Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-14, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. september 2007síða 1

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2007 7 nr 1 2007 nr 2. 26 2007  nr 1 Rákið2007  nr 2. Linda Laksáfoss sigur, at tannáringakømur skulu ikki vera alt ov steilað, og tað ger onki, um tey eru eitt sindur óruddilig. Futonsofan og sofaborðið eru nýggj. Linda heldur, at Futon er besta sofan fyri ryggin, um mann skal sova í henni hvørja nátt. – Hetta kamarið er øðrvísi á tann hátt, at tað er so høgt til loftið. Tí varð tað málað hvítt, við einum koksgráum petti yvir sofuni. Bæði fyri at strika undir og at fáa størri kontrastir í rúmið, greiðir hon frá. Prýðislutir, sum ofta liggja og sløðast í einari skuffu ella kurv, eru samlaðir á einum staði, so betri yvirlit fæst. Og so eru teir eisini festligir á at líta. Lampuna, sum hongur á vegginum niðan fyri sofuna, hevur Linda Laksáfoss sjálv gjørt. Dóra hevði sagt, at henni dámdi so væl ítróttamerkið Nike, og at hon kundi hugsað sær at fingið tað inn onkustaðni. – Eg sagaði eina træplátu til við einari stikksag, og límaði svartan sand á (sovorðnan, sum mann setir kertiljós niðurí). Síðani decouperaði eg myndir úr bløðum og tíðarritum á. Tveir listar vórðu settir á baksíðuna saman við tveimum hongslum. So var bara eftir at seta lampuna til ein vanligan lampufatning, sum eg setti á veggin.