Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 88 - 9. mai 2001 Nr. 88 - 9. mai 2001 7 gult6 cyan6 magenta6 svart6 gult7 cyan7 magenta7 svart7 C M Y K Arkitektafelag Føroya tekur nú stig til at kanna, um bústaðar- viðurskiftini í Føroy- um eru nøktandi BÚSTAÐIR Turið Kjølbro Undir heitinum Betri bú- staðir til øll skipar Arkit- ektafelag Føroya fyri hoyr- ing í Norð-urlandahúsinum 17. mai. Endamálið er at lýsa bústaðarviðurskiftini í Føroyum í dag og í framtíð- ini breitt og viðkomandi. Spurningar, sum verða um- røddir, eru eitt nú: byggja vit teir røttu bústaðirnar, hvønn bústaðartørv hava vit í dag og hvønn tørv kunnu vit vænta í framtíð- ini, eru møguleikar at byggja øðrvísi, og eru nakr- ar politiskar verkætlanir. Tiltakið verður skipað sum hoyring, har umboð fyri áhugafeløg, myndug- leikar og stovnar greiða frá viðurskiftunum um bústað- ir. Tey, sum leggja fram, eru Føroya Kommunufelag, Eldrafelag Føroya, Tórs- havnar Kommuna, Húsa- lánsgrunnurin, Demografi, Føroya Ungdómsráð, Meg- infelag Teirra Brekaðu, Arkitektafelag Føroya og Sámal Petur í Grund, lands- stýrismaður. Hoyringin er almenn og ætlað øllum, sum eru áhug- að fyri ella hava ávirkan á bústaðarviðurskiftini. Her verður hugsað um vanligar borgarar, lands- og komm- unalpolitikkarar, fakfólk og embætisfólk. Úr Lorvík til USA við violin Altjóða apopleksidag- in skipar Heilafelagið fyri kjakfundi fyri at lýsa støðuna hjá teim- um, sum verða rakt av apopleksi og afasi APOPLEKSIDAGUR Turið Kjølbro Í morgin 10. mai er altjóða apopleksidagur. Í hesum sambandi skipar Heilafel- agið, sum er felag fyri apopleksi og afasirakt, fyri kjakfundi undir heitinum “At ver(ð)a raktur í síni samtíð”. Til staðar verða viðkomandi arbeiðsbólkar innan heilsuverkið, alm- anna- og mentamálastýrið. Endamálið er at koma á tal við hesar bólkar fyri at fáa lýst støðuna hjá teimum, sum eru rakt av apopleksi og afasi, og avvarðandi teirra í dag. Sjálvan altjóða apop- leksidagin letur Heilafelag- ið upp telefon, har limir og onnur kunnu seta seg í samband við felagið. Heilafelagið hevur nú virk- að í fýra ár og hevur fingið skrivstovu í MBF-húsinum á Íslandsvegi 10 C í Havn. Hetta ger, at felagið hevur betri umstøður at virka undir, og tað fer at koma limunum til góðar. Telefon- in verður opin hvønn týs- dag frá kl. 18.00 til 20.00, fyrstu ferð týsdagin í næstu viku 15. mai. Høvuðsarbeiðið hjá Heilafelagnum er at upp- lýsa um apopleksi og afasi. Apopleksi er bløðing ella tøppur í heilanum, afasi er talutrupulleikar sum er ein avleiðing av apopleksini. Endamálsgrein hjá felagn- um er at upplýsa um apop- leksi og afasi, at bøta um viðgerðar-, undirvísingar- og uppvenjingarmøguleik- arnar, at stuðla apopleksi og afasiraktum og avvarð- andi teirra, ráðgeva um almennan stuðul, skeið, frí- tíð og aðra hjálp. At luttaka í heimligum, norrønum og altjóða samstarvi. Í felagnum er ein bólkur fyri rakt og ein fyri avvarð- andi, har fólk í somu støðu koma saman. Monika Stauss Joen- sen, violinleikari, er boðin at koma til USA at halda konsert saman við cembalo- leikara úr Sveits Turið Kjølbro Monica Stauss Joensen, violinleikari, ættað úr Sveits og búsitandi í Lor- vík, er saman við Helene Ringenberg úr Sveits boðin á konsertferð til USA síðst í hesum mánaðinum. Mon- ika við violin og Helene við cembalo og Hammerflügel. Báðar hava tær spælt til konsertir í Føroyum áður. Eitt nú í Listasavninum/- Turkihúsinum í Lorvík, ein væl eydnað og væl saman- sett konsert, og í kommun- uskúlahøllini í Havn, har sjálvur Willy Gohl lýddi á. Hann legði síðan til rættis eina konsert, har tær báðar spældu í Winterthur í Sveits. Tað var júst fyri einum ári síðani, at Monika Stauss Joensen og Helene Ringen- berg spældu á Schaffen- hausen í Sveits í sambandi við ein Bach-fagnað. Hetta var í høvuðsstaðnum Bern. Hjástødd undir konsertini var Frederic Balazs úr USA. Hann er forsetin og stovnarin av MAY, sum stendur fyri Mucis & Arts for Youth. Hann var so hug- tikin av framførslu teirra, at hann beyð teimum at koma til USA at spæla til nakrar konsertir í San Luis Ob- ispo, sum er ein býur, ið liggur miðskeiðis ímillum Los Angeles og San Fran- cisco. Frederic Balazs, sum er 81 ára gamal, ættaður úr Ungarn, men flutti til USA sum heilt ungur, hevur alt sítt lív stríðst fyri nútíðar- list. Hann hevur givið út fleiri nýggj verk og fingið Alice M. Ditson heiðursløn fyri sítt framúrskarandi ík- ast til amerikanskan tón- leik. Hann er ein avbera góður violinistur og fæst í løtuni mest við at kompon- era. Annars er hann víðagit- in í øðrum samanhangi og hevur eisini fingið fleiri aðrar heiðurslønir. Betri bústaðir til øll At vera raktur í síni samtíð Monica Stauss Joensen, violinleikari, og Helene Ringenberg, ið spælir cembalo og Hammerflügel Allan Svensson og Kári Petersen eru settir í starv sum nýggir yvirmenn hjá Atlantsflog. Síðani januar hevur felagn- um vantað tveir flog- skiparar FLOGFERÐSLA John Johannessen FLOGVØLLURIN: Danin, Allan Svensson, og 30 ára gamli sørvingurin, Kári Petersen, eru nýggju menn- inir aftan fyri stýripinnarn- ar á British Aeorospace flogførunum hjá Atlants- flog. Allan Svensson, sum hevur drúgvar royndir í flogferðsluni, verður skip- ari, og Kári Petersen, sum í hálvtannað ár hevur flogið fyri Kimber Air, verður stýrimaður. Vandu í gjár Tað vóru helst fleiri í Vág- um, sum undraðust, tá tey gjáramorgunin Atlantsflog lenda og fara av stað aftur sjey ferðir. Men talan var ikki um annað, enn eina kravda venjing. Allan Svensson er ikki vanur at flúgva flogfør av slagnum British Aero- space. Tí skal hann samb- ært reglunum hjá loft- ferðslumyndugleikunum fyrst læra seg at flúgva flogfarið í simulatori og síðani lenda tað fimm ferð- ir, áðrenn hann kann lætta veingjunum við ferðafólki umborð. Allan Svensson hevur júst verið í Manchester í simulatori, og gjáramorg- unin royndi hann flogfarið yvir Vágoynni saman við garvaða yvirflogskiparan- um hjá Atlantsflog, Hans Hansen. Búgva í Vágum Allan Svensson sigur seg altíð hava havt serligan áh- uga fyri Føroyum og før- oysku náttúruni. Tí ætlan hann sær flyta til Sørvágs, nú hann hevur fingið fast starv hjá Atlantsflog. Eg eri hugtikin av før- oysku fjøllunum, sigur All- an Svensson. Og vit kunnu ikki lata vera við at spyrja Allan Svensson, um fjøllini ikki kunnu vera trupulleiki, tá tú ert flogskipari. – Fjøllini eru als eingin trupulleiki, so leingi tú veitst, hvar tey standa, svar- ar Allan Svensson. Kári Petersen er upp- vaksin í Sørvági og sleppur nú at flyta heim aftur. Hann var gjáramorgunin ógvul- iga spentur at fáa at vita, um hann skuldi flúgva í vikuskiftinum. Tí hann hevði glett seg at halda 30 ára føðingardag. Men til alla lukku vissaði Hans Hansen hann um, at hann slapp undan og kundi halda føðingardag í friði. Allan Svensson og Kári Petersen koma í størvini Hans Meinhard á Høgabóli og Heðini Krett, sum í jan- uar fóru í onnur størv úti í heimi. Tað verður arkitekta- virkið hjá Árna Winther, ið sleppur at gera av, hvussu før- oyski parturin av Norðuratlantisku Bryggjuni í Keyp- mannahavn skal síggja út ARKITEKTAKAPPING John Johannessen Arkitektavirkið hjá Árna Winther vann sera sannfør- andi kappingina hjá Løg- mansskrivstovuni um, hvussu føroyski parturin av Norðuratlantisku Bryggj- uni í Keypmannahavn skal síggja út. Dómsnevndin sigur í grundgeving síni, at hon metir uppskotið hjá Árna Winther listarliga at liggja á einum væl hægri støði, enn hini innkomnu upp- skotini. – Uppskotssetararnir hava við hesum uppskotin- um torað at roynt aðra leið, enn ta traditionellu loysn- ina fyri skrivstovuum- hvørvi. Og dómsnevndin metir, at uppskotsstillararn- ir frá byrjan hava havt eitt greitt konsept at arbeiða við. – Uppskotið er sera væl frágingið, og dómsnevndin ivast ikki í, at skilgóð virkislig ætlan kann fáast burtur úr framhaldandi við- gerðini av uppskotinum, sigur dómsnevndin millum annað. Samanbygd kjarna Uppskotið er sermerkt av einari samanbygdari kjarnu eftir miðjuni av húsinum, sum er sett saman av fleiri skrivstovuhølum og øðrum neyðugum hjárúmum. Ein samansett kjarna er hvørjumegin høvuðs- trappurúmið. Kjarnurnar eru hildar fríar frá útvegg- unum og vegginum móti høvuðstrappurúminum við eini gongd, tó soleiðis, at við endaveggirnar er eisini gjørt størri pláss fyri rúmi, ið fjølbroytt kann innrætt- ast fyri seg. Uppskotsstillararnir ímynda sær, at gongdin verður nýtt til framsýningar umframt vanligu nýtsluna. Dómsnevndin vísir á, at skilaveggirnir í kjallaranum eru ikki allir setti vinkul- rætt á gongsveggin. Hetta gevur eitt spæl av sermerkt- um rúmum og skotum, sum skilagott kunnu nýtast til eitthvørt skrivstovuenda- mál. Atkomuviðurskiftini til móttøkuna eru sera greið. – Hetta uppskotið hevur, sum tað einasta, hildið ver- andi súlur fríar. Og í sam- anspælinum millum nýtt og gamalt, hevur tað megnað at varðveita dygdina í tí gamla, sigur dómsnevndin. 1200 fermetrar Fjórða hæddin í pakkhúsin- um á Norðatlantisku Bryggjuni, har føroyingar skulu húsast, er 1200 fer- metrar til støddar. Ætlanin er, at Ferðaráð Føroya og felagsskapinum Northern Periphery Group, sum virkar fyri menning av minni útbygdum økjum í Norðuratlantsumhvørvin- um, skulu húsast í bygning- inum. Pláss skal eisini vera til ymiskar føroyskar vinnu- fyritøkur, stovnar og onnur, ið hava tørv á einum høli í Keypmannahavn í styttri tíðarskeið. Tað eru arkitektarnir Rúni Abrahamsen, Páll Holm Lave, Pauli Dam Joensen og Sverri Heines- en, ið saman við Árna Winther hava gjørt vinnara- uppskotið. Føroyar er einasta málið á dagsskránni hjá Fólkatinginum í dag. Fólkatingið fer nevniliga at skifta orð um viðurskiftini við Føroyar SJÁLVSTÝRI- SAMTYKTIN John Johannessen Í dag verður spurnarorða- skifti í Fólkatinginum um Føroyar. Allir flokkar á Fólka- tingi uttan danski Fólka- flokkurin og Eindarlistin hava sett danska forsætis- ráðharranum skrivligan fyrispurning um støðuna til sjálvstýrissamtyktina. Í fyrispurninginum verður Nyrup spurdur, hvat stjórnin kann siga um samráðingarnar millum stjórnina og landsstýrið og ynski landsstýrissins viðvíkjandi framtíðar sambandinum við Dan- mark. Spurnarorðaskiftið skal í morgin enda við eini samtykt, har Fólkatingið sigur sína meining um ætlanina hjá landsstýrin- um og framtíðarviður- skiftini millum Føroyar og Danmark yvirhøvur. Endamálið við orða- skiftinum er nevniliga at gera støðuna hjá Fólka- tinginum og stjórnini greiða, so landsstýrið kennir støðuna. Tí verður tað hesin fundurin, ið verður grundarlagið undir víðari samskiftinum mill- um Føroyar og Danmark, hvat sjálvstýri viðvíkur. Vantandi verður tað ein breiður meiriluti, ið sam- tykkir linjuna hjá donsku stjórnini mótvegis Føroy- um í framtíðini. Nýggir yvirmenn hjá Atlantsflog Kári Petersen, nýggjur stýrimaður, Hans Hansen, yvirflogskipari, og Allan Svensson, nýggjur flogskipari, framman fyri føroyska stoltleikanum í luftini Mynd: John Johannessen Árni Winther vann kappingina um bryggjuna Árni Winther, arkitektur, greiðir frá uppskoti sínum um føroysku hæddina í pakkhúsinum á Norðuratlantisku Bryggjuni í Keypmannahavn Mynd: John Johannessen Føroyar á dags- skránni VIÐMERKINGAR