Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. september 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 179 - 17. september 2007 Óvanligur kavi Í gjár var avkavað nógvastaðni á Suðurlandinum í Íslandi, og tað kom óvart á veðurmenninar. Ein teirra, Einar Sveinbjörnsson, sigur við Morgunblaðið, at tað er ógvuliga sjáldsamt, at kavi legst á Suðurlandinum so tíðliga um heystið. Eitt nú var hetta fyrstu ferð síðani 1926, at tað hevur verið avkavað í bygdini Kirkjubæjarklaustri um miðjan september. Kavin í gjár var tí eitt sjáldsamt veðurfyri­ brigdi, sigur íslendski veðurmaðurin. Í gjár var avkavað á Suðurlandinum í Íslandi, og tað er óvanliga tíðliga (Mynd: Morgunblaðið) fyri tí tónleikarliga innslag­ num. Aftan á móttøkuna í bý­­ ráðssalinum varð merkið vundið í húnar hátt á sendi­ stovuni, sum húsast í Austur­ stræti 12, og sendistovan lat upp fyri almenninginum. Um kvøldið varð hildið fram í glassalinum uttanfyri Norrøna Húsið, har Budam, Jensina Olsen og Jógvan Hansen & Izafold undir­ hildu. Sendistovan í Íslandi er tann fjórða í røðini av før­ oyskum sendistovum. Frammanundan hevur Før­ oyar sendistovur í Keyp­ mannahavn, London og Brüssel. Áðrenn sendistovan í Reykja­ vík læt upp leygardagin var løgmaður á gátt hjá íslendska forsetanum, har hann varð heiðrarð við stórriddara­ krossinum Heiður Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Tað var íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, sum sjálvur hongdi stórriddarakrossin um hálsin á løgmanni, sum hann segði var ein viðurkenning fyri arbeiðið hjá løg­ manni at menna samvinnuna millum íslendingar og føroyingar. Íslendski forsetin vísti í hesum sambandi á, at føroyingar lótu sendi­ stovu upp í Reykjavík leygardagin. Forsetin segði seg vænta, at sendi­ stovan fer at geva uppaftur størri møguleikar fyri øktum og fjølbroytt­ um samstarvi millum londini bæði. Jóannes Eidesgaard, sum tvær ferðir hevur sagt nei takk til danska Riddarakrossin, er kortini fegin um at hava fingið íslendska Stórriddara­ krossin. Tað er siðvenja hjá javnaðarfólki ikki at taka ímóti heiðursmerkjum, men løgmaður valdi kortini at taka ímóti íslendska krossinum. Hann vísir á, at hesin ikki verður latin fyri eina støðu í føroyska samfelagnum, men fyri eitt avrik, ið løgmaður til­ skrivar føroyska fólkinum. Løgmaður stórriddari í Íslandi Her hongur íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, stórriddarakrossin um hálsin á løgmanni, sum eina viðurkenning fyri arbeiðið hjá løgmanni at menna samstarvið millum íslendingar og føroyingar Myndir: Gunnar Geir Vigfússon Ikki øllum íslendingum sóðu út til at dáma føroyska matin, ið borðreitt varð við á móttøkuni í býráðssalinum í Reykjavik Mynd: Hørður Sveinsson Samanleggingar í FSF-varpi Klokkan 18.30 og í endursending klokkan 22 á Rás 1 hjá Televarpinum umrøður FSF­varpið ætlanirnar um at leggja fótbóltsfeløgini í Suðuroy saman. Um limirnir í feløgunum taka undir við at leggja saman, kunnu feløgini í Suðuroy vera vorðin eitt fótbóltsfelag longu í heyst. Gestir í sjónvarpsstovuni eru Jóan Petur Olgarsson, formaður í TB, og Magnus á Stongum, umboðsmaður fyri EB/Streym. Magnus greiðir frá samanleggingini í Sundalagnum, sum hevði við sær, at Sundalagið nú eigur eitt topplið í Formuladeildini. Hetta er 12. FSF­varpið í røðini.