíðindi
Sum sagt, so varð tað um reppið, at eg
ikki endaði aftast í salinum
fríggjakvøldið. So leygarkvøldið hevði
Sosialurin umboð á staðnum í góðari tíð.
Eg kom inn í forhøllina í
Føroyahúsinum umleið klokkan hálvgum
átta og sá, at hurðin inn í salin var latin
aftur. Skít! Ov seinur.
Eftir eitt skjótt eygnakast í spegilin
andaði eg inn og opnaði hurðina inn í
salin. Sera, sera keðiligt hjá einum
ummælara, ikki at fáa alt við av einari
konsert. Í øllum førum hesum.
Men tá ið eg komi inn, er salurin
tómur. Okkurt arbeiðsfólk gjørdi barrina
klára, men eingin áhoyrari var komin.
Nú skilti eg einki. Dagin fyri var hálvfult
um hesa tíðina, og nú var tómt?
Smátt sum smátt gekk tað upp fyri
mær, at tað sjálvandi var lagnudysturin
millum Danmark og Svøríki, ið gjørdi
um seg. Um ein ikki var í
arbeiðsørindunum, hevði ein allarhelst
eisini sitið heima framman fyri sjónvarpi
num og hugt. Keðiligt teima.
Eg bar eyga á Hans Petur í
Brekkunum, sum er dagligur leiðari í
Føroyahúsinum, og fekk nakrar
viðmerkingar frá honum um tiltakið,
áðrenn konsertin byrjaði.
Tryggur og sterkur
Eitt korter yvir átta setti Høgni
Reistrup hol á kvøldið. Fyri fáum
mánaðum síðani gav hann út sína
frumfløgu, ið kallast ‘Hugafar á ferð’, og
hevur hon verið nógv at hoyrt í
loftmiðlunum í summar.
Tónleikurin á fløguni er væl grundaður
á Høgnasa gittarspæl og sang. Ein kann
siga, at øll hini ljóðførini flyta seg runt
um hesi bæði, sum standa trygt og sterkt
í miðjuni á ljóðmyndini.
Júst av hesi orsøk kendist tað ikki tómt
og nakið, tá ið ‘Býurin við ánna’, ‘Tak
meg við’ og aðrir sangir hjá unga
manninum vórðu spældir við gittara og
sangi einans.
Samstundis hevur Høgni fult
tamarhald á bæði rødd og gittarspæli, og
tað ger, at tú sum lurtari hvílir og kann
njóta til fulnar heldur enn at krympa tær.
Sjarma, sjarma, sjarma
Í hølunum á Reistrup kom Jensina
Olsen. Hon traðkaði
av álvara inn á
føroyska tónleik
apallin í fjør við at
vinna Singer/
songwriter
kappingina 2006,
sum Hotel Hafnia
skipar fyri á
hvørjum árið.
Áðrenn hon fór í
holt við sína
framførslu, nýtti hon
eina løtu at lýsa eitt
sindur fyri fløguni
hjá Høgna Reistrup,
sum kundi keypast
við barrskivuna. Í
røttum sølumansstíli
eggjaði hon fólki til
at fara tíðliga í holt
við jólagávurnar í ár
og ogna sær nøkur
eintøk av fløguni, nú
hon einans kostaði
ein hundraðkrónuseðil.
Jensina legði út við síni heilt egnu
útseting av ‘Eins og áarstreymur rennur’.
Hon greiddi frá hvussu sangurin altíð
hevði verið ein partur av hennara lívið,
men at tað ikki var fyrr enn í seinastuni,
at hon hevði lurtað eftir orðunum og tikið
tey til sín.
Tað er eitt sindur torført ikki at dáma
kvinnuna. Hon virkar sera ektað og erlig
á palli. Eina løtu greiðir hon frá, hvussu
trupult eitt vinarband kann vera. Eina
løtu seinni sigur hon frá onkrari pínligari
søgu, ið fær øll at flenna. Bæði djúp og
løtt. Allatíðina við einum smíli og ‘glimt
i øjet’.
Jensina syngur væl og er trygg á
gittaranum. Serliga feministar, hyggi
burtur eftir kvinnuligum mátistokki,
hevur hon gott tak á gittaranum.
Onkuntíð kendist tað tó sum, at hon ikki
heilt megnaði at fylgja við, tá ið
fingraspælið gjørdist ov títt.
Nýggjar stjørnuføðingar
Eftir ein lítlan steðg kom Høgni Lisberg
á pall. Nú var eitt sindur meiri av fólki
komið, men ikki var nógv meiri enn
hálvfult.
Fyrr í summar ummældi eg hansara
framførslu á Summarfestivalinum.
Ummæli var gott, men eg saknaði eitt
sindur av nýggjum tilfari.
Hetta fekk eg tó í ríkt mát nú, tí meiri
enn helvtin av sangunum hetta kvøldið
vóru meiri ella minni nýggir. Samstundis
greiddi Høgni eisini frá, at hann var í
gongd við at skriva nýtt tilfar, sum
vónandi verður ein útgáva einaferð.
Eitt av nýggju løgunum,‘Birth of
Stars’, riggar serliga væl og boðar frá
góðum. Høgni, ið vanliga ikki sigur so
nógv á palli, tosaði nógv hetta kvøldið.
Um hendan sangin segði hann, at
onkuntíð skal okkurt keðiligt til fyri at
føða nakað gott.
Nýggja tilfarið hjá Høgna er eitt sindur
meiri blúskent enn undanfarið tilfar.
Rættiliga ‘laid back’, kann man kalla tað.
Og tað kann ein so dáma ella lata vera.
Eitt sindur av gamla tilfarinum slapp tó
eisini við. ‘Morning Dew’, ‘Just Dig’ og
onnur kend løg vórðu spæld, og
munnharpan var eisini við á onkrum
lagið.
Samanstappað
Fríggjakvøldið var merkt av nógvum látri
og góðum tónleiki, men samstundis eisini
av tekniskum trupulleikum. Tíverri.
Hinvegin gekk tað sum smurt við
ljóðinum leygarkvøldið, men
uppmøtingin kundi verið eitt sindur betri.
Men øll tey framførandi skulu hava rós
fyri at koma út um pallkantin. Tey
prátaðu við áhoyraran og greiddi frá, hvat
sangirnir snúðu seg um. Okkurt var
stuttligt og lætt, meðan okkurt annað setti
nakrar tankar í gongd. Júst sum
sangskrivaraframførsur skulu vera.
Væleydnað tiltak.
gittarspælari, og hon ger tað væl.
Men tað er eingin ivi um, at tað
er røddin, ið fangar og lyftir
Eivör upp á eitt pláss fyri seg.
Um hon bara sang og ikki hevði
nakað ljóðføri aftrat sær, hevði
tað framvegis verið nøktandi fyri
meg. Heilt einastandi og í einum
flokki fyri seg sjálva.
Baldur og brak
Men sum tað so ofta er, so var
framførslan darvað av tekniskum
trupulleikum. Ikki tí; ljóðið var
sera gott hesi bæði kvøldini í
Føroyahúsinum við Jónas Bloch
og Baldur Kampmann handan
knøttarnar. Men mitt í framførsl
uni hjá Eivör byrjaðu smá brak
at koma úr hátalarunum. Hesi
komu og fóru, men stjólu
myndina og plettaðu heildar
upplivingina. Stórt spell.
At enda gjørdist tað so ótol
andi, at Eivör steðgaði øllum og
bað um ein lítlan steðg, soleiðis
at trupulleikin kundi rættast.
Trupulleikin vísti seg at vera
streymurin á pallinum. Hetta
varð orðnað, og síðstu sangirnir
koyrdu sum smurt.
LEYGARKVØLD
Tað er eitt sindur
torført ikki at dáma
Jensinu, heldur
ummælarin
Høgni Reistrup hevur fult
tamarhald á bæði rødd
og gittarspæli, og tað ger,
at tú sum lurtari hvílir
og kann njóta til fulnar
heldur enn at krympa tær
Skrá:
Høgni
Reistrup
Jensina Olsen
Høgni Lisberg