fríggjadagur 14. september 2007síða 36
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 178 - 14. september 2007
Undirritaði var spurdur av
kirkjuráðslimi m.a., hvat
eg geri, verið eg valdur
biskupur og kvinnuligur
prestur ella uppafturgiftur
prestur verður innstillaður
av kirkjuráðum til
prestaembæti í
Fólkakirkjuni. ”Vilt tú so
víga og innseta slíkan
prest.”
Eg svaraði, sum eg havi
ætlað at svara, um fekk eg
henda spurning, at lógin
loyvir kvinnuligum og
uppafturgiftum at gera
prestatænastu í
Fólkakirkjuni, líkasum
lógin eisini loyvir prestum
at hava aðra hugsan hesum
viðvíkjandi. Eisini legði eg
afturat, at biskupur hevur
ábygd av, at lógin verður
hildin, og hann skal tí
syrgja fyri, at slíkir prestar
verða vígdir og innsettir í
fólkakirkjuni.
Tað vóru ikki øll hetta
kvøldið í Leirvíkar
missiónshúsi, sum ikki
vóru nøgd við hetta svar, tí
fólk vilja vita, hvat eg
sjálvur vil gera, verið eg
biskupur. Eg skilji hetta
væl, og skal eg tí royna at
koma nærri míni støðu
viðvíkjandi hesum máli.
Eg svaraði hóskvøldið
meiri yvirskipað, sum eg
eisini hevði ætlað mær at
svara, tí eg eri ikki helt
liðugur við henda
viðkomandi spurning.
Hetta m.a. tí, at danska
lógin viðvíkjandi rætti og
skildum hjá biskupi, er
tengd at fleiri biskupum,
og vit nú bara hava ein
biskup í okkara
kirkjuskipan.
Men so langt eg eri
komin eini støðu, vil eg,
verið eg biskupur, ikki
sjálvur víga ella innseta
kvinnuligan ella
uppafturgiftan prest, men
lata annan prest, sum vil
tað, gera tað.
Hetta er tað greiðasta og
tað rættasta at gera bæði
ímóti mær sjálvum og
ímóti míni kirkju. Tað, ein
lærir, hevur sína avleiðing
á onkran hátt, hvørt ein er
prestur ella biskupur. Í
nevnda máli vænti eg at
taka hesa avleiðing fyri
mítt viðkomandi, og roknar
mín kirkja eisini við at eg
geri so (tí kom
omanfyrisetti spurningur
úr salinum).
Fólkatingslógin frá 1947,
sum loyvir kvinnuligum
prestum, fekk tí eina aðra
lóg aftur at sær árið eftir í
1948 ”Lov om Adgang for
biskopper til Fritagelse…”
um rættindi og skildur
biskupsins.
Í samgonguskjalinum hjá
verandi samgongu, sum
gjørdi leistin fyri
yvirtøkuna av
fólkakirkjuni, stendur, at
kirkjan skal eftir
yvirtøkuna vera hin sama
kirkjan, sum vit høvdu.
Í hesum sambandi er tað
nú mín ætlan, at arbeiða
fyri, at rætturin hjá
embætisfólkum
fólkakirkjunnar má ganga
báðar vegir. Lógin má
eisini galda, um ein prestur
av eini ella aðrari orsøk
ynskir umsjón av øðrum
presti enn biskupinum. Tá
má biskupur, sum tann
leiðari hann er, finna loysn,
um hesin prestur kennir
seg kroystan á einhvønn
hátt.
Eg gangi út frá at í eini
rúmligari kirkju á
fólkakirkjunnar grund ber
altíð til at finna loysnir, um
viljin er til tað. Tí verandi
kirkjuskipan okkara er sera
liðilig, um vit vilja nýta
hana á skynsamiligan hátt.
Mín vilji er, at nú skal alt
setast inn fyri ikki at grava
grøv fyri øðrum, men at
finna varandi loysnir á
teimum spenningum, sum
hava verið kirkju okkara
lítið sømiligir seinastu
árini, og sum saktans
kunnu vera verandi millum
prestar í okkara ”lítlu”
fólkakirkju, um einki
ítøkiligt verðu gjørt.
Lógin um rætt og skildur
biskups er galdandi fyri
Føroya kirkju, og hon
verður lagað føroyskum
viðurskiftum. So verður
bara eftir at fáa viljan at
umsita hana, sum hon er
ætlað: Í virðing hvør fyri
øðrum at finna eina
gongda leið í tí máli, sum
fyri nærum allar
biskupparnar (ein
undnatikin!) og fyri helst
nógv flestu prestar í 1947
var ein
samvitskuspurningur.
Vóni, at hetta svar kemur
spurninginum nærri, sum
settur var mær. Fyrigev
mær góðu fundarluttakarar,
at eg ikki hevði fyrireika
eitt greiðari svar til nevnda
kvøld í Leirvík.
Eg vil, hvør so framtíð
mín verður í fólkakirkjuni,
gera mítt til, at kirkjan
verður rúmlig – og tað
báðar vegir. At eingin
trýstir nakran til nakað
ímóti síni sannføring og
samvitsku, men at kristilig
viðring og kristiligt tol
verður víst hvør øðrum.
Hevur ein mist frímóði sítt
fyri tí, sum hoyrir Gudi til,
hevur ein mist andaligu
tænastuna á gólvið.
PS: Sí eisini svar mítt
hesum viðvíkjandi í
samrøðu við
Dimmalætting.
Hevur tú hug at blaka
teg út í tað ókenda,
út í ruðuleikan, har
alt ber til? Ung í MáF
bjóða til spennandi
skeið í viewpoints í
skúlanum á Giljanesi
21.-23. september
2007
Tíðindaskriv
Hevur tú hug at blaka teg út
í tað ókenda, út í ruðuleikan,
har alt er gjørligt? Vit
arbeiða hart og konsentrerað
á gólvinum. Læra at lurta,
gera ov nógv av, og skava
av aftur.
Viewpoints er improvisa
tiónsháttur, sum gevur sjón
leikarum høvi at arbeiða
spontant og intuitivt. Saman
at lurta og at skapa dygd
argott tilfar upp á stutta tíð.
Viewpoints er ein háttur
at tosa saman um ávísar
meginreglur á palli eitt nú
tíð og stað. Hvat riggar og
hvat riggar ikki á palli, og
hví. At lurta og at reagera,
sansa og anda, flyta seg og
standa still. Stutt sagt: Ein
háttur at jamma saman á
gólvinum.
Royndur lærari
Lærari
verður
Gunnvá
Zachariasen. Gunnvá hevur
hildið fleiri skeið, m.a. í
viewpoints, og hon hevur
verið við í mongum leikum
í Føroyum, Danmark og
U.S.A. Hon er útbúgvin
sjónleikari, og m.a. var hon
við í “Ginusøgum”, “Don
Juan
fra
Tranhuset”,
“Ísbjarnunum”, “Faust” og
øðrum leikum. Gunnvá hev
ur eisini spælt við í filmi og
sjónvarpi og hevur stovnað
sín egna sjónleikarabólk,
“Tvazz”, sum hon nú er
farin undir annan leikin við.
Fyrsti leikurin hjá leik
bólkinum, “Køksdrotning
arnar” eftir eysturríkaran
Werner Schwab, varð leikt
ur á Meiarínum í august
mánaði í fjør.
14-30 ára gomul
Skeiðið byrjar fríggjakvøld
ið 21. september kl. 19, og
vit gevast sunnudagin 23.
september
kl. 15. Skeiðið er fyri øll
14 til 30 ára gomul, bæði
fyri roynd og óroynd í sjón
leiki. Tó er plássið avmark
að til 20 fólk. Vit gista og
eta á skúlanum á Giljanesi.
Áhugað kunnu senda meyl
til maf@maf.fo ella ringja.
Jamma saman á gólvinum
Svar til spurning frá salinum undir panelorðaskiftinum í Leirvík
hóskvøldið: ”Hvat gert tú, um tú verður valdur, og…?”
Bergur D.
Joensen