mikudagur 9. mai 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 88 - 9. mai 2001
Nr. 88 - 9. mai 2001
3
gult2 cyan2 magenta2 svart2
gult3 cyan3 magenta3 svart3
C
M
Y
K
– Hetta er nakað, vit
hava stríðst fyri í
fimm ár, sigur Ása
Olsen, forkvinna í
Heilsuhjálparafelag
Føroya
SKÚLASKAPUR
Áki Bertholdsen
– Tað var ein stórur dagur
fyri okkum, tá ið undirvís-
ingin byrjaði á nýggja al-
manna- og heilsuskúlnum
á Tvøroyri mánamorgunin.
– Tað sigur Ása Olsen,
forkvinna í Heilsuhjálp-
arafelag Føroya.
Heilsuhjálparafelagiðer
tað, sum fyrr nevndist
Heimahjálparafelag Før-
oya. Men á aðalfundinum
seinast varð gjørt av at
broyta navnið á felagnum
til
Heilsuhjálparafelag
Føroya.
Ása Olsen sigur, at
nýggi almanna- og heilsu-
skúlin er eitt mál, sum
felagið hevur arbeitt fyri
síðani 1996.
–Tí eru við ómetaligar
fegnar um, at skúlin nú
loksins er veruleiki. Tað
er, sum at nú síggja vit
endiliga eitt úrslit av tí,
sum sum hevur verið
okkara
hjartamál
hesi
seinastu fimm árini.
Ein tungur burður
Men tað skerst ikki burtur,
at almanna - og heilsu-
skúlin hevur verið ein
tungur burður.
– Hvussu strilti, tað hev-
ur verið at fáa skúlan sett-
an á stovn, kann best
lýsast við, at Torbjørn
Jacobsen er níggjundi
landsstýrismaður,
sum
hevur havt málið undir
hond við tí í hyggju at seta
skúlan á stovn.
–Vit hava stríðst fyri
hesum skúlanum síðani í
apríl í 1996. Tað er eisini
fleiri ferðir komið so
langt, at nú skuldi skúlin
byrjað – men tað er hvørja
ferð útsett. Skúlin hevur
eisini ligið og rikist ímill-
um umsitingarnar, tí onk-
untíð skuldi hann liggja
undir Almanna -og heilsu-
málastýrinum og aðrar
tíðir skuldi hann liggja
undir Undirvísingar og
mentamálastýrinum,
so
hann hevur verið ein kasti-
bløka ímillum tey ymsu
stýrini hjá landinum.
Einasta
útbúgvingin,
sum áður hevur staðið
heimahjálparum í boðið,
er eitt skeið uppá seks vik-
ur.
– Men tað varð hildið
uppat við tí í 1996, tí tá
skuldi hesin skúlin byrjað.
Síðani hevur ongin út-
búgving
verðið
fyri
heimahjálpir, fyrrenn nú.
Hon sigur, at hesin
skúlin fer at uttan iva at
lyfta heimahjálpina í Før-
oyum upp á eitt heilt
annað støðið.
– Nú fáa heimahjálpirn-
ar eina veruliga útbúgving
um eldrarøkt og tað kann
ikki annað enn síggjast
aftur í heimarøktini og tað
fer avgjørt at hava ein sera
stóran týdning.
Ger tað sama
Tá ið tað í fjør varð gjørt
av at leggja skúlan á Tvør-
oyri, elvdi tað til stóra
mótstøðu og eisini Heima-
hjálparafelagið
mutaði
ímóti, at skúlin varð
lagdur á Tvøroyri.
– Tað var ikki tí, at vit
hava nakað ímóti, at skúlin
er á Tvøroyri. Okkara mót-
støða ímóti ætlanini at
leggja skúlan á Tvøroyri,
skal heldur síggjast í ljós-
inum av, at vit stúrdu fyri,
at nú fór málið enn eina-
ferð at detta niðurfyri, eins
og
tað
varð
dottið
niðurfyri so mangan áður.
– Beint eftir at tað varð
avgjørt, at skúlin skuldi
leggjast á Tvøroyri høvdu
vit fund við Torbjørn
Jacobsen, og tá lovaði
hann okkum, at hann
skuldi ikki detta niðurfyri
aftur.
–Hann hevur so hildið
orð og tað kunnu vit bara
takka honum fyri, sigur
Ása Olsen.
Hon sigur, at tað ger tað
sama, hvar í landinum,
skúlin er, tí tað verður
altíð onkur, sum skal
ferðast til og frá.
Tvørturímóti
heldur
hon, at í hvussu so er, er
ein stórur fyrimunur við at
skúlin er á Tvøroyri. Og
tað er, at Tvøroyrar Býráð
hevur gjørt greitt, at
barnaansing skal ikki vera
ein trupulleiki fyri at
nakar skal kunna koma á
skúlan.
– Tað trygdina høvdu
aðrar kommunur í land-
inum havt stórar trupul-
leikar at veitt teimum les-
andi.
Ása Olsen vísir eisini á,
at ein av næmingunum,
sum byrjaði mánadagin,
hevur eitt barn við, men at
tað fekk ansingarpláss
beinanvegin.
Hon heldur eisini, at
Tvøroyrar Kommuna hev-
ur gjørt eitt stórt arbeiði
við at útvega høli og at
Ein stórur dagur
Tríggjar teir fyrstu
mánaðirnar í ár
høvdu
útróðrarbátarnir
rokfiskiskap
ROKFISKISKAPUR
Áki Bertholdsen
Árið í ár hevur verið eitt
rættiligt rokár hjá útróðrar-
bátunum.
Í hvussu so er tann fyrsti
parturin av árinum.
Ein fyribils uppgerð yvir
fiskiskapin hjá føroyskum
bátum og skipum vísir, at
tríggjar teir fyrstu mánað-
irnar í ár, fiskaðu útróðrar-
bátarnir fyri yvir 58 millión-
ir meiri, enn teir fiskaðu fyri
tríggjar teir fyrstu mánaðirn-
ar í fjør.
Uppgerðin vísir, at fyrsta
ársfjórðing í fjør, fiskaðu
útróðrarbátarnir fyri 83,1
millión. Men ein fyribils
uppgerð yvir fiskisikapin í
januar, februar og mars í ár,
vísir,
at
hesar
tríggjar
mánaðirnar í ár, hava teir
fiskað fyri heilar 141,3
milliónir.
Sostatt er avreiðingarvirð-
ið
hjá
útróðrarflotanum
vaksið heilar 58,2 milliónir
tríggjar
teir
fyrstu
mánaðirnar í ár, afturímóti
sama tíðarskeiði í fjør.
Serliga teir minnu
Fyribilstølini vísa, at tað eru
serliga teir minnu útróðr-
arbátarnir, teir undir 15 tons,
sum hava rokast í fyrsta árs-
fjórðingin í ár.
Hjá teimum er avreiðing-
arvirðið tríggjar teir fyrstu
mánaðirnar í ár nevniliga
heili 155% hægri enn tað var
í sama tíðarskeiði í fjør.
Fyrsta ársfjórðing í fjør
avreiddu teir minnu út-
róðrarbátarnir
fyri
19,5
milliónir, men fyrsta árs-
fjórðing í ár hava teur avreitt
fyri ikki minni enn 49,6
milliónir, ella fyri heilar
30,1 millión meiri.
Men teir størru útróðrar-
bátarnir, teir yvir 15 tons,
kunnu heldur ikki lata illa at,
tí tríggjar teir fyrstu mánað-
irnar í ár, avreiddu teir fyri
44% meiri, enn teir avreiddu
fyri í fjør. Í januar, februar
og mars í fjør, avreiddu teir
størru útróðrarbátarnir fyri
63,6 millión, men í sama tíð-
arskeiði í ár hava teir avreitt
fyri 91,7 milliónir, ella fyri
28,1 millión meiri.
Hesin frálíki fiskiskapurin
hevur eisini gjørt útróðrar-
flotan til tann bólkin, sum í
fyrsta ársfjórðingi í ár hevur
lagt nógv tað størsta avreið-
ingarvirði eftir seg av øllum
teimum skipabólkum, sum
fiska botnfisk.
Tann skipabólkurin, sum
kemur
útróðrarflotanum
næst, eru partrolararnir, sum
hava avreitt fyri 91,2 milli-
ónir í fyrsta ársfjórðingi í ár.
Tað eru 50,1 millión minni
enn útróðrarbátarnir hava.
Tað vil so aftur siga, at
taka vit teir størru útróðrar-
bátarnar yvir 15 tons, burt-
urúr, hava teir avreitt fyri
meiri
enn
partrolararnir
hava, tí teir hava avreitt fyri
91,7 milliónir í januar,
februar og mars í ár, ella fyri
500.000 meiri enn partrol-
ararnir hava avreitt fyri.
Í fjør sá myndin øðrvísi út.
Tríggjar teir fyrstu mánað-
irnar í fjør høvdu partrolar-
arnir tað hægsta avreiðingar-
virði, teir avreiddu tá fyri
87,5 milliónir. Tað var eitt
lítið sindur meiri enn útróðr-
arflotin, sum avreiddi fyri
83,1 milliónir í fyrsta árs-
fjórðingi í fjør.
Meiri fiskur og betri
prísur
Orsøkin til tað stóru fram-
gongdina hjá útróðrarflot-
anum er bæði tann, at tað
hevur verið meiri fiskur at
fáa og at teir hava fingið
betri prís fyri fiskin.
Tríggjar teir fyrstu mánað-
irnar í fjør, fiskaðu teir
størru útróðrarbátarnir fyri
3.900 tons og teir smærru,
1.200 tons, ella tilsamans
5.100 tons.
Tríggjar teir fyrstu mánað-
irnar í ár hava teir størru út-
róðrarbátarnir fiskað 5.000
tons, ella 1.100 meiri enn í
sama tíðarskeiði í fjør.
Teir smærru bátarnir hava
fiskað 2.900 tons, ella heili
1.700 tons fleiri enn í sama
tíðarskeiði í fjør.
Í fjør var miðalprísurin á
útróðrarfiskinum
16,49
krónur fyri kilo hjá teimum
størru bátunum og 16,72 hjá
teimum smærru. Í ár var
miðalprísurin 18,49 krónur
fyri kilo hjá teimum størru
bátunum og 17,25 krónur
fyri kilo hjá teimum smærru
bátunum.
Nógv tað mesta av tí, teir
fiska, er toskur og hýsa.
Fyrsta ársfjórðing í fjør fisk-
aðu teir størru útróðrar-
bátarnir 2.100 tons av toski
og 1.100 tons av hýsu. Tølini
fyri fyrsta ársfjórðing í ár
eru ávikavist 3.200 tons og
900 tons.
Teir smáu útróðrarbátarnir
fingu góð 800 tons av toski í
fyrsta ársfjórðingi í fjør og
góð 200 tons av hýsu.
Í sama tíðarskeiði í ár hava
teir fingið ávikavist 2.500
tons av toski og góð 200 tons
av hýsu.
Í fyrsta ársfjórðingi í fjør
var toskaprísurin ímillum
17 og 18 krónur í miðal
fyri kilo og hýsuprísurin lá
ímillum slakar 14 krónur
og knappar 15 krónur.
Í sama tíðarskeiði í ár
hevur toskaprísurin verið
upp í slakar 19 krónur fyri
kilo og hýsuprísurin upp í
slakar 15 krónur.
Ása Olsen, forkvinna í
Heilsuhjálparafelag Føroya
Minningarorð um lítla
Allan Siwanantham
Jacobsen, Miðvágur
føddur 01.10.94
deyður 20.03.2001
Góði elskaði Allan. Ikki
vardi tað okkum, at tú so
brádliga skuldi vera tikin
frá okkum, nú tit júst vóru
flutt til Føroyar at búgva,
og alt skuldi vera so gott.
Tú vart so glaður at vera
komin higar og sleppa at
spæla úti, sum tú vildi,
aftaná at hava búð niðri í
Ishøj tey seks árini, sum
tær untist at liva.
Eg síggi fyri mær enn
hvussu fittur og spentur tú
kom úr flogfarinum við
tasku á rygginum, tá vit
vóru og tóku ímóti tær og
systkjunum.
Tú komst at vera hjá
ommu og abba saman við
systkjunum,
Sithu
og
Akexander tvær tær fyrstu
vikurnar, meðan mamma
og pápi tín gjørdu klárt at
flyta. So komu tey heim og
alt tyktist at vera so gott.
Tú byrjaði í barnagarði
og dámdi tær so væl hjá
Irdi saman við hinum
børnunum, sum øll skuldu
byrja í fyrsta flokki nú í
summar.
Men so skuldi ikki vera
og standa vit spyrjandi hví
hetta skuldi henda. Tær
untist bert at vera her í ein
mánað,
tá
vanlukkan
hendi.
Spurningarnir
eru
nógvir men vit fáa onki
svar, sum Sitha segði tá
hon fekka tvita at lítli
beiggi hennara var deyður
»Hvorfor skulle Allan dø,
han var so sød, hvorfor
ikke en bandit, eller en
gammel mand, som ville
dø«.
Okkum er fortalt at tað
hava 480.000 børn svomið
í hylinum, síðan hann lat
opp, men vit ráða ikki yvir
lívinum, okkara armar
røkka ikki nóg langt. Tað
seinasta vit sóu teg, var tá
tú so glaður fór rennandi í
bilin saman við Bjarna at
svimja, við tasku í hond.
Mamma og omma tín
stóðu í vindeyganum og
hugdu eftir tær, tá tú rann
oman í bilin.
Tú fylti so nógv í okkara
heimið saman við øllum
hinum børnunum í familj-
uni. Vit eru takksom fyri
tíðina vit áttu teg og fyri
minnini um teg.
Tað var ein vakur dagur
tú fórt til gravar og tað
lívgaði at síggja ta stóru
fjøldina sum var komin at
siga tær farvæl. Og sum
vit sungu:
Tað er nakað í Himli hjá
børnum at fá
tey sum elska sín
frelsara her,
bæði krúnur og gullhørpur
fáa tey tá
og ein klædning, sum
snjóhvítur er.
Góðu Annetta og Sri, Sitha
og Alexander, mamma og
pápi,
saknurin
er
so
ómetaliga
stórur
fyri
okkum øll og vit biðja at
Harrin
hjálpir
okkum
øllum gjøgnum hesa sváru
tíð og signar okkum í
komandi døgum.
Hvíl í friði okkara góði
Allan.
Omma, abbi, Diana, Rúni,
Sigvør og Bárður við
familju
Fiskaðu fyri 140 milliónir krónur í tríggjar mánaðir
Útróðrarflotin er tann bólkurin, sum hevur lagt nógv tað
størsta virðið upp á land í fyrsta ársfjórðingi í ár.
Partrolararnir hava avreitt fyri næstmest, men teir hava
avreitt fyri yvir 50 milliónir minni enn útróðrarbátarnir hava