Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. september 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 179 - 17. september 2007 - At fáast við skipa- rakstur, er sum at fáa eina ”basillu”, ið ger, at torført er at gevast aftur. Tú fært líka sum ikki hildið teg burtur. Hetta er spennandi virksemi, og tá ið tað gongur hampiliga væl, byrtist hugurin aftur av nýggjum, sigur Jónsvein Knudsen, ið ætlaði sær av ”trappa” niður fyri nøkrum árum síðan Skipakeyp Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Jónsvein Knudsen eigur nú trolbátin Raðhamar, sum Gullak Gullaksen hevur átt. Skipið var upprunaliga heimahoyrandi í Leirvík og hevði navnið Sjóborg. Skipið eitur nú Sigrun eftir dóttir Jónsvein og konu hansara. Børnini hjá teimum eru trý í tali; synir­ nir eru elst og yngst, og Sigrun er miðlingur. Kallar upp Í apríl mánaða í fjør keypti Jónsvein eisini trolbátin Jens Leon, sum hann kallaði upp eftir pápa sínum, Jens Leon Knudsen, sála. Sigrun og Jens Leon hava ikki loyvi at trola á land­ leiðini um sumrarnar, men skipini hava á leið somu veiðimøguleikar uttanfyri. Áður hevur Jónsvein Knud­ sen sagt, at nú hann átti Jens Leon einsamallur, valdi hann at kalla pápa sín upp. Nú hann eisini eigur fyrrverandi Raðhamar einsamallur, er dóttirin eisini uppkallað. Fimm mans eru umborð á Jens Leon, og manningin umborð á Sigrun telir eisini fimm. Tað er felagið Á Heygum, sum eigur Sigrun, og skipari verður Jóan Jacob Sirdal, ið eisini hevur verið við Jens Leon. Skipini eru dýr, og tað er Sigrun eisini. Jónsvein Knudsen vil ikki ordiliga upplýsa keyps­ prísin, men sigur, at Gullak Gullaksen keypti skipið frá leirvíkingum fyri 18,5 milj­ ónir krónur. ­ Jú, skipini eru dýr og teir, sum fáast við skip og skiparakstur, vita, hvat hesi skip kosta í dag, sigur hann. Lítil avtrapping Jónsvein Knudsen eigur framvegis part í ísfiskatrol­ arunum Jaspis og Ametyst, har Føroya Fiskavirking er høvuðsparteigari. Hann er eisini virkandi útgerðarmað­ ur hjá hinum trolarunum, ið felagið hevur keypt, eitt nú Baki, Stelki, Róki og Lerki, sum nú verður longdur á Tórshavnar Skipasmiðju. ­ Tá eg fyri nøkrum árum síðan byrjaði at selja burtur av mínum parti, segði eg, at eg ætlaði mær at ”trappa” niður. Nú keypi eg skip aftur – um enn hesi eru smærri. Hetta sær kanska eitt sindur undarligt út. Hann heldur tó, at tað er eitt sindur meira yvirkomi­ ligt at fáast við tey smærri skipini enn tey størru, og hetta er heldur ikki so jagut, sum hann tekur til. Ein »basilla« ­ Tað hevur gingið rímiliga væl hjá Jens Leon, og tí havi eg eisini mót upp á Sigrun, ið hevur somu møguleikar. Jónsvein dylur ikki, at tá ið tú fyrst ert farin at fáast við skiparakstur, er tað, sum um tú fært eina ”basillu”, ið ger, at torført er at gevast aftur. Tú fært líka sum ikki hildið teg burtur. ­ Hetta er sjálvandi eitt spennandi virksemi, og tá ið tað gongur hampiliga væl, byrtist hugurin aftur av nýggjum. Viðhvørt er tað eisini tilvildin, ið ger, at tú keypir eitt skip aftrat, sum í hesum førinum, sigur hann. Jónsvein Knudsen sigur, at áhugi hevur verið fyri trolbátinum Jens Leon í Grønlandi, men hann hevur ikki viljað selt skipið. Jónsvein keypt Raðhamar Fróði L. Ejdesgaard hevur tikið hesar myndirnar av Raðhamri, nú Sigrun, tá skipið siglir fram við Risanum og Kellingini. Hann er landnyrðingur í ættini, og tað er tung alda í sjónum Stuðul til støk foreldur Vit eiga at seta fokus á stuðul til børnini, heldur Fólkaflokkurin. Jørgen Niclasen, floksformaður, skjýtur upp, at í staðin fyri at stuðla støkum forerldrum, eiga vit heldur at lata eina stuðul til húski, har inntøkan er lægri enn eitt vist. Hetta kann so gerast við fríplássum, sum eru treytað av inntøkuni í heiminum. Á henda hátt verður tað ikki til ein spurning, um talan er um støk foreldur, men er inntøkan lægri enn eitt vist, skal latast ein eyka barnastuðul, sigur Jørgen Niclasen. Staksdagur í Tjørnuvík Viðrar fara tjørnuvíkingar í Stakkin eftir seyði leygardagin 22. Sepember. Í ár eru 11 seyðir at taka, fýra ær, seks lomb og ein veðrur. Seyðurin er altíð góður í Stakkinum, og í ár er onki undantak, verður sagt út Tjørnuvík. Nøkur lomb verða flett og seld í stykkum. Annars verður alt selt á uppboðssølu klokkan 17:00, tá tey eisini skipa fyri tombola. Hetta er tann stóri dagurin í Tjørnuvík, har nógv fólk kemur til bygdar. Kvøldið endar við dansi í Bygdarhúsinum. Árið í fjør var metár hjá fiskamjølfram- leiðaranum í Noregi, Karmsund Fiskemel Umsetningurin hjá felagn­ um vaks upp í heilar 270 miljónir norskar krónur, og úrslitið fyri skatt var út við 15 miljónir krónur. Á heimasíðuni ravninfo. com siga tey, at fyri hvønn hundrað krónuseðil, sum felagið seldi fyri, tjenti Karmsund Fiskemel 5,78 krónur. Hetta er besta úrslit í søgu felagsins. Tað vóru feløgini Silfas og Norges Sildesalgslag, sum áður áttu verksmiðjuna, men um ársskiftið 2003/2004 fingu meira lokalir eigarar hond um felagið. Karmsund Fiskemel hev­ ur soleiðis verið ein góð íløga, og nýggju eigararnir hava tjent einar 20 miljónir norskar krónur fyri skatt seinastu trý árini. Sambært heimasíðuni eru tað feløgini Koralfisk og Caiano Fisk, ið eiga flestu partabrøvini í fyritøkuni í dag. Gott ár hjá mjølframleiðara Tað gongur væl hjá Karmsund Fiskemel í Noregi - og í fjør hevði verksmiðjan sítt besta úrslit nakrantíð