Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. september 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 179 - 17. september 2007 13 viðmerkingar Óheftur brúkara­ myndugleiki Í rokinum eftir tí horvna Brúkaraumboðsmanninum varð í vikuni hildin fundur í arbeiðsbólkinum, ið gjørdi upprunaliga uppskotið til Marknaðarføringslóg. Umframt smálutirnar, varð mest kjakast um, hvør skuldi umsita lógina. Tað var júst í hesum partinum, at Brúkarasamtakið hevði sett seg upp á tvørs. Eftir fundin var greitt, at myndugleikin, ið sambært uppskotinum skal umsita lógina, skal vera óheftur av øðrum myndugleika, og hava sína egnu játtan. Uppskotið nýtir einans heitið Brúkaramyndugleiki, og fær hesin til uppgávu at navngeva seg sjálvan. At mann velur at hava høli saman við øðrum myndugleika meta vit bara sum kveikandi fyri starvshugin. Sostætt kunnu vit í Brúkarasamtakinum vera nokk so nøgd. Eingin tvídráttur kann taka seg upp við onnur myndugleikaáhugamál, og samlaðar sparingar ganga ikki av sær sjálvum út yvir brúkaran. Kortini hevði tað verið betur við einum veruligum Brúkaraumboðsmanni, ið var okkara umboð. Men sum er, er eingin politisk ætlan um upprudding í teimum fáu brúkaralógunum, sum vit hava. Hesar liggja í dag spjaddar millum fleiri ráð, og vil eg her mæla til, at allar slíkar lógir, so sum til dømis Keypilógin, Marknaðarføringslógin og Leigulógin verða fluttar í sama ráð, og umsitnar av einum Brúkaraumboðsmanni. Víðari má sláast fast, at tað gevur onga meining at seta lógir í gildi uttan at seta av fíggjarliga orku at umsita tær. Tí má mælast frá at seta nýggju Kappingarlógina og Marknaðarføringslógina í gildi uttan at játta pening til tess. Brúkarasamtakið Petur í GonG Tann evangelisk-lutherska fólkakirkjan er ein grund- arsteinur í okkara landi. Hon hevur borið trúnna frá ættarliði til ættarlið í nær- um 500 ár. Tey smáu børnini hava - áðrenn vit vaksnu spilla tey við krøv- um um nakað fyri nakað - kvitt og frítt fingið Guðs ríki upp á tann einasta mátan, sum Guðs ríki kann arvast: Av náði. Tey ungu verða, áðrenn tey møta tí bæði krevjandi og spenn- andi vaksnamannalívinum, mint á, at tey aldrin eru einsamøll, og altíð kunnu vænta sær alt gott frá Guð faðiri, syni og heilaga andanum. Hjúnini læra, at tey hvør sær og saman eru Guðs útvaldu, heilagu og elskaðu og at tað er inspira- tión eisini til tað dagliga samlívið at heinta í tí kærleikanum, sum Guð hevur elskað okkum við. Og tey gomlu kunnu leggja eyguni saman fyri seinastu ferð í teirri vissu, at sama hvat teirra eftirmæli er, so eigur Guð síðsta orðið, og tað er eitt náðiríkt orð. Í kirkjuni hava vit lært sálmar, hvørs skaldskapur ikki smæðist burtur millum annan skaldskap, vit hava hoyrt kjarnutextir úr okk- ara bíbliu ár um ár, vit hava hoyrt prædikur og lestrar, sum bæði kunna hava lyft okkum upp, so vit fara í holt við eina nýggja viku við fattari pannu, men sum eisini kunnu órógva positiva ella negativa vegin, eins og tað var onkuntíð einki orð rakk inn. Fyri nú ikki at blanda meg uppí visjón 2015, so vil eg heldur, at vit fylgjast í kirkju ein vanligan sunnudag í 2017. Kanska fara vit eitt sindur tíðliga, tí tað er altíð gott at steðga eina løtu í vápnahúsinum: Nú er tað einkisigandi orðið ”for- kirkja” lagt av, tí hóast tað ikki í øldir hevur verið siður at hava vápn uppi á sær í og úr kirkju, so minnir orðið vápnahúsið okkum á allar tær ørkyml- andi og kanska eisini niðrandi óndskapsfullu hugsanirnar, vit meira og minni tilvitað draga við okkum, og sum vit eiga at leggja frá okkum áðrenn guðstænastuna, um kirkju­ friðurin skal valda, og tað skal hann. Har er eisini altíð onkur forvitnisligur lesnaður, ella onkur at práta við, kanska ein kaffi- munnur, ella okkum dámar bara friðin og vit njóta tøgnina, meðan kirkjutæn- ararnir leggja tað síðsta til rættis áðrenn guðstænast- una. So ringir kirkjuklokk- an og vit finna øll okkara pláss. Urgan leikar so tað er ein frøði fyri oyrað, tí nú hava vit fingið væl útbúnar og væl løntar urguleikarar um alt landið. Summir teirra hava bæði barna-, ungdóms- og vaksna- manna-kór, sum seta sín dám á guðstænasturnar um høgtíðirnar og við onnur serlig høvi. Sálmasangurin lænir okkum orð og hugsunarhættir, sum annars sjáldan koma okkum til hugs, og vit skilja nú, hví Luther á sinni segði, at tónleikurin er ein av Guðs vakrastu og dýrabærastu gávum... at nótarnir geva textunum lív... og reka burt hugtyngd. Sálmabókin hevur nú allar teir ódeyði- ligu sálmarnar við teimum gomlu løgunum við, og harumframt eitt stórt tal av nýggjari sálmum við nýggj- um løgum. Og sjálvsagt standa løgini í sálmabók- ini. Kollektirnar eru seinastu árini snøggaðar eitt sindur, so tað ikki er so langt millum okkara lív og okkara spurningar, sum tað mangan var í teimum gomlu. Trúarorðini eru tey somu, tíðarleys sum tey eru, men nú syngja vit tey altíð, eisini tá ið lestur er, og lagið er umsíðir snikkað til, so tað hóskar betur til orðini, og vit syngja sama lag í øllum landinum. 10 góðar lestrarbøkur eru komnar aftrat, so okkara deknar hava fingið eitt størri úrval. Prestur er í dag, og tað hoyrist, at hann hevur arbeitt við tekstinum og við prædikuni, so har er okkurt at hava við sær útaftur. Kirkjubønin eftir prædikuna leiðir okkum við sær inn í hvønn krók í landinum og út um allan heimin. Vit syrgja tað syrgiliga og gleðast um alt, sum ber tann rætta vegin at gera lívið meira liviligt hjá teimum Guðsbørnunum, vit sjálvi og heimurin mangan ikki gáa um. Har er barnadópur, og betri prædika um Guðs ríki fæst ongastaðni sum har. So fara vit til altars, stór og smá, ymisk í sinni og skinni, summi á hægstu rókum í samfelagsstiga- num, onnur meira ókend, men við Harrans borð fáa øll sama sess. Tíbetur hoyrir tað eini farnari tíð til, at summir menn ikki hildu seg kunna boyggja knø við altarið, tí ein kvinna stóð við kalikinum. Biðisløgini at enda - áðrenn urgan aftur leikandi fylgir okkum út - eru høgtíð: Sum barn lærdi eg, at eg ikki skuldi telja, men heldur siga innantanna: Takk Guð faðir, Takk Guðs sonur, Takk Guð heilagi andi, og tað geri eg enn. Hvat er so hent hesi 10 árini: Tað tók tíbetur bert tvey ár eftir yvirtøkuna til alt lógarverkið, allar kunngerð- ir og øll umfarsskriv vóru liðug. Okkurt skal alla tíðina endurskoðast og dag- førast, treyðugt so, men í tí stóra og heila eru teir politisku karmarnir um fólkakirkjuna góðir. Tað merkist, at løgtingið hevur lurtað eftir okkum, sum starvast í kirkjuni, og tað merkist eisini, at politik- arar sum heild hava lært at kenna mun á fólkakirkjuni og fríkirkjum. Vit eru nú ein biskupur, 3 próstar og 27 prestar, tríggir eru komnir aftrat til kirkjurnar í Havn, og ein arbeiðir á stiftinum og leggur ymist alment tilfar til rættis umframt at avloysa onkustaðni stytri tíðarskeið. Skattaloftið er sjálvandi horvið: kirkju- skatturin hevur jú altíð verið umsitin fyrimyndar- liga ábyrgdarfult, og í kirkjugrunninum er tað, sum eigur at vera har, so vit eisini høvdu ráð til at seta ein samskipara eina tíð, tá samstarvið millum skúla og kirkju um sálma- sang og bíbliu-drama- guðstænastur var um repp- ið at vaksa okkum upp um høvdið. Aftankvirrur, musikkandaktir, ungdóms- og barnaguðstænastur eru komnar fyri at vera, og tíbetur hava eisini teir yngru tónleikabólkarnir tikið sálmasangin til sín og tulkað hann uppá sín máta, so tey ungu javnan fylla kirkjuna. Vit hava góð toymir, sum arbeiða við at leggja tær ógvuliga ymisku guðstænasturnar og evnis- kvøldini til rættis, so allir aldursbólkar hava okkurt at koma eftir. Prestagarðarnir eru í góðum og tíðarhóskandi standi, og prestarnir gjalda nú einans eitt ásett húsa- leiguískoyti í mun til støddina á húskjunum. Prestarnir hava fingið munandi lagaligari og liðiligari arbeiðskor: Góða løn við hóskandi ískoyti fyri óvanliga arbeiðstíð, feriur og frívikuskifti eru eitt sindur økt, og fimta hvørt ár hava prestar og urguleikarar loyvi til at halda frí um høgtíðirnar. Hetta er serliga gott hjá teimum yngru prestunum við smáum børnum, og við góðari fyrisiting letur tað seg væl gera, nú talið av prestum og útbúnum urgu- leikarum er økt. Allir prestar hava høvi til eftirútbúgving í meðal 3 vikur um árið. Og allir prestar skulu, áðrenn teir hava verið í starvi 4 ár, hava tikið útbúgving í sálar- røkt á støði við ta útbúgv- ingina, sum Teologisk Pædagogisk Center í Dan- mark bjóðar. Tað hevur eisini bøtt um samstarvið millum prest- arnar, at vit nú hittast í bispagarðinum sættu hvørja viku at skifta orð um tað, sum nú rørist í tíðini. Har fáa vit eisini at vita, hvat tey hava fingið burturúr, sum hava verið á skeið, og har verða avtalur gjørdar, sum loyva einum presti t.d. prædikufrí í ein mánaða fyri at arbeiða við onkrum ávísum, meðan aðrir arbeiða eitt sindur meira. Framvegis eru teir flestu kirkjutænararnir óløntir, uttan í teimum stóru kirkju- num, har tað eru fleiri gravarferðir og fleiri brúd- leyp um vikuna. Tey flestu kirkjuráðini hava tó skipað so fyri, at tað eru nógvir deknar og klokkarar, sum skiftast, so tað ikki verður ov møtimikið hjá nøkrum fáum, og tað er gott bæði fyri kirkjuna og kirkju- fólkið, at tað eru alt fleiri, sum átaka sær eina aftur- vendandi tænastu. Heimamissiónin, sum var um at gerast heimføðis- lig og missa sítt kirkjuliga kjølfesti, er farin at skikka sær betur, og er hildin uppat at sortera prestar og onnur í meira og minni trúgvandi og vantrúgvandi. Ein gamal missiónsmaður, sum altíð var trúgvur í kirkjuni, segði einaferð, at meðan guðstænastan í kirkjuni skuldi vera hátíð- arlig og og væl skipað, so skuldi missiónshúsið bara vera sum ein stova, har tú ikki ræðist meiningar, sum líkjast frá tínum egnu, og har tað ber til at skifta orð um alt. Vit eru fleiri, sum nú aftur kenna okkum vælkomin í Heimamissi- ónini. So fari eg ikki at siga meira um víðsjón 2017: Restin fer at verða upp til tykkara. Aðrir stórir spurningar, sum tað kundi verið vert at nomið við, og sum tað kanska verða stundir til at skifta orð um er t.d. hugtøkini 1. Fólkakirkja og landskirkja. 2. Skal kirkjan verða nevnd í eini komandi grundlóg? 3. ??? Takk fyri! Víðsjón 2017 Marjun Bæk Kokkurin á “Teistanum “ í land Eg havi hoyrt í krókunum, at planurin er hjá Strand- ferðsluni at siga kokkin á “Teistanum” upp, sum ein lið í sparing. Nú er tað so, at ikki alt er rætt, sum man hoyrir. Helst var rættari av mær at tosa við stjóran Regin Vágadal, sum er sakligur maður at tosa við, havi av royndum ofta fingið semjur við leiðsluna á Strand- ferðsluni. Men um hetta so skuldi verið, at kokkarnir vórðu uppsagdir, so fóru vit nógv ár aftur í tíðina. At kunna fara og keypa umborð ger, at fólk kenna seg væl og er tað heilt natúrligt á eini so stórari ferju sum “Teista- num”. Sum støðan er í dag hava Sandoy og Skúvoy Teistan at líta á, so tað má ongantíð henda, at farleið okkara verður skerd, tí tey flestu eru vælsaktans samd við mær í, at ringt er sum er at skula sigla um Skopunarfjørð. So vit sum búgva í økinum fara ongantíð at góðtaka, at eitt so vigtugt starv sum kokkarnir, sum eiga ein stóran part av at trivnaðurin umborð er í hásæti, verður lagt niður. Annars hevur samgongan og landsstýrismaðurin gjørt munandi frambrot við fleiri túrum og seta ferðaseðlaprísin munandi niður. Hetta er mín fyrsta áheitan til leiðsluna hjá Strandferðsluni. Teistin má sigla sum er, helst fleiri túrar, inntil Sandoyartunnilin er liðugur. Hetta mál fer at fáa mína størstu uppmerksomheit, Teistin skal hava kokkar umborð og har við halda standardin. Um hetta ikki er veruleiki so fyrgevið mær hesar linjur. løgtingsmaður Gerhard LoGnBerG