mánadagur 17. september 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 179 - 17. september 2007
Sosialurin
Sendistova og
samstarv
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he
vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Fyri tveimum døgum síðani - tann 15. septemb-
er - vant løgmaður Merkið á stong í Reykjavík,
og læt nýggju føroysku sendistovuna varð upp.
Hetta er ein stór og gleðilig hending. Íslendingar
og føroyingar eru næstu grannar, og vit eru
knýtt hvør at øðrum við gomulm søguligum
bondum. Tað er tí sjálvsagt, at vit skulu hava
sendistovu í Íslandi, og ein kann bert undrast
yvir, at hetta ikki er gjørt fyri langari tíð síðani.
Hetta so mikið meira sum, at vit einaferð hava
havt sendistovu í Íslandi áður nevniliga undir
øðrum heimsbardaga, tá mentamaðurin Hans
Dalsgaard var føroyskur sendimaður í Reykjavík.
Av einhvørji orsøk varð henda sendistova stongd
í 1945, og tað skuldi skuldu sostatt ganga 62 ár,
til vit fingu tikið okkum saman at opna nýggja
sendistovu í okkara næsta grannalandi. Hetta
er ein stór hending, sum flestallir føroyingar
ivaleyst fegnast um.
Hesi seinastu árini er samstarvið millum brøðra-
tjóðirnar nógv vaksið. Formliga er politiska
samstarvið skipað við Hoyvíkssáttmálanum,
sum staðfestir tey fýra frælsini. Hetta merkir,
at kapitalur, vørur, tænastur og arbeiðsmegi
hava frítt at fara landanna millum. Í roynd og
veru merkir hetta, at Føroyar og Ísland eru
eitt búskaparigt øki. Sum flestum kunnugt eru
undantøk, og tað eru tey, sum halda, at hesi
undantøk gagna frændum fyri vestan hav meira,
enn tey gagna okkum. Er hetta so, ja, so er einki
at gera uttan at lurta eftir nýggju føroysku
sendikonuni, sum herfyri gjørdi vart við, at tað,
sum ein er misnøgdur við í sáttmálanum, tað
mugu vit royna at fáa broytt. Hetta er púra
rætt. Tað ber ikki til bara at finnast at. Tey
vinnulívsfólk og teir politikarar, ið eru misnøgd
við Hoyvíkssáttmálan eiga at koma fram og vísa á
brekini. Undantøk eru sjáldan av tí góða, og eiga
hesi at verða tikin úr sáttmálanum skjótast.
Vit fegnast og vænta okkum nógv av nýggju
sendistovuni. Vit hava nógv at samstarva við
frændatjóðina um á at kalla øllum økjum:
umhvørvi, orku, vinnu, gransking, útbúgving og
mentan. Tað liggur ein stór ábyrgd á sendikonuni
í Reykjavík at fáa gongd á hetta samstarv. Men
her liggur eisini ein stór avbjóðing serstakliga
hjá føroyskum vinnulívi, ið hevur nógv at læra av
íslendingum serstakliga, tá um altjóða leikpallin
ræður. Tað er langt síðan íslendingar fóru at gera
sær dælt av globaliseringini. Vit síggja framvegis
illa nokk fram um nøsina. Men her hava vit so við
sendistovuni fingið eitt gylt høvi at sleppa upp í
altjóða dansin um globaliseringina. Tá hetta er
sagt, eigur eisini at nevnast, at frændur okkara
ivleyst eisini kunnu læra nakað av okkum. Vit
hava nógv at geva Íslandi so væl sum heiminum
ølloum. Vit ynskja tillukku og góðan byr.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydnaskaale@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Síggi í fjølmiðlunum, at
Tjóðveldisflokkurin (nú
Tjóðveldi) hevur lagt fram
lógaruppskot um at hækka
skattin hjá fólki. Eg sigi
við vilja at hækka skattin,
tí galdandi lóg ásetur ein
skattastiga, sum fyri 2008
krevur lægri skatt, enn
tann, sum Tjóðveldið nú
skjýtur upp. Grundgev
ingarnar hjá Tjóðveldinum
fyri uppskotinum eru:
a) at taka eitt sindur av
ferðini av einum
búskapi, ið er á veg móti
álvarsligum trupul
leikum
b) at spara landskassanum
72 mió. kr. og kommun
unum 13 mió. árliga
c) at minka eitt sindur um
sosialu gjónna
d) at bøta um grundarlagið
fyri haldgóðum vælferð
artænastum
Viðvíkjand a). Tað er helst
rætt, at ein skattahækking
minkar um ferðina á
búskapinum. Tað hava vit
sæð i ólukkumáta fyrr. Tað
er rættiliga upplagt, at tann
tørvur, sum í løtuni er á
arbeiðsmegi kemur at
standa við og versna. Ser
liga minkar hugurin hjá
fólki við arbeiðsmøgu
leikum at taka eina hond
eyka í, tí skatturin fer við
ov stórum parti av meirinn
tøkuni. Tann skipaða
skattalækkingin, sum hevur
verið framd seinru árini í
Føroyum hevur havt við
sær búskaparliga fram
gongd og meirinntøku til
bæði arbeiðstakarnar,
vinnuvirki, landskassa og
kommunurnar. Hendan
gongdin fer at steðga, og tí
kemur búskapurin í størri
trupulleika av framlagda
uppskotinum.
Viðvíkjandi b). Skatta
hækkingin fer ikki at spara
landskassanum 72 mió. og
kommununum 13 mió. Um
teoriurin hjá Tjóðveldinum
passaði høvdu landið og
kommunurnar fingið 85
mió. afturat til nýtslu (neyv
an sparing). Men nú heldur
teoriurin ikki, tí inntøk
urnar vera minni, bæði hjá
fólki og hjá landinum og
kommununum.
Viðvíkjandi c). Sosiala
gjógvin minkar ikki við at
krevja meiri inn í skatti frá
fólki. Tvørtur í móti kann
væntast, at fleiri fólk fáa
ein sosialan tørv, sum tey
ikki høvdu havt, um tey
høvdu samanlagt tær 85
mió. tøkar, sum galdandi
lóg roknar teimum til.
Viðvíkjandi d). Hetta er
vanliga grundgevingin,
sum eisini verður brúkt
sum herróp í Danmark,
nevniliga: Skattalætta ella
vælferð. Veruleikin er
tvørturímóti. Við einum
vælskipaðum skattapoli
tikki við lágum skatti, og
um neyðugt skattalættum,
økist vælferðin. Partvís tí,
at sosiali tørvurin verður
minni, og tí at lægri skattur
nærmast sum ein náttúru
lóg eisini gevur størri inn
tøkur til almennu kassar
nar. Tí eitur tað ikki:
Skattalætti ella vælferð,
men skattalætti og vælferð.
Eg síggi eisini, at Tjóð
veldið í løgtingsmálinum
setur upp á einum skema,
at teirra uppskot fær
fíggjarligar og búskapar
ligar avleiðingar fyri bæði
lands og kommunalar
myndugleikar, fyri pláss í
landinum, fyri ávísar
samfelagsbólkar og fyri
vinnuna. Tað er rætt, at tað
kann skrivast ja út fyri
øllum hesum. Men í øllum
førunum verða hesar
avleiðingarnar negativar,
uttan undantak.
Eg síggi eisini í referati
frá tingviðgerðini av
málinum, at fíggjarmála
ráðharrin tekur undir við
uppskotinum frá Tjóðveldi
num. Hann sigur millum
annað, at skattalættin í
hesum valskeiði hevur
verið 383 mió., móti
ætlaðum 250 mió. Tað er
júst ávirkanin frá skatta
lækkingarpolitikkinum, at
upphæddirnar eru vorðnar
so stórar. Tað er tann
positiva ávirkanin, sum ger
seg galdandi. Hevði skatta
lækkingin ikki verið framd,
høvdu hesir pengar ikki
eksisterað. Men nú eru teir
har, og ein størri partur er
eisini farin í landskassan
og kommunukassarnar, júst
takkað veri hesum poli
tikki.
Annars sær út til, at
summir politikkarar halda,
at fær fólk minni skatt, so
fara allir pengarnir út í
eyka nýtslu (at skilja sum
óneyðuga nýtslu). Tað er
ikki givið, at hetta er rætt.
Nýtslumynstrið er nógv
meira fjølbroytt, og ein
partur fer til uppsparing og
til dømis keyp av partabrøv
um.
Ein áhugaverd útsøgn
kom eisini fram undir
tingviðgerðini. Tað var
Høgni Hoydal, sum helt
tað vera forvitnisligt, at ein
politiskur fíggjarmála
ráðharri úttaði seg fakliga
og ikki hugsjónarliga.
Hetta fær meg at koma í
hug orðini hjá Paulusi, at
kunnskapurin blæsur upp,
kærleikin byggir upp. Tá
ein politikkari bert hevur
kunnskapin sum grund
støði, skal hann hava eitt
annað arbeiði. Tað eru
hugsjónirnar sum fremja
framburð. Kunnskapurin er
góður at hava sum amboð.
Uppskot um at hækka skattin
JógvAN
SUNdStEIN