Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-14, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. september 2007síða 1

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2007 nr 1 2007 nr 2. 27 Rákið2007  nr 1 Rákið2007  nr 2. Dóra fekk sítt ynskiskamar Lagt til rættis: Rigmor Dam Myndir: Jens Kr Vang Dóra er tannáringur og býr í Kollafirði. Tá ið hon yvirtók myrkabláa kamarið hjá beiggjanum, fekk hon ráð- geving frá Lindu Laksáfoss, dekoratøri, við í keypinum. Áðrenn Linda Laksáfoss fekk fríar teymar í nýggja kamarinum, fekk hon boð um, at støðið skuldi takast í einari grønari og turkislittari pútu, sum Dóra segði seg vera so glaða fyri. – Tað er so nógv lættari at hjálpa fólki, sum nøkulunda vita, hvat ið teimum dámar og ikki dámar. – Og unga Dóra var deiliga avgjørd, tá ið vit fóru í býin at keypa til kamarið saman við mammuni, sigur Linda, sum er útbúgvin dekoratørur og arbeiðir sum innrættingarkonsulentur við síðuna av arbeiðinum sum lærari í Klaksvík. Dóru dámar sera væl ítrótt og gongur til flogbólt, og tí valdi Linda at gera eitt ítróttatema í kamarinum, millum annað við bóltum, heiðursmerkjum og einari heimagjørdari Nike-lampu. n Dóra er íðin ítróttagenta og samlar upp á bóltar. Tí valdi Linda Laksáfoss at mála nakrar rundingar á veggin, har hon eisini hongdi haldarar til bóltarnar á. Hesir eru at fáa í Inventartænastuni í Havn. Lampur og prýðislutir hóska eisini til restina av kamarinum. Linda Laksáfoss er dekoratørur og innrættingarkonsulentur. Hon er at hitta á tel. 757324. ’’ Tað er so nógv lættari at hjálpa fólki, sum nøku- lunda vita, hvat ið teimum dámar og ikki dámar.