Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. september 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 179 - 17. september 2007 Fekk 40 dagar Ein maður er dømdur at 40 dagar treytað hefti fyri siðamisbrot ímóti dótrini í tveimum førum. Maðurin var annars fríkendur í Føroya Rætti, har hann greiddi frá, at hevði hann krámað uppi á dóttrini, var tað í svøvni. Rætturin helt ikki, at hetta kundi mótprógvast og tí varð hann fríkendur. Ákæruvaldið skeyt dómin inn fyri Landsrættin og har trúðu dómaranir ikki frágreiðingini. Tí varð maðurin dømdur 40 dagar treytað hefti við eini royndartíð upp á tvey ár, Harumframt skal hann gjalda dóttrini 5000 krónur í endurgjaldi. Men fær dótturin brúk fyri sálarligari hjálp eftir hendingarnar, skal hann eisini betala tað. At dómurin er treytaður í tvey ár merkir, at fremur maðurin annað lógarbrot hesi árini, verður hendan revsingin løgd afturat. Marita Christophersen í Smiðjuni Hetta vikuskiftið hevur Marita Christophersen sýnt fram listaverk í Smiðjuni í Lítluvík. Framsýningin hjá henni heldur fram til mikudagin. Talan er um eina spennandi og nýggja framsýning, har sýnd verða fram málningar og velourtekningar. Heitini eru frá víkingum til hankamp umvegis Cosmos til Vágaland. Tað eru einar 2-3 vikur síðan, at nýggi trolarin hjá Føroya Fiskavirking, Rókur, var klárur at loysa, men eftir øllum at døma hevur alt ikki gingið so væl við at sleppa avstað, sum eigararnir høvdu vónað Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nú um dagarnar stevndi ann­ ar av trolarunum, sum Føroya Fiskavirking hevur keypt, umsíðir úteftir Skálafjørðin­ um á veg til fiskiskap. Seinastu vikurnar hevur ísfiskatrolarin ligið í Runa­ vík, har nýggj verksmiðja er sett í skipið, og onkrar broytingar eru gjørdar í last­ ini. Tað er maskinverkstaðurin FJM í Runavík, sum hevur gjørt umbyggingararbeiði umborð á Róki. Dróg út Jónsvein Knudsen, útgerðar­ maður hjá Føroya Fiskavirk­ ing, sigur, at tað hevur drig­ ið út hjá Róki at sleppa til fiskiskap. ­ Eg havi ikki blandað meg upp í hetta málið, tí hetta hevur verið eitt mál millum eigararnar myndug­ leikarnar, men tað hevur tikið nógv longri tíð enn ætlað at fáa øll viðurskifti upp á pláss, sigur hann. Føroya Fiskavirking hev­ ur keypt tveir trolarar, tvey systurskip. Annað er keypt úr Írlandi, hitt úr Skotlandi. ­ Lerkur, sum var hin seinni, ið kom heim úr út­ landinum, verður í løtuni longdur á Tórshavnar Skipa­ smiðju. Eg haldi, at hetta arbeiði hevur gingið eftir ætlan. Nú leingjanin er um at verða liðug, verður nýggj verksmiðja sett í skipið, og somuleiðis verða onkrar broytingar gjørdar í lastini. Tá Lerkur er longdur, hev­ ur hann somu longd sum systurskipið Rókur. Jónsvein sigur seg vænta, at tað fer at ganga skjótari at seta nýggja verksmiðju í Lerk enn í Rók, tí verk­ smiðjan, sum var umborð á Lerki, er langt síðan tikin úr skipinum. ­ Nýggja verksmiðjan, sum FJM hevur bygt, er klár at seta í skipið, og vit vænta, at hetta arbeiði fer at taka einar fjúrtan dagar ella so, sigur útgerðarmaðurin. Rókur og Stelkur Tá ið Lerkur verður klárur til fiskiskap, fer hann at par­ trola saman við Róki. Með­ an bíðað verður eftir Lerki, partrola Rókur og Stelkur. ­ Tað er soleiðis, at bæði Bakur og Stelkur skulu á beding í Klaksvík, har mask­ inurnar skulu eftirhyggjast, og fyrstur norður hagar er Bakur. Tí eru Rókur og Lerkur í fyrsta umfari farnir út saman, sigur Jónsvein Knudsen, útgerðarmaður. Rókur hevur loyst Tað hevur tikið longri tíð enn ætlað at fáa neyðugu loyvini til Rók, men nú um dagarnar loysti skipið og stevndi út á hav – á sín fyrsta túr saman við Stelki Mynd: Vilmund Jacobsen Fariga Seafood, sum er eitt føroyskt rikið flakavirki í Letlandi, hevur havt tørv á nýggjum partapeningi. Annar av stigtakarunum, Egil Olsen, er farin burtur úr verkætlanini Fíggjar­ trupulleikar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað hevur verið torført hjá Fariga Seafood at fóta sær í lettlendsku flakavinnuni. Føroyskt rikna flakavirkið hevur havt tørv á nýggjum partapeningi, og annar av stigtakarunum, Egil Olsen, hevur tikið seg heilt úr ætlanini Útvarpið hjá Kringvarpin­ um veit at siga frá, at barna­ sjúkur og byrjunartrupul­ leikar hava máað burtur av partapeninginum hjá Fariga Seafood, og í vár varð neyð­ ugt at skjóta nýggjan parta­ pening í felagið. Felagið fór ikki á húsagang, men mátti umskipast og hava nýggjan partapening. Nakrir av gomlu íleggjarunum valdu at lata pening einaferð aftr­ at, meðan aðrir valdu at takka fyri seg. Ein teirra, ið ikki ynskti at halda fram, var annar stigtakarin Egil Olsen, sum eisini var nevndarformaður í byrjanini. Hann setti upp­ runaliga 900.000 krónur í felagið, men av tí at Fariga Seafood í 2006 kom í fíggj­ arligar trupulleikar, noydd­ ust partaeigararnir at avskriva allan sín partapen­ ing. Føroyskt flakavirki í trupulleikum Egil Olsen er ikki longur við í Fariga Seafood í Letlandi Savnsmynd