mikudagur 9. mai 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 88 - 9. mai 2001
Nr. 88 - 9. mai 2001
11
gult10 cyan10 magenta10 svart10
gult11 cyan11 magenta11 svart11
C
M
Y
K
Fiskiídnaðar-
gransking
Leiðari av verkætlan innan fiskiídnaðargransking.
Verkætlaninar undir fiskivinnuroyndum skulu
kannast og eftirmetast í 2001. Serliga skal metast
um endamál, týdning, mannagongdir, eftirlit og
almannagerð av úrslitunum. Út frá hesum skal eitt
uppskot um setning og arbeiðslag framyvir gerast
og setast í verk. Eisini skal viðgerast á hvørjum
økjum fiskiídnaðargransking kann mennast og
skipast í Føroyum. Út frá niðurstøðunum verða
uppskot til fiskivinnuroyndirnar í 2002-2004
skipaðar og lagdir fyri Fiskimálastýrið.
Arbeiðið verður stýrt av einum leiðslubólki mannað-
um við umboðum frá Fiskirannsóknarstovuni,
Menningarstovuni, Heilsufrøðiligu Starvsstovuni,
Ráfiskakeyparafelagnum og Ráfiskaseljarafelagn-
um.
Til at standa fyri arbeiðinum verður søkt eftir fólki við
skjalfestum førleika innan fiskiídnaðargransking
(Phd ella meiri) og fyrisiting. Arbeiðsstað, løn og tíð
verður eftir avtalu við rætta umsøkjaran.
Umsóknir, við avritum av viðkomandi próvskjølum,
arbeiðsroyndum (CV) og eini lýsing av, hvussu
arbeiðið kann skipast,skulu innan 15.juni sendast til
Fiskirannsóknarstovuna Att: Hjalti í Jákupsstovu við
frámerkinum »Fiskiídnaðargransking«.
Fiskirannsóknarstovan
Box 3051
FO 110 Tórshavn
Føroyar
Telf. +298 315092
Fax +298 318264
E-mail hjaltij@frs.fo
Á løgtings fíggjarlógini er játtan til Fiskivinnuroyndir.Fiskimálastýrið um-
situr royndirnar, ið verða fyriskipaðar í samstarvi millum Fiskirannsóknar-
stovuna, H eilsufrøðiligu Starvsstovuna og Menningarstovuna. Játtanin
er til fiskiroyndir og kanningar,herímillum vørumenning og hvussu mest
fæst burturúr øðrum fiskasløgum.
Skúlastýrisval
Fuglafjarðar skúli
Vallistin til skúlastýrisvalið tann 28. mai 2001 liggur
frammi á skrivstovuni í skúlanum til 21. mai.
Fólk, sum ikki eru komin á vallistan, og sum hava
valrætt og valbæri, skulu venda sær til skúlan í
seinasta lagi 21. mai við undirskrivaðari váttan fyri
at koma á vallistan.
Uppstillingarfundur verður í fimleikahøll skúlans
mánakvøldið 14. mai kl. 19.00.
Fuglafjørður, tann 7. mai 2001
Valnevndin f. Fuglafjarðar skúla
Frá Hvalvíkar
kommunu
Vallistin til skúlastýrið hongur uppi í talvuni í Streym-
nesi og Hvalvík og liggur frammi í kommunuskriv-
stovuni til fríggjadagin 18.mai.
Fólk, sum ikki eru á listanum og sum hava valrætt og
valbæri, skulu venda sær til valnevndarformannin,
Sjúrða Ferjá,í seinasta lagi 20.mai.
Uppstillingarfundur verður í skúlanum leygarkvøldið
12.mai kl.21.00.
Til nýggjan handil í Klaksvík
søkja vit eftir Fólki
at byrja eftir nærri avtalu.
Persónslýsing:
• Er fyrikomandi
• Er kundavinarligur
• Er ágrýtin
• Dugir at arbeiða sjálvstøðugt.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan
handil, men er hetta eingin treyt.
Hevur hetta tín áhuga, so skriva til okkum skjótast
tilber.
KIOSK VÁR
600 Saltangará
tlf. 448392 millum kl. 9-10
Søkt verður eftir
Fólki
til handil okkara í Saltangará at byrja eftir nærri
avtalu.
Persónslýsing:
• Er fyrikomandi
• Er kundavinarligur
• Er ágrýtin
• Dugir at arbeiða sjálvstøðugt
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan
handil, men er hetta eingin treyt.
Hevur hetta tín áhuga, so skriva ella ring til okkum
skjótast tilber.
KIOSK VÁR
600 Saltangará
tlf. 448392 millum kl. 9-10
Vit sóknast eftir
fólki
at byrja skjótast gjørligt hjá Føroya Bjór í Havn.
Viðkomandi má hava koyrikort til lastbil.
Arbeiðið umfatar m.a. søluarbeiði og útkoyring av
vøru.
Løn eftir avtalu.
Avgreiðslan
Akranesgøta 10 • Tórshavn
Tlf. 313434 ella 214334
Elektrikari
Søkt verður eftir elektrikara. Áhugaðir kunnu venda
sær til:
EL og Automatik
Heri Mortensen · FO-900 Vágur
Tlf. 374757/214757
Føroya
Landsbókasavn
Á Føroya Landsbókasavni eru hesi størv leys at
seta:
Hjálparfólk
Eitt starv sum hjálparfólk. Fólk við royndum í
bókasavnsarbeiði hava fyrimun. Starvið verður sett
frá 15.6.2001 ella skjótast til ber.
Bókabindaralærlingur
Eitt lærupláss sum bókabindaralærlingur. Starvið
verður sett frá 1.9.2001.
Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið
og Starvsmannafelagið.
Skrivligar umsóknir verða at senda Føroya Lands-
bókasavni í seinasta lagi 28.5.2001.
Føroya
Landsbókasavn
J. S. Svabosgøta 16
Box 61 · FO-110 Tórshavn
Fráboðan um
broyting í buss-
koyring gjøgnum
Skála bygd:
Koyrt verður ikki longur eftir gamla bygdavegnum
millum Sparikassan og verkstaðin hjá HT-
Transport.
Bygdaleiðir
Frá Valnevndini
í Miðvágs-
Sandavágs skúla
Vallistin til skúlastýrisvalið 28. mai liggur frammi á
kommunuskrivstovunum í Miðvági og Sandavági.
Foreldur, sum ikki eru á vallistanum og ynskja at
verða skrásett, kunnu venda sær til skúlastjóran
innan 21. mai.
Uppstillingarfundur verður á Giljanesi mánadagin
14. mai kl. 19.
Valnevndin
– Vit verða klár at lata
messuna upp týs-
dagin, siga tey, sum
skipa fyri størstu
handilsstevnu í Før-
oyum nakrantíð. 100
útlendsk feløg verða
umboðað, og roknað
verður við 7000
vitjandi
NAFF
Eyðun Klakstein
Runavík: Týsdagin í kom-
andi viku verður fyrsta al-
tjóða sølustevnan hildin í
Føroyum, og talan er um
óhoyrt stóra stevnu, tá
hugsað verður um føroysk
viðurskifti.
100 útlendsk feløg fara at
sýna fram saman við líka
nógvum føroyskum feløg-
um. Eini 700 útlendsk um-
boð koma til Føroya í sam-
bandi við stevnuna, og
samanlagt verður roknað
við eini 7000 gestunum á
fyrstu North Atlantic Fish
Fair (NAFF), sum verður
hildin í Runavík.
Um
samanlíkningar
skulu gerast við vanligu
føroysku handilsstevnurn-
ar, so svarar NAFF til fimm
slíkar stevnur.
– Fyrireikingarnar hevur
gingið væl, og vit eru klár
at lata fyrstu altjóða mess-
una í Føroyum upp, sigur
Símun Hammer, sum er
projektleiðari. Hann er
stjóri fyri felagnum, Virkis-
ráðgeving, sum hevur stað-
ið fyri fyrireikingunum av
NAFF.
Gekk betri enn
væntað
North Atlantic Fish Fair er
ein stóra ætlan, sum vaks
seg størri enn bæði stigtak-
ararnir og fyriskipararnir
høvdu roknað við.
– Undirtøkan fyri stevn-
uni hevur verið óvæntað
stór. Vit miðjaðu eftir, at
40% av framsýnarunum
skuldu verða útlendskir,
men undirtøkan úr útland-
inum hevur verið so stór, at
helvtin av framsýnarunum
eru útlendskir, sigur Símun
Hammer.
– Vit arbeiddu frá byrjan
við, at hetta skuldi fara at
verða ein altjóða sølu-
stevna, tí tað var tað, sum
føroysku virkini og feløgini
høvdu áhuga í. Tað má sig-
ast, at tað hevur eydnast
okkum at gera hetta til eina
altjóða stevnu.
Framsýnararnir koma úr
Norðurlondum, Skotlandi
og Írlandi, men vitjandi á
stevnuni verða eisini úr
øðrum londum. Tað kostar
fimm milliónir krónur at
stíla fyri stevnuni, og sam-
anlagt liggja trý ársverk í
fyriskipanini.
Brúka øll
hotellplássini
Tað koma millum út ímóti
700 útlendskir gestir til
landið í sambandi við
stevnuna, og øll hugsandi
gistingarpláss í meginøkin-
um verða brúkt til at hýsa
hesum mongu fólkunum.
Gistingarhúsini í Havn
og í Eysturoynni verða á
tremur í komandi viku, og
harafturat skal Norrøna eis-
ini brúkast sum hotelskip í
Runavík.
– Gistingarorkan er ein
trupulleiki í sambandi við
slíkar stevnur, men við at
brúka Norrønu ber til at
hýsa øllum fólkunum, sigur
Símun Hammer, projekt-
leiðari.
Fólkini, sum búgva í
høvuðsstaðnum, fara at
ferðast millum gistingar-
húsið og stevnuna, sum
verður hildin bæði á kai-
økinum í Runavík, í ítrótt-
arhøllini og í bátahylinum.
– Vit hava roynt at hildið
fyrireikingarnar á altjóða
støði, og vit fáa til dømis
telt úr Skotlandi og básar úr
Danmark. Aðrar tænastur
verða veittar av føroyskum
fyritøkum. Tað er av avger-
andi týdningi, at teir veitar-
ar, sum vit hava valt, eru
førir fyri at loysa uppgáv-
una væl og virðiliga, sigur
Símun Hammer.
Týsdagin varð farið undir
at seta teltini á kaiøkinum
upp, og komandi týsdag
skal alt verða liðugt, so
fyrsta altjóða fiskivinnu-
stevnan í Føroyum kann
lata upp.
Stevnan verður í døgun-
um frá 15. til 17. mai, og
opið er hvønn dag frá
klokkan 10.00 til 17.00.
Sølustevna á altjóða støði
– Fyrireikingarnar hevur
gingið væl, og vit eru klár at
lata fyrstu altjóða messuna í
Føroyum upp, sigur Símun
Hammer, sum er
projektleiðari á NAFF
Mynd: Eyðun Klakstein
– Verður verkfall
komandi vikuna,
fer tað at merkjast
á sølustevnuni,
sigur Símun
Hammer, projekt-
leiðari fyri NAFF
VERKFALL?
Eyðun Klakstein
Runavík: Fara arbeið-
arafeløgini í verkfall
komandi vikuna, fer tað
at órógva fyrstu altjóða
f iskivinnustevnunaí
Føroyum.
– Tað verður ómeta-
liga keðiligt, um vit fáa
verkfall, men stevnan
kann gjøgnumførast fyri
tað. Tó fer eitt verkfall at
ganga út yvir støðið á
stevnuni, sigur Símun
Hammer,
sum
er
projektleiðari fyri North
Atlantic Fish Fair.
Hetta
segði
hann
fyrrapartin í gjár, tá ar-
beiðarafeløgini og ar-
beiðsgevarar framvegis
royndu at semjast um
nýggjan sáttmála. Tá
okkara blað fór til prent-
ingar var einki úrslit
komið fram um samráð-
ingarnar.
– Fara arbeiðarafeløg-
ini í verkfall verður
vasking á gistingarhús-
unum rakt, og somu-
leiðis kann tað fáa av-
leiðingar fyri busskoyr-
ingina millum Havnina
og Runavík.
Spurningurin er eisini,
hvussu tað verður við
stevnuvøru, sum kemur
til landið mánadagin.
Stríðast fyri
stevnuni
North Atlantic Fish Fair
er løgd ta ársins tíð, sum
passar best til slíka
stevnu.
– Vit royndu at taka
øll viðurskifti við, tá vit
ásettu dagarnar, og tað
var nógv, sum talaði
fyri, at stevnan skuldi
leggjast, sum hon er
løgd,
sigur
Símun
Hammer.
Skuldi Norrøna brúk-
ast sum hotelskip, skuldi
tað antin verða áðrenn
ella eftir summarsigl-
ingina, og skuldi stevn-
an haldast í heyst, hevði
hon komið í beinleiðis
kapping við aðrar al-
tjóða fiskivinnustevnur.
Møguligt
verkfall
varð eisini tikið við í
myndina, men saman-
lagt var mai mánaði best
egnaður.
– Tað verður sjálvandi
ómetaliga keðiligt, um
eitt verkfall kemur at
órógva stevnuna, sum
vit hava fyrireikað so
leingi.
– Men vit mugu royna
at halda stevnuna á so
høgum støði sum gjør-
ligt, og eg rokni eisini
við, at framsýnarar og
vitjandi fara at skilja
støðuna, um eitt møgu-
ligt verkfall kemur, sig-
ur Símun Hammer.
Verkfall fer at
órógva
Í gjár fóru fyri-
reikararnir av North
Atlantic Fish Fair á
fund við løgmann og
loyvisnevndina í eini
roynd at fáa skeinki-
loyvi til Norrønu,
meðan hon verður
brúkt sum hotelskip í
Runavík
SKEINKING
Eyðun Klakstein
Runavík: Fyrireikararnir
av stóru altjóða fiskivinnu-
messuni í Runavík skuldu í
gjár gera enn eina roynd at
fáa skeinkiloyvi til Norr-
ønu, meðan hon verður
brúkt sum hotelskip í
Runavík.
Norrøna hevur loyvi at
skeinkja sterkt, tá siglt
verður, men støðan er ein
onnur, tá hon liggur við kai.
– Tað er ikki avgerandi
fyri stevnuna, at Norrøna
hevur skeikiloyvi, men
hetta hevur nakað við al-
tjóða støði at gera. Lands-
ins
myndugleikar
vilja
gjarna hava slíkar stevnur
til Føroya, og so mugu
karmarnir eisini verða í
lagi, sigur Símun Hammer,
projektleiðari av NAFF.
Vín og øl hoyrir til
Á middegi í gjár fóru um-
boð
fyri
stevnuna
og
borgarstjórin í Runavík á
fund við løgmann og for-
mannin í Loyvisnevndini.
Ætlanin var at sannføra
myndugleikarnar um, at tað
er skilagott at lata Norrønu
fáa skeinkiloyvi.
– Norrøna kemur at
verða rættiliga sentral á
stevnuni. Hon verður hotel-
skip, og tí skuldi tað verið
ein
sjálvfylgja,
at
útlendskir gestir, framsýn-
arar og onnur kunnu fáa eitt
glas av víni ella eina øl um-
borð, sigur Símun Hamm-
er.
– Hetta skal ikki ljóða
sum, at stevnan skal verða
ein onnur veitsla, men hetta
er partur av tí altjóða støði,
sum vit vilja, at stevnan
skal vera á, sigur hann.
Tá Sosialurin fór til
prentingar var ikki greitt,
hvat spurdist burtur úr
royndini hjá fyrireikarun-
um at fáa skeinkiloyvi til
Norrønu.
Stríðast við skeinkiloyvi