Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-14, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. september 2007síða 40

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 178 - 14. september 2007 Sløkkiliðsfólk til Fuglafjarðar sløkkilið Fuglafjarðar kommuna søkir hervið eftir 1 leysum sløkkiliðsfólki M/K til Fuglafjarðar sløkkilið til setan 1. november 2007 ella skjótast eftir hetta. Sum treyt verður sett, at viðkomandi skulu hava heilsuváttan, revsiváttan og stóra koyrikortið. Tó kunnu persónar, sum ikki lúka krøvini fyri koyrikorti, søkja størvini við teirri treyt, at hetta verður fingið til vega skjótast, um teir verða settir í starv. Somuleiðis verður kravt, at umsøkjarar antin hava ella skulu taka neyðugt grundskeið í 1. hjálp. Neyðuga víðari útbúgving sambært kunngerð um útbúgving av sløkkiliðsfólkum skipar Fuglafjarðar sløkkilið fyri. Nærri upplýsningar um starvið eru at fáa frá bruna­ stjóranum William S. Askham á telefon 737800. Møguligar umsóknir, ið skulu verða skrivligar, skulu verða Fuglafjarðar kommunu, Norður í Gerði 10B, 530 Fuglafjørður í hendi í seinasta lagi 28. september 2007 kl. 15.00. Kommunan skilar sær rætt til at velja millum inn­ komnar umsóknir ella onga at taka. Fuglafjørður, tann 07. september 2007 Fuglafjarðar kommuna Størv sum havnaumsjónarmenn við Fuglafjarðar havn 2 størv sum havnaumsjónarmenn við Fuglafjarðar havn verður hervið lýst leys til setan tann 01. novemb­ er 2007 ella so skjótt sum til ber eftir hetta. Førleikakrøv: Útbúgving sum navigatørur og før­ leika í enskum máli bæði í skrift og talu, somuleiðis sum tú skal duga at orða teg væl bæði munnliga og skrivliga í føroyskum máli og haraftrat hava teldu­ kunnleika á brúkarastøði. Vit bjóða tær: Eitt spennandi starv, har tú eisini saman við leiðsluni fær møguleikar fyri at menna havnina. Setanarviðurskifti: Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya Skipara­ & Navigatørfelag fyri havnaumsjónarmenn, somuleiðis sum skrivligur sáttmáli verður gjørdur partanna millum um arbeiðstreytir vm. Starvstreytir: Umsøkjararar við royndum innan sjóvinnu hava fyrimun. Fyrsta árið verður at rokna sum royndarár. Hevur tú áhuga so ert tú vælkomin at senda skrivliga umsókn saman við prógvum og møguligum CV og viðmælum til Fuglafjarðar kommunu, Postboks 30, 530 Fuglafjørð­ ur, og skal henda verða kommununi í hendi í seinasta lagi mikudagin 03. oktober 2007 kl. 16.00. Fleiri upplýsningar Um starvið fáast við at venda sær til Sigurð S. Simonsen, borgarstjóra á telefon 737777 ella til Jákup Frants Larsen, býráðsskrivara á telefon 737702. Kommunan skilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnar umsóknir ella eisini onga at taka. Fuglafjørður, tann 12. september 2007 Fuglafjarðar kommuna Suðuroyar Tjóðveldisfelag 2. og møguliga 3. uppstillingar­fund­ur­ ver­ður­ í Nad­d­od­d­aneystinum sunnud­agin 16. september­ 2007 kl. 17:30 Nevndin Hagafundur í Ognar­ haganum í Kvívík Lýst verður til hagafundar í Ognarhaganum í Kvívík 26. september 2007, kl. 19.30 í Glæmuni. Skrá: Støðutakan til umsóknina frá Grækaris A. Joensen um sølu av jørð Frammi í Gerði til útstykkingar til íbúðarendamál. Gjørt verður vart við, at tann, sum møtir fyri annan, skal hava skrivliga fulltrú at møta og atkvøða. Hetta er eisini galdandi fyri tey, sum møta fyri medeigarar av somu ogn. Tað merkir, at eiga fleiri persónar eitt matrikul nummar, atkvøða teir hvør sær bert fyri sín part, um so er, at teir ikki hava skrivliga fulltrú frá hinum. Hagastýrið lýsingar