mikudagur 9. mai 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 88 - 9. mai 2001
Nr. 88 - 9. mai 2001
9
gult8 cyan8 magenta8 svart8
gult9 cyan9 magenta9 svart9
C
M
Y
K
VIÐMERKING
Regin Eikhólm
“Fólkaatkvøðan” hjá
samgonguni byggir
nú á rottufelluprin-
sippið
– gloymd eru lyftir
um breiðan meiriluta
a la íslandska leistin!
Var “Jeppe på bjerget”
meira tilvitandi enn sam-
gongan? Tað gingu jú útvið
trý ár áðrenn samgongan
stillaði sær sjálvum spurn-
ingin hjá Jeppe: “ Droymi
eg ella eri eg vakin”? Men
løgmaður vaknaði við kald-
an dreym, tá Fynd purraði
út við eini meiningarkann-
ing, sum vísti, at bert 2/5 av
Føroya fólki tóku undir við
loysingarproklamatiónini
frá 1. februar 2001, meðan
3/5 søgdu nei.
Fyrsta burturbragdið var
at útnevna Nyrup til “ó-
eydnismannin” umborð á
fullveldisskútuni og síðani
ideologiskt at blaka Nyrup
fyri borð – eins og ein ann-
an Jónas. Fullveldisskútan
kundi síðan trygt halda sína
teatralsku fullveldiskós.
Eisini seinasta meining-
arkanning hjá Fynd vísir, at
tað framhaldandi er meiri-
luti fyri at Føroyar eru í rík-
isfelagsskapinum.
Hinir
hypotetisku spurningarnir
um blokkin og fullveldið
kunnu fólk reelt ikki fyri-
halda seg til, uttan so at tey
samstundis sleppa at taka
støðu til fylgirnar av eini
møguligari loysing.
Frælsi er ábyrgd?
Frælsi ella fullveldi er eingi
trygd í sjálvum sær fyri, at
ein vísir ábyrgd,og mong
eru dømini um at tann sum
umsitur “frælsi” mangan
ábyrgdaleyst hevur gjørt
sær dalt av hesum. Hugsið
bara um allar valsharrarnar
sum gjøgnum tíðina hava
tikið sær frælsi til ábyrgda-
leyst at gera sum teimum
lysti. Samgongan hevur
sjálv tikið sær frælsi til at
renna frá givnum lyftum
um demokratiska framferð
við breiðum meiriluta, tá
málið um nýskipan kom
fyri. Frágreiðingin um 80-
árini vísir eisini, at tað ikki
var tvørrandi frælsi, men
ábyrgdaloysi sum var høv-
uðsatvoldin til miseruna,
bert fyri at nevna nøkur
dømir.
Afturvendandi útsagnið
hjá
varaløgmanni,
at
“frælsi er ábyrgd”, er uttan
reelt
virðið,
og
eitt
innantómt útsagn hvørs
einasta endamál er at billa
fólki inn, at saman við
fullveldinum fáa vit øll
veingir! Hetta er tíverri av
somu skuffu sum “arbeit
macht frei” hugtakið —
rein propaganda.
Nationalisma og politisk
maktgyrnd er ein farligur
cocktail um tað verður til
ein hugburð, har “målet
helliger midlet” og etikk-
urin í samskifti við onnur er
heimagjørdur. Onkur pall-
mynd hjá Prix Føroyar var
longu fongd við hesum
hugburði. Stórt spell í ein-
um annars góðum tiltaki.
Persónliga frælsi
Sambært sakkønum verður
persónliga
frælsið
við
fíggjarligum
rásarúmi
munandi
skert
og
livifóturin lækkar við 20 —
25%, um vit velja at standa
uttanfyri ríkisfelagsskapin.
Teir
1520.000
føroyingarnir búsitandi í
Danmark sleppa helst at
velja
ímillum
danskan
ríkisborgaraskap ella at
vera fremmanda-arbeiðarar
í Danmark.
Kuba og Albania er góð
dømi um lond við fullveldi
men lítlum og ongum per-
sónligum frælsi, fyri ikki at
nevna londini eystanfyri og
í Afrika! Fólk flýggja í
túsundavís úr hesum so-
kallaðu
“fullveldum”,
kanska tí tey ikki hava okk-
ara propagandaministara at
vegleiða seg.
Nútíðar menniskja ynskir
fyrst og fremst persónligt
frælsið við fíggjarligum
rásarúmi. Hetta er eisini
tað, sum verður staðfest í
altjóða
mannarættindar-
viðtøkunum.
Samgongan kláraði ikki
at halda lyftið um breiða
semju og enn minni at
definernað eina fólkaat-
kvøðu a la ta íslendsku við
75% sum minstamark bæði
fyri luttøku og ja atkvøð-
um. Tann íslendski leisturin
er tí skiftur út við rottu-
felluprinsippið, har skift-
andi lokkumatur og mein-
ingarkanningar skulu av-
gera nær “fólkaatkvøðan”
skal á dagsskránni ella tak-
ast av somu.
Vit eiga at hava í huga at
konsensusundirtøkan í Ísl-
andi var nóg stór (98%) til
at bera felagskapin, men í
Føroyum er hon ov lítil
(40%) til at bera felagskap-
in.
Føroyingurin er ikki
íslendari
Føroyingurin er ikki so
loysingarhugaður
sum
íslendarin. Kanska tí vit
hava størri samstarvsevnir
og fleiri royndir á ríkisfel-
agsskapsøkinum.
Eisini
hevur sosiala netverkið
millum føroyingar og danir
altíð verið tættari enn mill-
um íslendarar og danir. Eitt
nú hevur tað mestsum verið
siðvenja
hjá
mongum
føroyskum “loysingar-
manni” at gifta seg danskt,
eins
og
í
fornari
aðalbornari siðvenju tá tað
ráddi um at savna heldur
enn at spjaða lond og ríkir,
tí tunt er tað blóð, sum ikki
er tjykkri enn vatn?
“Súla góð” ella “Dani
góður?
Í øldir hevur súlan givið
Mykinesfólki fjøður og
kjøt, men súlan hevði ov
lítið fíggjarpotentiali til at
binda fólkið til oynna.
Kortini verður tann dag í
dag av Mykinesfólki sagt
“súla góð”. Hinvegin hava
føroyingar í øldir í sam-
skifti við danir notið gott av
ríkisfelagsskapinum, so-
leiðis at bæði vælferðin og
fólkatalið í Føroyum er
munandi økt í hesum tíðar-
skeiðnum. Frá í fyrstani at
vera “de fattige udi Færø”
til í dag at vera ein nútím-
ans vælferðartjóð við egn-
um heimamáli og eini liv-
andi og fjøltáttari mentan.
Multipla potentialið í ríkis-
felagskapinum hevur havt
ómetaliga stóran týdning
fyri menningina í Føroyum.
Men “súlutakksemið” hjá
Mykinesmonnum er ókent í
hesum samanhangi. Um
onkur føroyingur hevði
dittað sær at tikið “dani
góður” í munnin eins og
“súla góð”, so varð hetta
helst av ávísum roknað sum
eitt quislingaútsagn! Tað
nærmasta
vit
koma
“súlutakkseminum”
á
hesum øki er helst tá
ellisrentan kom, og ein
gamalur maður skal hava
sagt, at staturin var ein
góður maður!
At danir stuðla Føroyum,
tí teir ynskja ræðisrættin
yvir menningini í Føroyum,
bleiv longu í 1968 av An-
ders Ølgaard, professara
sagt at vera ein ógrundað
hypotesa
(Færinger
Frænder s. 170), og higartil
er ikki nakað sum hevur
falsifiserað hesa niður-
støðu. Tað at ein nýggj
meiningarkanning í Dan-
mark vísir, at bert 18% av
dønum
hava
áhuga
í
ríkisfelagsskapinum, bygg-
ir undir orðini hjá Anders
Ølgaard, professara. Nógv
bendir eisini á at danir á
henda hátt taka avstand frá
óseriøsu og nationalistisku
framferð
varaløgmans.
Kanska føla danir at teir
longu í ov langa tíð hava
verið “tossegod”.
Tá útlendskt — ikki
danskt — oljufelag herfyri
doneraði Fróðskaparsetr-
inum 5 mill. krónur oyra-
merktar til gransking og út-
búgving innan fyri egið
áhugaumráðið, var pressan
væl
umboðað
og
hálovingin var ófør, meðan
tær 100 tals mill. krónur
sum danska samfelagið
árliga letur til føroysk
áhugamál fáa skam og last,
skil tað hvør í vil?
Er orsøkin føroysk
søgureingjan?
Kanska er svarið at finna í
Dimmalætting 11. apríl
2001. Undir heitinum “
Føroysk
søgureingjan”
skrivar Anja Andreasen,
BA í søgu og siðsøgu, um
einstáttaðu uppfatanina hjá
føroyskum tjóskaparfólki
av okkara fortíð, tí uppfat-
anin í alt ov stóran mun er
ávirkað av føroyskari søgu-
reingjan.
Rætt er tað, at vit hava
eina stóra yvirvág av søgu-
bókum
skrivaðar
við
loysingarbrillum á nøsini,
og eina Hvítubók har fyri-
munirnir í ríkisfelagsskap-
inum eru endurgivnir ígjøg-
num ein “Nelson- kikara”
Í hesum samanhangi er
als ikki neyðugt at hava lis-
ið Søren Kierkegaard fyri
at finna útav, at sannleikin
er subjektivur!
Onkur hevur eisini longu
skotið upp, at vit høvdu
sloppið undan nógvum vill-
leiðandi og niðurbrótandi
loysingartosi, um Føroya
søga í nýggjari tíð hevði
verðið endurskoðað og
skrivað av nýggjum uttan
tað alt dominerandi loys-
ingarsyndromið. So her
liggur kanska ein avbjóðing
til okkara søgufrøðingar?
Ein Hvítabók uttan “Nel-
son-kikaran” hevði eisini
víðka sjónarringin!
Men mangt broytist á
mansins ævi, og í verandi
loysingarrúsi, har Rúna
Siversen, fólkafloksumboð
á tingi og Jóanes Nielsen,
yrkari og samfelagsrevsari,
reiða sær felags tjóðskapar-
ból, er spurningurin nær-
liggjandi: “Hvussu leingi lá
Jeppe í song barónsins”?
Takk fyri upptøkuna.
Rottufelluprinsippi
VIÐMERKINGAR
Tekna teg
sum haldara,
so fært tú
sosialin
5 ferðir um
vikuna
til dyrnar
Haldarar F¿royum: 360,-/rsfj.
Haldarar Europa: 510,-/rsfj.
5 bl¿Ý einaferÝ um vikuna Europa: 425,-/rsfj.
Onnur lond: Ymiskir prsir
Internet: 240,-/rsfj.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
John Johannessen john@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1
700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Útgevari/uppseting:
Sp/f Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Løgmaður skal nú kanna framferðina, ella atburð-
in, hjá landsstýrismanninum í mentamálum í Løg-
tinginum síðsta fríggjadag, men Torbjørn Jacobsen
kann óivað taka tað róligt, tí kanningarnar hjá løg-
manni higartil hava tikið so langa tíð, at valið er
kanska farið fram við, áðrenn ein niðurstøða verður
gjørd í løgmansfyrisitingini.
Tað var í málinum at skipa Útvarpið og Sjónvarpið
sum tveir almennar stovnar, at Torbjørn Jacobsen
gjørdist heldur bondskur á málinum, tí mentamála-
nevndin mælti til, at málið varð tikið aftur. Tað skal
ikki forsvarast, at landsstýrismaðurin kallaði ein av
hægstu embætismonnunum, landsgrannskoðaran,
fyri ein “gemenan bókhaldara” ella at hann fór illa
við einum nevndaráliti.
Afturímóti tykist tað tó at vera burtur úr vón og
viti at umhugsa at reisa misálit á ein landsstýris-
mann fyri nøkur orð, sum átti at verið ósøgd. Tað
eru fleiri skræðugákur, sum frá tingsins røðarapalli
hava brúkt verri og meiri niðrandi orð enn hasi.
Men mentanevndin gjørdist kanska firtin, tá lands-
stýrismaðurin helt, at álitið í málinum minti um
eina “kókaða hønu”? Í so erkvisið!
Aafturímóti undrar tað, at eingin løgtingslimur
hevur sett spurnartekin við áskoðanina hjá lands-
grannskoðaranum og gjaldstovustjóranum! Hvat
siga løgfrøðingar til málið og til tulkingina hjá
teimum báðunum? Tað er óivað ein løgfrøðingur,
sum hevur evnað uppskotið endaliga til í Menta-
málastýrinum! Eisini hevur tað verið gjøgnum løg-
frøðiligu nálareyguni í Lógardeildini og á Løg-
tingsskrivstovuni! Hvør sigur, at landsgrannskoðar-
in altíð hevur rætt, tá hann viðger heimildarspurn-
ingar?
Harafturat undrar tað, at eingin løgtingslimur alm-
ent hevur tikið kjarnuna í málinum upp í bløðum
ella almennu fjølmiðlunum! Tora tey ikki, ella hava
tey einki upp á hjarta í hesum máli, sum hevur
rættiliga stóran týdning fyri frælsi og fólkaræði!
Tøgnin og støðutakanin hjá mentamálanevndini
kann fáa onnur uttanfyri at gera ta niðurstøðu, at
almennu fjølmiðlarnir skulu liggja undir beinleiðis
politiskar stýring, sum teir gera nú. Sum er, er
einki vatntætt skott - sum er nógv umrøtt í sam-
band við bygnaðarbroytingarnar - ímillum lands-
stýrismannin og loftmiðlarnar! Tað er fyrst og
fremst her, at kjarnin er í uppskotinum, og sum
útvarpsstjórin so greitt vísti á í eini grein í bløðun-
um fríggjadagin, tá hann spurdi, um Løgtingið
vildi hava eysturevropeiska støðu at galda i Føroy-
um! Ein álvarsamur spurningur, sum eingin hevur
afturvíst!
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Tøgn um kjarnuna
-góla um kókaðu hønuna!
Týsdagin 2. mai 2001
hoyrdist, at landstýr-
ismaðurin í vinnu-
málum Bjarni Djur-
holm hevði svara ein-
um fyrispurningi í
Løgtinginum um, at
berghol millum Øra-
vík og Hov ikki bleiv
gjørt í bræði, men
kanska einaferð í
framtíðini.
FÓLKAFLOKKURIN
ÍMÓTI
SUÐUROYARSKIPI.
Nú hugsi eg og nógvir
suðringar við mær, um
hetta aftur er ein roynd frá
samgonguni við fólka-
flokkinum á odda, at minka
um eitt nýtt suðuroyarskip.
Tað hevur verði eyðsýnt,
at landstýrismaðurin Bjarni
Djurholm vildi hava eitt
minni suðuroyarskip, og
hann segði eisini, at hann
hevði allan fólkaflokkin
aftanfyri seg, so viljin frá
fólkaflokkinum tykist ikki
at verða stórur fyri at stuðla
útjaðarinum, sum Suðuroy
er ein partur av.
Einki berghol, eingin
samferðsluhavn og minni
suðuroyarskip.
Tá ið berghol millum
Øravík og Hov nú blívur
raðfest aftarliga av sam-
gonguni, mugu vit í Suður-
oy spyrja, hvar skal tilfarið
til eina samferðsluhavn
koma frá?
Vil samgongan yvirhøv-
ur gera nakra samferðslu-
havn?
Um eingin samferðslu-
havn verður gjørd, ja, so
blívur tað ikki ta suðuroyar-
skip, sum allir suðringar og
strandferðslan vil hava.
Undirstøðukervið.
Suðuroyggin er afturútsilgd
viðvíkjandi
undirstøðu-
kervinum og um viljin at
útbyggja hetta kervið í og
til Suðuroy ikki er til staðar
hjá verandi mynduleikum,
so mugu vit, sum búgva
her, gera alt hvat vit eru
ment, at broyta hesa skeivu
mannagongd.
Undanførslurnar frá ver-
andi samgongu um íløgu-
ætlan, kunnu vit í Suðuroy
ikki brúka til naka sum
helst, tí støðan í Suðuroy
blívur ikki betri av tí og
bara lata standa til, kunnu
vit heldur ikki, tí vit vita, at
vit eru afturútsilgd og
mugu tí brúka øll hyggju-
ráð fyri at koma á hædd við
hin partin av Føroym.
Somu sømdir.
Vit vilja hava rætt til at
búgva her, og vit krevja, at
samfelagið bjóðar okkum í
útjaðarinum somu sømdir
og vælferðartilboð, sum
fólk í miðstaðarøkinum fáa.
At hava stórt yvirskot í
landskassanum og lata út-
jaðarin spakuliga doyggja,
kunnu vit ikki góðtaka.
Tvøroyri, tann 6.mai 2001
Finnleif Guttesen
Hvat vil verandi samgonga
við Suðuroy