fríggjadagur 14. september 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 178 - 14. september 2007
Viðlíkahald og rakstur av
bygningum hjá samtakinum
Føroya Tele
Føroya Tele søkir eftir fólki til
Byggideildina hjá FT Net. Talan er
um avbjóðandi arbeiðsøki, sum snýr
seg um at reka og viðlíkahalda allar
bygningar hjá Føroya Tele. Samtakið
hevur uml. 120 bygningar, sum eru
bæði skrivstovu-/goymslubygningar,
tøknihús og telebúðir. Starvsøkið
verður um alt landið, tó við høvuðs-
støð í nýggja og nútíðar bygninginum,
Klingruni í Hoyvík.
Føroya Tele søkir eftir fólki
til Byggideildina á FT-Net
FT Net rekur fjarskiftisnetið hjá
Føroya Tele, og fevnir hetta
um kaðalnetið, luftborna netið,
transmissión og bygningar.
Uppgávan er m.a. at tryggja, at
allir veitarar fáa somu atgongd
til netið. Arbeiðsuppgávurnar
hjá starvsfólkunum í FT Net eru
at reka og menna netið og selja
nettænastur til allar veitarar undir
somu treytum.
Á Byggideildini á FT Net starvast í
løtuni 13 starvsfólk, og ábyrgdarøkini
eru m.a.:
• rakstur av øllum bygningunum hjá
samtakinum Føroya Tele
• el-kervið og neyðstreymmotorar
• køli- og ventilatiónskipanir
• brunatrygd
• umsjón við atgongd til bygningar
og útgerð
• reingerð
Rætti viðkomandi er t.d. tekniskur
atstøðingur, ella hevur aðra við-
komandi tekniska útbúgving, og
kemur m.a. at arbeiða við Autocad.
Arbeiðsumhvørvið er skiftandi, og
uppgávurnar sera ymiskar.
Løn og setanarviðurskifti verða
sambært sáttmála við avvarðandi
yrkisfelag, og starvið verður sett
skjótast til ber.
Nærri fæst at vita frá Kára Dal-
Christiansen, deildarleiðara, tel 303651
ella frá Starvsfólkadeildini á tel 303030.
Vit hoyra fegin aftur frá áhugaðum
umsøkjarum.
Umsóknir við avritum av prógvum og
ummælum skulu vera Føroya Tele í
hendi í seinasta lagi 28. september
2007 og skulu stílast til:
Føroya Tele
Starvsfólkadeildin
Postsmoga 27
110 Tórshavn
lýsingar