Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-14, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. september 2007síða 1

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2007 7 nr 1 2007 12 2007  nr 1 Rákið2007  nr 2. Hjá 45 ára gomlu Janu Thomsen byrjaði veg- etarlívið sum ein vegur burtur úr deyðiligari sjúku. Í dag kann hon gott steikja búffar til mannin, men smakkar ikki kjøt sjálv Uttan at kenna nakað til sjúkuna ella hugtakið, fekk Jana sum 15 ára gomul anoreksia. Hon noyddi seg sjálva onki eta, tí hon helt, at hon var ov tjúkk. Tá ið ringast stóð til vigaði Jana einans 32 kilo og var innløgd á Landssjúkrahúsinum. – Eingin kendi sjúkuna, og eg varð ikki send til sálarfrøðing. Men kostráðgevin á Landssjúkrahúsinum hjálpti mær ótrúliga væl. Hon greiddi mær frá, at valið ikki stóð millum mat og ongan mat, men at tað var ein millumvegur við sunnum mati, greiðir Jana stillisliga frá. Tað tók henni góð tíggju ár at koma burtur úr sjúkuni, og vegurin fram var at geva kroppinum nokk av føðslu við heilsugóðum mati, sum ikki fitaði ov nógv. Í dag livir Jana sum vegetarur og etur ongantíð kakur ella bomm, meðan 20 ára gamla dóttir hennara og maður hennara bæði eta kjøt og annan ósunnan mat. Dóttirin var vegetarur tvey tey fyrstu árini, men tá ið hon vildi hava kjøt upp á breyð, fekk hon loyvi til tað. – Eg eri vegetarur, tí tað er tað rætta fyri meg. Eg havi ikki brúk fyri at fáa onnur at velja sama lívsstíl, sum eg havi valt. Vit eru øll so ymisk og skulu hava loyvi at vera tað, sigur Jana. – Eg havi heldur einki ímóti at steikja stórar búffar til mannin, men eg smakki ikki á kjøtið sjálv. Tað hevði eg ikki funnið uppá, sigur hon smílandi. Tá ið hon var sjúk, taldi hon altíð kaloriur og feittprosent, og hóast hon ikki heldur roknskap í dag, so mungar hon ongantíð eftir einum vinarbreyði, tí hon sær ikki lekkru køkuna á borðinum, men tær 300 kaloriurnar, sum enda í kroppinum. – Eg mungi ikki eftir kjøti, tí eg minnist kropstyngdina, sum eg hevði eftir at hava etið kjøt. Tá ið eg eti vegetarmat verði eg ongantíð yvirmett. Tá ið øll liggja hálvdeyð eftir jóladøgurðan, eri eg líka frísk sum altíð, greiðir hon flennandi frá. Jana hevur ikki upplivað, at fólk niðra seg fyri at vera vegetarur. Fólk spyrja hví, og tey flestu góðtaka svarið. Men summi fólk royna – kanska mest í spølni- at fáa hana at eta okkurt ósunt. – Tað kann vera troyttandi, tá ið onkur blívur við at biðja meg fáa mær kjøt upp á talerkin. Eg vil gjarna sjálv avgera, hvat eg eti, sigur Jana at enda. Frá etingarólagi til reinan mat Grønir FøroyinGar Heilsugott og vælsmakkandi Tørvar tær íblástur til heilsugóðan mat og mat- gerð við ongum kjøti? Her eru nakrar av bestu uppskriftunum hjá vegetarunum, sum eru í blað- num í dag Kikkertnapostei frá Manijeh kikkertrar vistfrøðiligur grønmetisb- bótarmoli sitrónsaft kumman vistfrøðilig olja (nøgdirnar avgert tú sjálv/ ur) Soleiðis gert tú: Kikkertrar verða settar á blot og lat standa alla náttina . Kóka í knappan tíma – til tað er ordiliga bleytt. Blenda saman við einum sindri av kókisaftini saman við bótarmolanum. Smakka til við sitrónsaft, kumman og olju. nuttolenebúffar frá Hans Martin 2 dósir av Nuttolene (jarðnøtufars frá Miklagarði) 200 gr. av valnøtum (ella mandlum) 3 dl av hveitikjarnum ella speltkjarnum 2 grønmetisbótarmolar sólblómukjarnir Soleiðis gert tú: Tendra ovnin á 200 stig, heitluft. Kóka hveiti- ella speltkjarnirnar, til tær eru bleytar. Lat nuttolenedósirnar upp í báðum endum, og trýst farsið úr. Blenda valnøtirnar fyrst grovt í køksmaskinuni, og blenda síðani nuttolenefarsið í. Upploys grønmetisbótarmolan í uml. 1 dl heitum vatni, og stoyt síðan í nuttoleneblandingina og blenda til deiggj. Stoyt vatnið frá teimum kókaðu kjarnunum úr, og rør kjarnirnar í deiggið. Smakka til við salti og pipari.Forma deiggið til miðalstórar búffar á einari plátu við bakipappíri. Stroy sólblómukjarnir oman á búffin, og baka í ovninum í 45 - 60 min. GG. Búffarnir skulu vera bleytir innan Afturvið: Villrís blanding ella kókað epli. Tomatsós við leyki og basilikum. Nógv salat ella annað tær dámar. Karrynudlur við tofu frá Joan og Janusi Ein pk. av fullkornsnudlum (t.d. Santa Maria, fæst í Miklagarði) eitt glas av tofu (fæst í Miklagarði og FK í miðbýnum) 4-5 flustar gularøtur ein stóran leyk umleið 150 gr. av soppum eina piparfrukt ein grønmetisbótarmola karry og upploystur bótarmoli soya olja Soleiðis gert tú: Sker tofu, leyk og gularøtur í puntar og hita í oljuni á pannu í einar 10-15 min. Hav hitan eitt sindur yvir miðal og vend nakrar ferðir, so tað ikki brennist. Sker soppar og piparfruktina í puntar, og hita teir eisini á pannuni. Kóka nudlurnar soleiðis, sum stendur á pakkanum, men við bótarmola. Blanda tær við restina av tilfarinum á pannuni, sum síðani verður kryddað við soyu, karry og bótarmolavatni frá nudlunum. Tað ber til at nýta næstan alt grønmetið einum lystir – eitt nú brokkoli í staðin fyri soppar. Flatbønalapskós frá Janu 250 gr. av grønum flatbønum (linsum) 3 dl av upploystum bótar- molum við grønmeti 200 gr. av leyki 600 gr. av gularótum 300 gr. av eplum aroma soyasós timian og laurberblað Soleiðis gert tú: Flatbønirnar verða skolaðar og settar á blot í vatni í 6-8 tímar. Stoyt vatnið av og skola tær aftur. Kóka síðani í 3 dl vatni + grønmetisbótarmolar. Sker leyk, epli og helvtina av gularótunum í dálar og lat í grýtuna saman við krydd. Lat kóka í uml. 40 min., til eplini hava javnað rættin og smakka til við aroma. Rív restina av gularótunum og et tær afturvið. 7