Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. september 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 179 - 17. september 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Andlát og jarðarferðir Tove Petersen á Argjum, andaðist sunnudagin, 77 ára gomul. Bønarhald verður í Vesturkirkjuni miku­ kvøldið kl. 18.00 Jarðarferðin verður hósdagin kl. 13.00. Tey, ið vilja minnast Tove, kunna lata lata Sambýlinum á Mýrini í Hoyvík eina gávu. Konta í peningastovnunum. Tórálvur Skaalum í Sørvági andaðist í heiminum leygarkvøldið 47 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Sørvágs kirkju mikudagin klokkan 14. Tey ið vilja minnast Tórálv, kunnu lata Kristnastovu í Keyp­ mannahavn eina peningagávu. Andlát og jarðarferðir Jórun Dánjalsdóttir Poulsen letur upp listaframsýning í Mentamálaráðnum miku­ dagin 19. september 2007, kl. 15.00. Hon sýnir fram málningar, og er framsýn­ ingin opin mánadag til hós­ dag kl. 08.00 – 16.00, fríggjadag kl. 08.00 – 15.00. Jórun Dánjalsdóttir Poul­ sen er úr Havn og er fødd í 1949. Hon er útbúgvin á Håndarbejds Fremme Sem­ inarium í Keypmannahavn. Harumframt hevur hon verið 1 ár á vevstovu við myndlist sum tema hjá Mar­ grethe Agger, listakvinnu, eisini í Keypmannahavn. Umframt at hava undirvíst í vevlist og myndlist við tekstili í 20 ár í Tórshavnar Kvøld­ og Ungdómsskúla hevur hon eisini undirvíst í 5 ár á Føroya Fólkaháskúla við denti á myndlist. Hon hevur verið við á fram­ sýningum í Føroyum, Dan­ mark og Norra. Eisini hevur hon sett nógvar framsýningar upp, bæði við egnum verkum og verkum hjá øðrum, t.d. nógvar fotoframsýningar í Tilhaldinum í Havn, og nú seinast um Realskúlan í Havn – 1916­66. Lágargarður í Havn og Ellisheimið í Vágum eru nakrir av almennu stovnun­ um, har Jórun Dánjalsdóttir Poulsen prýðir veggirnir við sínari list. Eftir ein steðg í nøkur ár, hevur Jórun Dánjalsdóttir Poulsen verið á skeiði í málningalist og er hetta fyrsta framsýningin við málningum hjá henni. Tá framsýningin letur upp verður tónleikur at hoyra. Rannvá Jacobsen fer at spæla guitar og syngja, m.a. løg, sum hon sjálv hevur gjørt. Framsýningin verður til 14. desember 2007. Øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey í Mentamálaráðnum. Jórun sýnir fram í Mentamálaráðnum Dagurin 18. september. Titus. Fleiri halgimenni eru við hesum navni, men her verður helst ikki, sum summir halda, sipað til tann Titus, sum Paulus skrivaði bræv til. Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara elskaði pápi Claus Amondsen Frederikshavn andaðist 14. september 2007, bert 46 ára gamal. Minningarhald verður við urnuna í Tórshavn. Lýst verður seinri, nær minningarhaldið verður. Hendrik, Bjørn og Gunnbjørg Mikudagin letur upp framsýning við málningum hjá Jórun Dánjalsdóttir Poulsen í Mentamálaráðnum