Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-14, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. september 2007síða 41

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 178 - 14. september 2007 41 Bókavørður Eitt starv sum bókavørður er leyst at seta frá 1. november 2007 ella skjótast til ber. Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um vanligt bóka- varðaarbeiði, eitt nú skráseting, røkt, avgreiðslu og ráðgeving. Starvið fevnir eisini um aðrar ikki-bókavarðaupp- gávur sum bókhald og avgreiðslu um FSL-skipan- ina. Landsmiðstøðin nýtir bókasavnsskipanina Aleph/eLib-booking, og hevur bókavørðurin saman við KT-vørðinum ábyrgd av samskiftinum við veitaran av skipanini. Vit sóknast eftir fólki, sum hevur • útbúgving sum bókavørður • royndir við bókasavnsarbeiði • royndir og/ella áhuga fyri bókhaldi og at nýta FSL-skipanina • førleika og áhuga í at nýta teldu í arbeiðinum, og sum kennir til Aleph ella aðra líknandi bóka- savnsskipan og hevur • hollan kunnleika í føroyskum. Skrivstovufólk Eitt starv sum skrivstovufólk er leyst at seta frá 1. november 2007 ella skjótast til ber. Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um móttøku og avgreiðslu av viðskiftafólki, útlán av undirvísingar- miðlum, røkt av bókasøvnum og ymiskt praktiskt arbeiði í sambandi við skeiðsvirksemi. Landsmiðstøðin nýtir bókasavnsskipaninar Aleph og eLib-booking. Vit sóknast eftir fólki, sum hevur • skrivstovuútbúgving/skrivstovuroyndir • viðkomandi arbeiðsroyndir, eitt nú frá bókasavni • førleika og áhuga í at nýta teldu í arbeiðinum • kunnleika til Aleph ella aðra líknandi bóka- savnsskipan og hevur • hollan kunnleika í føroyskum. Felags fyri bæði størvini Lýkur tú øll ella flestu førleikakrøvini omanfyri, dámar tær at arbeiða sjálvstøðugt, ert tú røkin, ert tú tænastuhugað/-ur, hevur tú góð samstarvsevni og hevur tú lætt við at samskifta við fólk, er tað helst tær, vit hava brúk fyri. Vit kunnu bjóða eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv í einum stovni, sum hevur samskifti við flestu skúlar og lærarar í landinum, og sum hevur tætt samstarv við eitt nú Mentamálaráðið, Landsbóka- savnið og Føroya Gjaldstovu. Talan er um størv í fulla tíð. Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Petur Simonsen, stjóra í Landsmiðstøðini, tlf. 356850 ella 220414. Umsóknir við upplýsingum um útbúgving, starvs- royndir v.m. skulu vera Landsmiðstøðini í hendi í seinasta lagi mánadagin 8. oktober 2007. Umsókn Umsókn við prógvum, c.v., o.ø. skulu sendast til: Landsmiðstøðin Hoyvíksvegur 72 Postrúm 3084 FO-110 Tórshavn ella t-post: lms@lms.fo Umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 8. oktober 2007. Gjøllari upplýsingar fáast við at venda sær til Petur Simonsen, stjóra í Landsmiðstøðini, tlf. 356850 ella 220414. Arbeiðshandskar til øll endamál - bæði á sjógvi og landi Landsins størsta úrval frá eingangshandskum til fóðraðar Japan-handskar Beinleiðis frá framleiðara Sosialurin 311820 spf lýsingar Internet Sosialur www.sosialurin.fo in