fríggjadagur 14. september 2007síða 35
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 178 - 14. september 2007
35
Todi Jónsson er væl
nøgdur við tiltakið
á Hotel Føroyum
hóskvøldið, men
hann hevði væntað, at
uppaftur fleiri komu
at lurta eftir einum so
navnframum manni
sum Flemmingi Øster
gaard, formanni í
FCK
TilTak
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Millum 250 og 300 fólk
vóru til tiltakið á Hotel Før
oyum hóskvøldið, sum FC
Amager og Team Føroyar
Business
Club
skipaðu
fyri.
Team Føroyar er spon
sorfelagið hjá FC Amager í
Føroyum, og felagið hevur
eisini sponsorfelag í Dan
mark.
Tað vóru kend nøvn úr
Danmark, sum førdu orðið
á fundinum – í fyrsta lagi
navnframi Flemming Øster
gaard, FCKformaður og
Frank Johansen, sum eitt
nú er kendur innan donsku
coachbransjuna við nógv
um ára royndum og eisini
er kendur vinnupsykologur.
Frank hevur eisini verið
ráðgevi hjá Toda Jónsson í
hansara tíð sum professio
nellur fótbóltsleikari í Dan
mark.
Væleydnað tiltak
Vit spurdu Toda Jónsson
eftir tiltakið, um hann var
nøgdur við undirtøkuna.
Eg haldi, at tiltakið
eydnaðist sera væl, og eg
havi longu nú fingið góðar
afturmeldingar frá fólki,
sum luttóku.
Eini 250300 fólk vóru til
tiltakið, og tað fegnast Todi
um. Kortini hevði hann
væntað, at uppaftur fleiri
fóru at leita sær niðan á
Hotel Føroyar til fyrilestrar
nar.
Ja, eg hevði í veruleika
num væntað, at uppaftur
fleiri vildu hoyra ein mann
við slíkum royndum og
slíkari succes, sum Flemm
ing Østergaard hevur havt,
bæði í Lyngby og seinni –
og serliga – í FCK, har
hann upp á 10 ár hevur upp
bygt FCK til eina miljarda
fyritøku.
Todi sigur, at Flemming
hevur onkrar ”beundrarar” í
Føroyum, og í Danmark eru
nógvir beundrarar og eisini
ymiskar
meiningar
um
mannin og arbeiðsháttin hjá
honum.
Hann stjórnaði Lyngby,
tá eg spældi har, og hann
byrjaði hjá FCK eitt hálvt
ár, áðrenn eg fór úr Lyngby.
Soleiðis kenni eg Flemming
– fyrst í fýra ár í Lyngby og
síðan í 8 ár í FCK.
Todi sigur, at Flemming
eisini var við til at byggja
Lyngby upp, men hetta
felag hevði ikki sama poten
tialið sum FCK.
Hann er ein harður for
rætningsmaður, sum dugir
væl at fáa fólk at renna eitt
sindur meira enn vanligt.
Hann er visjonerur, setir
sær nøkur mál og fer mið
víst eftir teimum. Flemming
veit, hvussu man uppbyggir
eitt felag – at íløgukarmar
skulu halda, og at organisa
tiónin skal vera í lagi. Vit
hava alt at læra, og eg haldi,
at vit hava nógv at læra av
einum slíkum manni sum
honum, sigur hann.
Flemming hevur eina bak
grund innan virðisbræva
marknaðin, og hann bygdi í
sínari tíð eisini upp eina
fyritøku, sum seldi skriv
stovuútgerð í Skandinaviu.
Hann er blivin eitt
”brand” í Danmark, og tey
flestu hava eina meining
um mannin. Hann dugir at
gera nakað stórt og kanska
á ein øðrvísi hátt enn tey
flestu, sigur Todi.
Tað mentala
Frank Johansen tosaði í
breiðari merking um evnið
”Menning er menning av
menniskjum”.
Hann er kendur í donsku
coachbransjuni
gjøgnum
mong ár og hevur eisini
drúgvar royndir sum vinnu
psykologur. Frank hevur eis
ini verið ráðgevi hjá Toda
Jónsson í tíðini, hann hevur
verið professionellur fót
bóltsleikari í Danmark.
Tann mentali parturin
av ítróttini er ein rættiliga
undirmettur partur av tí
heila.
Todi sigur, at tá tú íðkar
ítrótt, veitst tú skjótt, hvørjir
eru góðir til tað, tú hevur
brúk fyri í tínum yrki – og
danska fótbóltsverðin er lut
falsliga lítil, sigur hann.
Frank hevur eitt nú havt
nógv góð ítróttarfólk undir
sínum veingjabreiði, og
soleiðis eisini nógvar góðar
golfleikarar. Hann hevur
eisini hjálpt nógvum vinnu
lívsleiðarum í sínum starvi
sum vinnupsykologur. Tað,
sum ræður um, er at brúka
tankarnar rætt, sum hann
tekur til.
Í áhugaverdum fyrilestri,
sum fólk flest kundu fingið
nakað burtur úr, vísti Frank
á, at kenslur og tankar
kunnu broytast – og at
kroppurin reagerar skjótt
upp á skifti millum tað nega
tiva og positiva. Hugsa vit
negativt, reagerar kroppurin
negativt.
Negativir tankar føra til
negativar kenslur – og øvut.
Kenslur ávirka okkara sálar
støðu. Tí er umráðandi, at
vit læra at hugsa um viður
skiftini á rættan hátt.
Frank vísti á, at strongd
er ein veksandi trupulleiki
millum fólk.
Fólk, sum eru illa fyri
kropsliga, fáa rímiliga góða
viðgerð, men verri er við
teimum, sum eru illa fyri
sálarliga. Negativir tankar
taka orkuna úr kroppinum.
Hann vísti á, at viðhvørt
halda vit, at vit kanska gera
ov nógv.
Men vit gera ikki meira,
enn vit kunnu og viðhvørt
gera vit meira, enn vit
hildu, vit kundu. Tað kann
ikki vera rætt, at eitt gott
fótbóltslið tapir, tí leik
ararnir ikki fáa tað at hanga
saman í høvdinum, segði
hann, Frank Johansen.
Samansjóðing
Todi Jónsson sigur, at enda
málið við tiltakinum á
Hotel Føroyum var at geva
føroysku sponsorunum nak
að afturfyri stuðulin, sum
FC Amager fær úr Føroy
um.
Vit vilja soleiðis fegnir
verða við til at geva spon
sorunum nakað afturfyri, at
teir stuðla okkum.
Hann heldur, at tiltakið
eisini var eitt gott høvi at
samansjóða ein bólk av
fólki og soleiðis leggja upp
til samanhald.
Vit hava higartil ikki
gjørt so nógv uppsøkjandi
arbeiði fyri at fáa enn fleiri
sponsorar í Føroyum. Vit
hava fingið nakrar fáar
aftrat teimum, sum vóru
við í byrjanini.
Todi sigur, at tað er vónin
hjá teimum, sum nú standa
aftanfyri FC Amager, at før
oyskar
fyritøkur
síggja
felagið sum ein møguleika
at koma út í heim.
Vit hava eisini eitt spon
sorfelag í Danmark, og vit
kundu hugsað okkum, at
fyritøkur í Føroyum og Dan
mark funnu saman til gagns
fyri báðar partar. Donsku
fyritøkurnar, sum stuðla
okkum, vilja gjarna koma
upp til Føroyar gjøgnum
FC Amager, og í hesum
sambandi
verður
eisini
hugsað um vinnulívssam
starv.
Todi Jónsson heldur, at
tiltakið á Hotel Føroyum
soleiðis kann vera eitt gott
startskot til at skapa sam
bond og eitt størri netverk
millum fyritøkur.
Todi Jónsson um tiltakið á Hotel Føroyum:
– Vilja geva
sponsorum
nakað aftur
- Kenslur og tankar kunnu broytast. Kroppurin reagerar skjótt
upp á skifti millum tað negativa og positiva. Hugsa vit negativt,
reagerar kroppurin negativt, segði Frank Johansen, kendur í
donsku coach-bransjuni og vinnupsykologur
Mynd: Heri Joensen
Flemming Østergaard hevur eftir 10 árum bygt FCK upp til eina miljardafyritøku. Ein harður
forrætningsmaður, sum flestu hava eina meining um. Hann hevur eisini beundrarar í Føroyum
Mynd: Heri Joensen