Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-09, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 88 - 9. mai 2001 Nr. 88 - 9. mai 2001 5 gult4 cyan4 magenta4 svart4 gult5 cyan5 magenta5 svart5 C M Y K Elektrikaravirkið hjá Jóannesi Thomsen í Fuglafirði fer at flyta í nýggjan virkisbygning á Kambsdali til jólar Ídnaður Edvard Joensen Elektrikaravirkið P/F Jóannes Thomsen í Fuglafirði byggir nýggjan virkisbygning á Kambsdali. Nýggi bygningurin verður 1.600 fermetrar til víddar í tveimum hæddum. Væntandi fer hesin nýggi bygningurin at standa klárur til jólar. Grundin verður nú stoypt, og ráelementini verða so sett upp í summar. Síðan kemur innrættingin, sum teir ætla at verða lidnir við seint í heyst. Sigurd Lamhauge, stjóri í fyritøkuni Jóannes Thomsen, sigur, at nú verður alt virksemið hjá felagnum savnað undir einum taki. Sum er arbeiðir fyritøkan í tveimum ymsum húsum í Fulgafirði, og har er eisini rættiliga trongligt,sigur hann. Eini 20 fólk arbeiða á virkinum, sum millum annað ger el- talvur og ymiskt stýrisystem til alivinnu. Eitt, sum elvirkið hjá Jóannesi Thomsen ger nógv av, er undirvatnsljós og ljósstýringar til aliringarnar, sigur Sigurd Lamhauge. Eitt nú hevur virkið selt sína framleiðslu til alibrúk í Chile í Suðurafrirka, har teir mans eru og arbeiða, sigur hann. Sum dømi um stýringarnar, virkið ger alistøðir og smoltstøðir, nevnir Sigurd Lamhauge, at smoltstøðin Sandá á Selatrað hevur fingið ta ivaleyst mest framkomnu stýringinga, sum finst, frá Jóannesi Thomsen. Tann stýringin verður avgreidd við eini teldu og eini telefonlinju. Í grundini sama prinsippið sum Internetið, sigur Sigurd Lamhauge, stjóri á elektrikarafyritøkuni P/F Jóannes Thomsen í Fuglafirði. Nýggjur virkisbygningur á Kambsdali Farið er undir at stoypa grundina undir nýggja virkisbygninginum hjá elektrikaravirkinum hjá Jóannesi Thomsen á Kambsdali Mynd: Edvard Joensen Øll hugsa vit um mat – á ein ella annan hátt. Mong av okkum ynskja somuleið- is, at maturin, vit gera, inni- heldur so lítið feitt sum møguligt. Danska fyritøkan Gastro- lux framleiðir serligar pannur, grýtur og annað til dagligu matgerðina. Tað sum er serligt við hesum køksamboðum er, at tað ikki er neyðugt at steikja matin í feitti. – Og hetta er nevnliga nakað, sum mong av okkum ynskja. Krista og Fríðbjørn Poulsen, sum umboðað Gastrolux í Før- oyum, siga, at áhugin í Før- oyum fyri úrdráttunum frá Gastrolux er ógvuliga stór- ur. Vit hava verið á fleiri søluframsýningum kring landið, og áhugin millum tey vitjandi fyri okkara vør- um hevur verið stórur, so vit gleða okkum at sýna fram í SMS, sigur Krista. Framsýningin hjá Kristu og Fríðbjørn av Gastrolux úr- dráttum verður á Torginum mikudegnum 9. til leygar- dagin 12. mai. Tann árliga ballettfram- sýningin hjá Yndi verður mikudagin 9. mai 2001 kl. 19.30. Aldursbólkurin hjá teimum, sum eru við, er úr seks árum og uppeftir. Leiðari fyri ballettina Yndi er, eins og hini árini, Elsa Maria Bær- entsen. Atgongumerkir til mikudagin tiltakið hjá Yndi eru í Norðurlanda- húsinum. Ballettframsýning Sjónleikurin, klassikar- in, Músafellan eftir Agatha Christi hevði fyri stuttum sínar síðstu sýningar. Men vegna góða undirtøku er nú ætlanin hjá at taka leikin uppaftur. Byrjað verður hósdag- in 10. mai. kl. 20.00. Síðan verður leikt kl. 17.00 leygardag. Tvær sýningar verða sunnu- dag, fyrst kl. 16.00 og síðan kl. 19.00. Fyriskiparnir, leik- bólkurin Spírar, siga at tey taka leikin uppaftur tí at nógvar umbønir hava verði um hetta og fólk hava ein rætt til at vita hvør mordarin í Músafelluni er. Billettir fáast á kunn- ingarstovuni í Havn og 1 tíma áðrenn sýning við dyrnar. Mordarin aftur á leysum fóti í Sjónleikarhúsinum Feittfríar pannur og grýtur Nýggjasta ferðaskrivstovan á føroyska marknaðinum er MB-Tours. Dagliga halda teir til á Bryggjubakka og fáast serliga við at selja vanligar ferðaseðlar, char- terferðir suðureftir og ann- ars alt, sum hevur við ferðavinnu at gera. Mouritsen Bussar, sum í mong ár hevur havt buss- koyring, bæði í Føroyum og í útlondum, eigur MB- Tours. Magni V. Mouritsen, sum er dagligur leiðari hjá MB-Tours, sigur, at tað var eitt natúrligt lop, tá teir í juli mánað seinasta ár lótu ferðaskrivstovu upp. – Vit hava í fleiri ár skipa fyri bussferðum í Føroyum og útlandinum. Oftast er hetta gjørt saman við øðrum ferðamannastovum, sigur Magni. Ein onnur orsøk var tann, at Magni hevur tikið útbúgving innan ferða- vinnu, og sá møguleikar í hesi vinnu í Føroyum. Hann letur væl at søluni higartil. – Vit selja fleiri og fleiri ferðir, og samstundis fáa vit fleiri og fleiri fyri- spurningar um ferðir av landinum, sigur Magni. Mest vitjaðu ferðavinnu- støðini hjá føroyingum eru serliga Danmark og annars charter til londini í suður- europa summarfrítíðini. Og hósdagin 10. og leygardag- in 12. mai er møguligt at vitjað sølubásin hjá MB- Tours á Torginum í SMS. Í samband við søluframsýn- ingina hava teir nøkur serlig tilboð á básinum. Afturat MB-Tours og Gastrolux verður Móta- handilin Vero Moda verður á torginum mikudagin og hósdagin, við nógvum nýggjum og spennandi summarvørum. Hósdagin er SMS opið til 19., meðan tað er stongt fríggjadagin, Dýra biðidag. Tó hevur Hornið opið frá kl. 14.00-23.00 MB-Tours — nýggj ferðaskrivstova Fyri fyrstu ferð í nærum hálva øld hevur svenski sendi- harrin í Keypmanna- havn vitjað í Før- oyum. Sendiharrin Carl-Magnus Hyltenius heldur, at samstarvið millum Føroyar og Svøríki eigur at betrast bæði á mentanarliga og á vinnuliga økinum SENDIHARRAVITJAN Stefan í Skorini – Føroyar eru ein partur av norðurlendska samstarvin- um, sum vit í Svøríki eiga at hugsa meira um, enn vit hava gjørt higartil, sigur Carl-Magnus Hyltenius, ið hevur verið á vitjan í Før- oyum seinastu dagarnar. Vitjanin er komin í lag í sambandi við, at Bjørn á Heygum er útnevndur gen- eralkonsul í Føroyum, eftir at Eyðun á Rógvi Olsen hevur lagt frá sær. Svøríki hevur havt eitt konsulat í Føroyum síðan 1930, men seinastu ferð at svenski sendiharrin var á vitjan var í 50-unum. Hetta heldur Carl-Magn- us Hyltenius vera alt ov long tíð, og tí er hann glað- ur um at fáa møguleikan at vitja Føroyar. Sambandið skal betrast Svenski sendiharrin heldur, at sambandið millum Før- oyar og Svøríki kundi verið betri, og hann sigur seg vera sinnaðan at kanna møguleikarnar fyri at betra og menna hetta sambandið. Tað kann vera bæði á vinnuliga og á mentunar- liga økinum. Í sambandi við at betra mentanarliga sambandið hevur Carl-Magnus Hylte- nius tosað við Helgu Hjør- var, stjóra í Norðurlanda- húsinum, um at fáa lag okkurt slag av samstarvi landanna millum. Sendi- harrin hevur eisini hoyrt um ætlanirnar hjá Norður- landahúsinum við tí stóru listastevnuni. Sendiharrin sær avgjørt ein tørv á, at Føroyar og Svøríki hava meira mentan- arligt samband. Hetta kundi verið gjørt við at skipa so- leiðis fyri, at listafólk, sjón- leikabólkar og onnur kundu verið send til Føroyar, sum gjørdi tað sama. – Eg fari tí at kanna, um svenska sendistovan í Keypmannahavn kann gera nakað fyri at menna sam- bandið og samstarvið á hes- um økinum, sigur Carl- Magnus Hyltenius. Sendiharrin greiðir frá, at hansara mál við hesi ferðini er at samband í lag við før- oyingar og at styrkja tað, sum er frammanundan. Harafturat heldur hann tað vera ógvuliga týdning- armikið við persónligum sambandi við fólk í Føroy- um, og tað fær hann ikki, um hann ikki sjálvur setir fótin á land í Føroyum. Gevandi ferð Carl-Magnus Hyltenius sigur seg hava fingið ógvu- liga nógv burturúr ferðini til Føroyar, og at hann nú hevur sett seg betur inn í føroysk viðurskifti. – Eg havi prátað við løg- mannin, løgtingsformannin og ríkisumboðið, tá eg fekk høvi til tess undir hátíðar- haldinum, og eg eri tí betri vitandi um innanhýsis før- oysk viðurskifti enn áðrenn vitjanina, sigur Hyltenius. Harafturat er sendiharrin aovfarin av øllum tí, Føroy- ar hava at bjóða og vakur- leikanum í landinum. Áðrenn Carl-Magnus Hyltenius fór avstað aftur vitjaði hann nakrar verk- smiðjur, ið framleiða til út- flutning, fyri at fáa eina ímynd av føroyska vinnu- lívinum. Tað er eisini neyðugt, at svenski sendiharrin í Keyp- mannahavn kennir til allar partar av danska ríkinum, sum er hansara øki. – Málið er at menna sambandið okkara millum, og tí er tað umráðandi at hava fólk á staðnum at taka sær av áhugamálum Svøríkis, sigur Carl- Magnus Hyltenius at enda. 300 ára gomlu húsini við síðuna av Café Natúr skulu í fram- tíðini hýsa einum handli, sum skal upp- fylla krøvini um elektroniskar ágóðar, ið nútíðar menn- iskjað setur FLYTING Stefan í Skorini Elektroniktænastan Delta fer í framtíðini at húsast í gamla Hotel Djurhuus yvir av Cafe Natúr á Áarvegn- um. Í løtuni verður arbeitt við at umvæla og umbyggja húsini, sum Brandur í Dali eigur. Brandur í Dali, eigari av Delta, sigur, at hann væntar at flyta inn í húsini um ólavsøkumundi, men enn er eitt sindur óvist. – Húsini eru ógvuliga gomul, og tí skal mann vænta tað óvæntaða, sigur Brandur í Dali. Klædningurin verður út- skiftur, og onkrar broyting- ar verða gjørdar inni í hús- unum, men ikki nakrar stórvegis broytingar, tí tað hevði verið synd at oyðilagt eini so gomul hús, heldur Brandur. Einki handilsvindeyga Partar av húsunum eru nærum 300 ára gamlir, sigur Jórun í Dali, arkitekt- ur, ið tekur sær av umbygg- ingini. Tí sleppur eigarin ikki at broyta húsini, sum honum lystir. Hetta hevur tó ikki verið nakar trupulleiki, tí Brand- ur í Dali sigur seg ikki hava havt ætlanir um at broyta húsini stórvegis. Húsini eru ikki friðað, men Fornminn- issavnið hevur verið uppi í leikinum, og húsini eru eis- ini umfatað av eini býráðs- samtykt, ið setir treytirnar við øll tey gomlu húsini úti á Reyni. Brandur sigur, at tá fyri- tøka hansara Delta flytir oman í hesi hølini, fer hann at hava tvær ferðir so nógv gólvpláss til sítt virksemi við sølu og umvæling. Handilin fer tó ikki at hava nakað veruligt hand- ilsvindeyga, tí hesum forð- ar samtyktin fyri. Hinvegin heldur eigarin, at handilin nú liggur betur fyri enn áður, og tað er ein stórur fyrimunur. Handil hevur altíð verið í teimum gomlu húsunum, so Brandur heldur lív í tí siðinum. Seinasta umbygg- ingin av húsunum var í 1901, tá tey fingu dagsins skap. Hinvegin er vegurin framvið húsunum hækkað- ur. Fyrr var niðasta hæddin yvir veghædd, men nú er vegurin niðanfyri kjallaran. Svenski sendiharrin í Keypmannahavn: Vil betra samstarvið við Føroyar Carl-Magnus Hyltenius fekk høvi at práta við Føroya løgmann, Annfinn Kallsberg, á vitjanini í Føroyum, og hann sigur seg vilja virka fyri at berta sambandið millum Føroyar og Svøríki, kanska serliga á mentanarliga økinum Mynd: Jan Müller Elektronikhandil flytir inn í Hotel Djurhuus Húsini til vinstru fyri Cafe Nátúr, Hotel Djurhuus, skulu nú hýsa eini elektroniktænastu Mynd: Jan Müller