fríggjadagur 14. september 2007síða 1
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2007
7
nr 1
2007
11
Rákið2007
nr 1
Rákið2007
nr 2.
Matvøruhandlar selja
deyð djór, sum hava
havt eina syndarliga
tilveru, meðan tey vóru
á lívi. Hesum ynskir ein
ung havnarfamilja ikki
at stuðla, og tí eru tey
øll vegetarar.
Fyri fýra árum síðani góvust Joan
Poulsen og Janus úr Dímun at eta kjøt.
Hetta hendi eftir, at tey høvdu havt fleiri
samrøður við vinir í Danmark, sum vóru
vegetarar.
– Vit hildu, hesi vinfólk vóru
fullkomiliga langt úti, tí tey ikki ótu kjøt.
Men tá ið vit settu okkum inn í málið,
broyttu vit støðu, greiðir Joan frá, meðan
hon leggur putlispæl saman við 2 ára
gomlu dóttrini, Jóhannu, sum eisini er
vegetarur.
– Fyri okkum er hetta ein moralskur
spurningur, tí tú kanst ikki láta sum onki,
tá ið tú kennir sannleikan um búrhøsn,
djóraflutning og aðra djórapínslu, sigur
Janus.
– Í fyrstani ætlaði eg bara at gevast
at eta innflutt kjøt. Eg trúði ikki, at eg
kundi vera føroyska kjøtið fyri uttan,
og seyðurin í Dímun hevur eitt gott lív,
áðrenn hann verður flettur. Men matur er
ein vanasak, og eg mungi ikki eftir kjøti
longur, sigur Janus smílandi.
Tá ið Joan og Janus síggja ein búff, so
síggja tey ikki bara eitt kjøtpetti, men
ein stakkals dripnan kálv. Djóravælferð
hevur nógv at siga fyri tey, og tey eru
limir í danska felagsskapinum Anima,
sum hevur eina virkna heimasíðu og
gevur blað út eina ferð um mánaðin.
Spurningurin um djóradráp kann vera
rættililiga kensluborin, og tey bæði hava
eisini upplivað, at fólk kenna seg stoytt
og ákærd, tí tey bæði velja at liva eftir
sínari sannføring.
– Fólk kunnu spyrja, hví vit halda,
at djór eru til ella siga, at tað stendur í
Bíbliuni, at vit skulu drepa djór. Men eg
tími ikki at svara slíkum, sigur Joan.
Lítla familjan etur heldur ikki fisk ella
egg frá búrhøsnunum, og leðurskógvarnir
eru eisini lagdir á hillina.
Men onkrar neyðloysnir hava eisini
verið neyðugar. Tað er til dømis ikki lætt
at fáa vistfrøðiligari mjólk í Føroyum,
og tvey ára gamla Jóhanna fær vanliga
føroyska mjólk.
– Eg veit ikki, hvat vit fara at gera,
tá ið Jóhanna verður størri og kanska
fer at biðja um kjøt. Hon skal sjálvandi
sleppa at velja sjálv, men eg vóni, at hon
verður vegetarur, sigur Joan og hyggur
at lítlu dóttrini, sum hvønn dag fer væl
nøgd í vøggustovu við ertrapostei í
matpakkanum.
"Vit síggja ikki eitt kjøtpetti,
men ein stakkals dripnan kálv"
Fyri 35 ára gomlu Mani-
jeh Elsu Modi hongur
vegetarlívið saman við
jogavenjing og einum
barndómi uttan kjøt í
India.
Manijeh hevur frá barnsbeini av mest havt
hug á mati, sum ikki kemur frá djórum,
men tað var, tá ið hon lærdi til jogalærara,
at hon fekk styrkina og hugin at vera reinur
vegetarur.
– Hvørja ferð eg havi verið á jogaskeið,
havi eg lagt okkurt av. Fyrst gavst eg at
drekka sodavatn, síðani svart te, so grønt
te, og so framvegis. Broytingarnar hava
ongantíð verið torførar, tí eg havi bara mist
hugin, greiðir Manijeh frá.
– Í joga arbeiðir tú so miðvíst við
kroppinum og tær sjálvum, at allir sansir
verða meira viðkvæmir. Tú uppdagar,
hvussu gott tú fært tað, tá ið tú ikki etur kjøt,
og tú fært eisini styrki til at gera tað, sum
er best fyri teg og tín kropp, sigur Manijeh,
sum fyri stuttum flutti aftur til Føroya, eftir
at hava búð fleiri ár í Danmark.
Hugurin til kjøt hevur altíð verið lítil hjá
Manijeh, sum er fødd í India og búði har
saman við føroysku mammu síni og indiska
pápa sínum, til hon var 11 ára gomul.
– Longu sum eitt ára gomul vildi eg ikki
eta kjøt. Mamma og babba vóru bæði líka
bangin um meg, og mamma fór til læknan
við mær. Hann segði, at tað var ongin grund
at stúra, so leingi sum eg fekk flatbønir og
annað gott nakrar ferðir um vikuna, greiðir
Manijeh frá.
Hennara mótmæli ímóti at eta kjøt var
ikki grundað á nakra sannføring av nøkrum
slag, men bara ein barnsligur mótvilji ímóti
at eta nakað, sum hon ikki helt smakkaði
væl.
Sum vaksin hevur valið at liva sum
vegetarur verið meira tilvitað.
– Men eg havi ongantíð verið fanatisk, og
tá ið eg havi verið heima og ferðast, havi eg
onkuntíð etið kjøt. Í dag livi eg sum reinur
vegetarur, men eg havi ongar trupulleikar
við, at onnur ikki liva, sum eg.
Manijeh heldur, at hugburðurin hjá
føroyingum til mat er nógv broyttur tey
seinnu árini, og úrvalið í matvøruhandlunum
er økt samsvarandi, men hugburðurin til
djóravernd er ikki nógv broyttur.
– Í Føroyum verða seyðir væl viðfarnir av
flestu bóndum. Men djórapínsla fer eisini
fram her, og vit keypa nógv innflutt kjøt. Tí
áttu vit at verið meira tilvitað um, hvussu
djórini, sum enda á døgurðaborðinum, hava
verið viðfarin, meðan tey eru á lívi, sigur
Manijeh avgjørd.
"Longu sum eitt ára gomul vildi eg ikki eta kjøt"
Framhald á næstu síðu
t